Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Vikan ið fór Ítróttarfelagið B71 fyllir 50 ár og heldur hátíðarløtu í ítróttarhøllini á Sandi. Adrian Justinussen fær handað heiður fyri at hava skotið ársins mál í føroyskum mansfótbólti 2019. Føroysku U17- dreingirnir í hondbólti gerast nummar fýra í týsku kappingini Sparkassen Cup, har teir eitt nú vinna á Hollandi. 49 ára gamli Peter Wright úr Skotlandi gerst á fyrsta sinni heimsmeistari í dart eftir 7-3-finalusigur á Michael van Gerwen. Henrik Thomsen takkar fyri seg sum formaður í TB, og felagið leitar í løtuni eftir einum nýggjum formanni. Jóhan á Plógv Hansen skjýtur trý mál ímóti Noregi og trý mál ímóti Fraklandi í Golden League. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Hávard Vatnhamar Føddur: 44 Yrki: Para-triatlon Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Áki Mørk 2. Miðvallari 3. Hondbólti 4. Týsklandi 5. 16 6. Amerikanskum fótbólti 7. Seks 8. Håkan Ericson 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Hvussu eitur høvuðsvenjarin hjá Team Klaksvík? 2 HB skrivaði herfyri undir við Mathias Nygaard. Er hann verjuleikari, miðvallari ella áleypari? 3 Jana Mittún spælir við føroyska U17-landsliðnum í hvørjum ítrótti? 4 Nýggi venjarin hjá TB eitur Michael L. Winter. Úr hvørjum landi er hann? 5 Hvussu nógv fólk hevur hvør spælari í talv? 6 Frá hvørjum ítrótti kenna vit hugtakið "Touchdown"? 7 Hvussu nógv persónlig mistøk (fouls) skalt tú gera í kurvabólti fyri at verða útvístur? 8 Hvussu eitur maðurin á myndini? Hvørjar møguleikar geva tær 150.000 krónurnar í úrvalsstuðli tær sum íðkara? - Atgongd til kappingar, sum geva stig til paralympisku leik­irnar eru kring heimin, frá Kanada og USA til Tas­man­ia og Japan. Eg skal gjarna hava ein hálpara við, so úr­vals­ stuðulin ger tað møgu­ligt at ferðast. Eru tað nakrar serligar kappingar uttanlands, tú kundi hugsað tær at farið til? - Serliga Tasmania og Mont­ real í Kanada er týdn­ing­ ar­miklar, tí terra status er World Series og geva meir stig enn World Cup-kappingarnar. Annars vil eg gjarna til allar kapp­ingar. Nú er 2019 júst farið afturum, hvussu vart tú nøgdur við tað árið ítróttarliga? - Tað byrjaði katastrofalt við punktering á Tasmania í mars, sum oyðilegði møguleikarnar at luttaka í fleiri kappingum, men í heyst bleiv tað betri og eg endaði nummar fimm á Madeira í oktobur. Og so vóru tað oyggjaleikirnir - fantastiskt! Hvat krevur tað av venjing og øðrum at vera íðkari á tínum støði? - 12-18 tímar av effektivari venj­ing um vikuna og um­ leið 20-30 tímar av venj­ingar­ arbeiði tilsamans. Kosturin skal eisini passast. Tað krevur nógva restitueringstíð tá man er 44 ár. Og so krevur tað eisini góða og dýra út­ gerð, súkklur og tílíkt. Hevur tú sett tær nakran málsetning fyri 2020? - Málið er paralympisku leik­ir­nir í Tokoyo í august. Tað krevur, at eg blívi nógv skjótari í svimjing, og tað ar­ beiða vit hart uppá í løtuni. Fram­stig eru gjørd. "Tað er ómøguligt at spæla sum eg gjørdi fyri 10 árum síðani, men eg veit hvat eg heldur skal gera. Eg skal skjóta úr 40 metrum heldur enn at renna." - Zlatan Ibrahimovic komin aftur til AC Milan "Hann tók nummar 20 frá mær, men tað er nokk alt hann fer at taka frá mær" - Ole Gunnar Solskjær, United-venjari, um atfinningar frá Robin van Persie ÍtróttarSosialurin hevur í seinastuni verið á ferð í Ev­ ropa, har evnið hevur verið al­tjóða fótbóltur. Ein partur av ferðini hevur verið á Camp Nou, sum er heimavøllurin hjá FC Barcelona. Dagin fyri granna­uppgerðina móti Real Madrid 18. desembur verður farið ein rundtúr á hesum risa­stóra leikvøllinum. Barcelona og FC Barcelona er ”big business” og tað leggur tú merki til bæði í býnum og á leikvøllinum. Farið verður verið útferðarbussunum, sum koyra runt alt Barcelona. Eitt av seinastu stoppunum er uttan­fyri Camp Nou. Her ert tú ikki meir enn komin inn á økið, tá tú kanst keypa FC Barcelona troyggjur, at eta og drekka, umframt at royna at skora móti einum robott­málverja. Tað kostar sjálvandi. Atgongumerkjaprísurin til rundturin er frá 194 krón­ um til yvir túsund krón­ur, um tú vilt hava eina legendu at greiða frá. Vit velja ein rundtúr fyri 285 krón­ur, sum millum annað gevur møgu­ leikan at royna ser­tøkni­ brillur og lurtitól við frásøgn. Lekkurt savn Fyrsti stegðurin er í savni­ num, har lurtitólið kemur til sín rætt. Søgan er áhugaverd og tað er sett upp í eina tíðar­ linju. Tær nýtist ikki at lurta eftir øllum, tí tað krevur eitt sindur av tolsemi, um tú ikki er avbera áhugaður. Tað er eisini nógvir lutir at síggja, sum hava søguligan týdning og tað ger upplivingin góða. Hendan dagin ber ikki til at koma oman á leikvøllin, men tú fær alt útsýnið, tá tú trað­kar út á áskoðaraplássini. Eyka­kostnaður fyri lurtitólið og sertøknibrillurnar eru væl givnar. Løtan við Virtual Reali­ty er spennandi og stutt­ ligt, tí tað kennist sum tú gong­ur lið við lið við Lionel Messi. Túrurin endar í stóra handli­num hjá FC Barcelona. Í alt er talan um ein fínan túr. Tekur tú rundtúrin við bussi­num, so skalt tú helest seta tað mesta av einum degi av. Samanlagt kostar tað eitt sindur. FAR UM: Tú ert í Barcelona og hevur tíð at seta av. Tað er eisini møguleikar at eta uttan­fyri, meðan tey fót­bólts­ áhugaði fara rund­túrin IKKI FARA UM: Tú ert í tíðar­ neyð og penganeyð. Á Camp Nou hava tey nógvar fjepp­ ar­ar og tað merkist aftur á prísi­num HVUSSU VAR: Væl gjøgnum­ ført og altíð onkur at spyrja, men kanska eisini ov nógv, sum spyrja um tínar pengar HVAT SIGUR TÚ: Hevur tú áhuga fyri fótbólti og er í Barce­lona, so er túrurin ein must, um tú ikki hevur verið fyrr FAKTA: Tað kostaði 285 krón­ ur at fara rundtúr á Camp Nou og rundtúrin í Barcelona kost­aði um 200 krónur fyri hvønn. Ummælið: Rundtúrur á Camp Nou