mánadagur 6. januar 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
SMS-DEILDIN:
Málverji:
Maja Dragoljubovic
– Neistin
Har er ovurstór kapping um
plássið sum málmaður á hesum
liði. Øll liðini í deildini tykjast
meira enn nøgd við sínar
málverjar – ikki minst tey fýra
fremstu liðini. Lættliga kundu
Jovana
Stranjanac,
Fríða
Petersen ella Annika Fríðheim
Petersen verið valdar her, men
tað gjørdist Maja Dragolju
bovic. Royndirnar hjá Maju
hava gagnað Neistanum væl
aftur í ár, og ørgrynnan av stór
bjargingum hevur givið liðnum
rógv at byggja eina sterka verju
upp frammanfyri málverjan.
Vinstri vongur:
Turið Arge Samuelsen
- Kyndil
Tað lætta valið til hesi lið sein
astu árini hevur verið Turið
Arge Samuelsen. Kortini verður
fasti vinstri vongurin á ársins
liði seinastu árini neyvan á
listanum, tá ið kappingarárið
er liðugt, tí hon er við við barn,
og spælir í fyrsta lagi aftur
næsta kappingarár. Hon var
millum annað toppskjútti í
SMS-deildini, tá ið hon takkaði
fyri seg í ár.
Vinstri bakkur:
Marita Mortensen – H71
Toppskjúttin í SMS-deildini er
í løtuni ársins sjørnuskot frá
seinasta kappingarári, Marita
Mortensen.
Marita
byrjaði
kappingarárið við at skora seks
mál í sigri á Neistanum, og so
heili 13 mál í sigri á VÍF. 18 ára
gamli leikarin er longu vorðin
sera von við at hava mansverju
á sær í longum løtum av dyst
unum, og lykilin hjá H71 í
álopinum er aloftast at fáa
Maritu Mortensen í skotstøðu
av vinstra bakki.
Miðja:
Súna Krossteig
Hansen – Kyndil
Tá ið Sosialurin spurdi lands
liðsvenjaran hjá Rumenia hvat
hann helt um føroyska liðið, var
hann skjótur at svara: -“Numm
ar fimm, Hansen, er góð”. 19 ára
gamla Súna Krossteig Hansen
hevur eisini verið sera góð í
SMS-deildini aftur í ár, har
gjøgnumbrotini eru í serflokki
og stundum tykjast ógjørlig
at verja seg ímóti. Hon verður
mansvard oftari og oftari.
Sterkt í minninum stendur
seinasti sigurin á VÍF, har
hon var mansvard frá fyrsta
til seinasta bríksl. Eftir eitt
korter hevði hon havt bóltin
í hondunum tvær ferðir eftir
fríkast, og báðar ferðir fintaði
hon seg leysa og skoraði – og
endaði dystin við tíggju málum
eftir nógv brotskøst.
Høgri bakkur:
Durita Christophersen
Jojic – VÍF
Durita C. Jojic var darvað av
skaðum fyrstu dystirnar av
kappingarárinum, og tað var
eisini freistandi hjá Ítrottar
sosialinum at fáa pláss til
høgrahentar
leikarar
sum
Haruku Gima ella Ingunna
Persson á høgra bakki. Men
tað kundi kortini ikki koma
upp á tal. Tá ið Durita er frísk –
sum hon tykist at vera nú – er
hon rætt og slætt tann leikarin,
sum øll hini liðini kundu ynskt
sær at havt á høgra bakki.
Har eru tíverri ov fáir lámir
skjúttar í føroyskum kvinnu
hondbólti, og landsliðið kann
fegnast um, at vinstri arm
urin á Duritu eisini er farin at
lyfta hana longur og longur
upp á toppskjúttalistanum,
har hon hoyrir heima. VÍF
hevur fingið nýggjan venjara
í jólasteðginum, og tað verður
spennandi at síggja hvussu
hetta fer at gagna roynda
bakkinum.
Høgri vongur:
Ásleyg Súnadóttir - Kyndil
Tað eru ikki bara lámir skjúttar,
sum vanta í Føroyum. Seinast
vit settu ársins lið í Ítrottar
sosialinum var avgjørt at bara
umhugsa lámar høgru veingir,
men hesaferð hava vit valt eina
høgru hond. Og tað er uppi
borið. Ásleyg Súnadóttir heldur
í Kyndli tríggjar lámar veingir
á bonkinum vegna sína stóru
lopsstyrki, sum ger, at hon
altíð kann fáa eitt líkinda skot
– hóast hon loypur úr skeiv
ari síðu. Ásleyg er eisini tann
høgri vongurin, sum hevur
skotið flest mál í SMS-deild
ini higartil, og er helst sterk
asta skjótálopsvápnið, nú tá ið
Turið Arge Samuelsen ikki er
við longur. Hevði verið áhuga
vert at sæð um Ásleyg kundi
tikið yvir á vinstra vongi, ella
um hon hevur vant seg ov nógv
við at loypa inn úr høgru.
Strika:
Durita Toftum
Joensen – H71
Vit síggja alsamt fleiri stór
talentir á strikunum í føroysk
um kvinnuhondbólti. Síðani
H71 meldaði seg inn millum tey
fýra fremstu í fjør, hevur serliga
Durita Toftum Joensen verið
eyðsýnd á liðnum. Samstarvið
við Mariu Halsdóttir Weyhe
á H71-miðjuni er í serflokki,
og tær báðar tykjast at finna
hvørja aðra, um so ljósið í
høllini var sløkt. H71 hevur
eisini bygt álopið nógv upp
um strikuleikaran við tryggu
hondunum, sum aloftast bindir
minst tveir leikarar til sín. Tá
skulu bakkarnir bert taka av
eyka plássinum.
OKKARADEILDIN
Málverji:
Nicholas Satchwell – Neistin
Tað er sjáldan, at ársins leikari
er ein málverji. Men skuldu vit
valt beint nú um ársins leikara
yvirhøvur, kundi tað væl hent
seg at valið fall á Nicholas
Satchwell. Síðani hann kom
til Føroya, hevur hann avgjørt
ein dyst fyri og ein eftir, og í ár
spælir hann kanska sín besta
hondbólt nakrantíð. Avrikini
hjá Neistanum hava verið nak
að óstøðug, men líka mikið
hvussu stórar trupulleikar liðið
kemur sær í, vita liðfelagarnir,
at Nicholas fer at geva teimum
møguleikan at vinna dystin.
Øll liðini í mansdeildini
hava framúr málverjar í ár, og
hóast ovurstóru avrikini hjá
HONDBÓLTUR
Tveir triðingar av grundspælinum í
landskappingunum eru farnir afturum,
og Ítrottarsosialurin setur ársins
lið fyri kappingarárið higartil
ÁRSINS LIÐ
ÁRSINS LIÐ
HIGARTIL
HIGARTIL
Súna Krossteig Hansen er stóri leikarin í Kyndilsálopinum