mánadagur 6. januar 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Nicholasi, var valið ikki so ein
falt kortini. Orðini omanfyri
hóska seg nevnliga eisini væl
til Mladen Mjerimacka úr VÍF.
Vinstri vongur:
Leivur Mortensen – H71
20 ára gamli Leivur Mortensen
fyrireikar seg í løtuni til at
spæla sínar fyrstu landsdystir.
Tá er vónin, at kviki vongurin
fer at vísa tær dygdir, hann
hevur víst í H71 seinastu árini
við skjótálopum og einum lopi,
sum onkuntíð tykist sum at
vongurin sveimar endaleyst
inn í málteigin áðrenn hann
setur bóltarnar í málið. Leivur
hevur ikki fingið sær eins
nógv mál sum undanfarnu
kappingarárini, men vinnur
framvegis plássið á hesum
liði frammanfyri eitt nú Rúna
Joensen úr KÍF.
Vinstri bakkur:
Filip Jojic – VÍF
Okkaradeildin íður í framúr
góðum vinstru bakkum, men
har er neyvan nakar ivi um,
at einmansherðurin úr Vest
manna, Filip Jojic, hevur verið
hin besta higartil hetta kapp
ingarárið. Kanónin hevur verið
stillað framúr neyvt í ár, og tað
er sera sigandi, at tey 17 málini
í 31-31 javnleikinum ímóti StÍF
ikki vaktu størri ans enn tey
gjørdu. Vit eru von við at síggja
sovorðin tøl við navnið hjá
Filipi, og nú kunnu vit bara iðra
okkum um, at hann framvegis
ikki hevur fingið loyvið at um
boða Føroyar, tí hann er uttan
iva besti álopsleikari í Føroyum
í ár.
Miðja:
Hjalti Mohr Jacobsen
Tað hevur verið tungt hjá
Kyndli í ár. Hópurin hevur
verið nógv smalri enn vænt,
og eftir at Bartal Klein Olsen
fór av landinum í summar
hevur øll ábyrgdin sum spæl
skipari ligið á 32 ára gamla
Hjalta Mohr Jacobsen. Í døpru
kyndilsavrikunum
hevur
Hjalti verið ljósið, sum hevur
gingið undan við bæði góðum
hugburði og øgiligum avrikum
í álopinum, har serliga skotar
murin hevur verið ovurneyvur
– og tað hava innspælingarnar
til Rógva Dal Christiansen á
strikuni eisini verið.
Høgri Bakkur:
Nicklas Selvig
Nicklas Selvig og KÍF byrjaðu
kappingarárið sum eitt óløgi,
og vóru stórfavorittar at spæla
um heiðursmerki. Seinasti ár
ini hevur hann einamest spælt
vongur í bæði Danmark og
Norra, men tað tóktist eins og
at Selvig ongantíð hevði gjørt
annað enn at spæla bakk
ur, tá ið hann vendi heim til
KÍF í summar. Kenslurnar frá
Føroyameistaraárunum í 2013
og 2014 kyknaðu aftur í Kolla
firði, men so rakti liðið eina
kreppu. KÍF hevur framvegis
fínan møguleika at røkka
teimum fýra fremstu – og tá
krevur tað enn fleiri stór avrik
frá bakkinum, sum komandi
vikuskifti skal spæla vongur á
landsliðnum.
Høgri vongur - VÍF:
Andrias Eriksen – VÍF
Andrias Eriksen er aftur í ár
fastur fúsur á høgri vongi hjá
VÍF, har hann framvegis flytir
seg í eina ørgrynnu av yvir
gongdum, sum ørkymla verjur
nar. Tær vita at hann kemur,
men hann finnur so ofta pláss,
at ein gerst í iva um Andrias ikki
í veruleikanum er strikuleikari.
Veruleikin er kortini, at hann
er ein fjølbroyttur vongur, sum
bæði kann taka møguleikan
niðri í horninum og renna
skjótálopini – serliga tá ið hann
fer dribblandi í fullari ferð frá
miðjuni, eftir at mál er komið
ígjøgnum. Hann Er eisini tann
høgri vongurin, sum hevur
skotið flest mál í Okkara
deildini í ár.
Strika:
Ivan Mrdalo - StÍF
Í mun til ársins lið í fjør, er
hetta avgjørt mest óvæntaði
leikarin á liðinum hjá Ítrottar
sosialinum.
Føroyskur manshondbóltur
er vælsignaður av nógvum
sterkum strikuleikarum í hes
um árum, og eitt nú í fjør var
Rógvi Dal Christiansen í boði
sum besti leikari í Føroyum
yvirhøvur.
Kyndilsmaðurin
hevur tó verið í kreppu við lið
num hjá sær í ár, og má lata
plássið til 19 ára gamla Ivan
Mrdalo, sum longu er vorð
in fólkahetja á vestara armi
á Skálafjørðinum. Við sínari
styrki og øgiliga kvikleika
er Ivan ímyndin av spæli
num hjá StÍF í ár – og er við
62 málum topsskjútti á lið
num, samstundis sum hann
berur stóra ábyrgd í verjuni.
Saman
við
liðfeløgunum
hevur hann kyknað veru
ligan hondbóltsfepur á Skála
fjørðinum, sum longu er farin
at krevja Ivan á landsliðið. Í
fyrstu atløgu skal hann hug
savna seg um U20-landsliðið í
summar.
SMS-deildin støðan
NUMMAR
LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1
Kyndil
12
332
238
94
20
2
VÍF
13
359
297
62
20
3
H71
13
354
299
55
16
4
Neistin
13
322
283
39
16
5
Stjørnan
12
286
334
-48
8
6
StÍF
13
290
380
-90
6
7
VB
12
257
369
-112
2
Okkaradeildin støðan
NUMMAR
LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1
H71
13
373
299
74
22
2
Neistin
13
349
314
35
16
3
VÍF
13
369
348
21
16
4
StÍF
13
363
367
-4
15
5
KÍF
13
348
322
26
13
6
Kyndil
12
306
320
-14
8
7
Team Klaksvík 13
271
409
-138
0
Máltindurin
1
Filip Jojic
VÍF
130
2
Nicklas Selvig
KÍF
90
3
Dánjal Ragnarsson
Neistin
81
4
Hjalti Mohr Jacobsen
Kyndil
76
5
Peter Krogh
H71
74
6
Kaito Nakahodo
Team Klaksvík
73
7
Tróndur Mikkelsen
Neistin
72
8
Sjúrður Olsen
VÍF
69
9
Rasmus Søby
Neistin
67
10
Hans Eli Sigurbjørnsson
KÍF
63
Máltindurin
1
Marita Mortensen
H71
92
2
Haruka Gima
StÍF
90
3
Ingunn Kristina Persson
Neistin
87
4
Maria Halsdóttir Weyhe
H71
75
5
Súna Krossteig Hansen
Kyndil
74
6
Agnas Olsen
VÍF
69
7
Turið Arge Samuelsen
Kyndil
65
7
Tóra Eliasen
Stjørnan
65
9
Durita C. Jojic
VÍF
58
10
Mina Lava Sirdal
Stjørnan
56
10
Liljan Müller
VÍF
56
Durita C. Jojic er framvegis besti lámi leikari í Føroyum
StÍF-fjepparar eru farnir at krevja Ivan Mrdalo á landsliðið eftir framúr avrik hetta kappingarárið