mánadagur 6. januar 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Í ár var Úrvalsstuðulin hægri enn
nakrantíð. 1.864.400 krónur vórðu
handaðar úrvalsíðkarum frá átta
sambondum. Úrvalsstuðulin er á
fíggjarlógini og tað er ein kærkomin
stuðul til føroyskan ítrótt.
Tað er hugaligt at síggja, at føroyskir
politikarar lata nøkur av lovorðunum
blíva til veruligan stuðul, og ikki bara
moralskur stuðul, har prísurin er at
ítóttarfólkini skulu lata seg avmynda
saman við ávísum politikarum, so tey
aftur kunnu blíva vald.
Nei, tí hetta snýr seg um íðkararnar
og bara íðkararnar. Tað eru tey, sum
leggja so nógv fyri og velja so nógv frá,
fyri at røkka sínum málum. Tað eru
tíverri ikki nógvir pengar í flestu av
ítróttargreinunum, og tí kemur hetta
ótrúliga væl við. Eisini gleðiligt at
ítrótturin tekur væl ímóti stuðlinum.
Kanska miðlaheimurin kundi lært
nakað av hesum?
Tað er eisini stuttligt og hugaligt at
síggja ÍSF skipa fyri tiltakinum ársins
Ítróttanavn. Vit í Miðlahúsinum hava
í fleiri ár skipað fyri Fótbóltsgalla,
har tey bestu í fótbóltinum verða
heiðraði. Tiverri røkkur orkan ikki
longur til at heiðra fleiri av minnu
ítróttargreinunum á tann hátt, sum tey
hava uppiborið.
Tað er av stórum týdningi, at vit
virðismeta ítróttarfólkini. Tað er
mangan ein lítið takksomu verð tey liva
í, har arbeiðið og fyrireikingarnar eru
sum ísfjallið. Tú sær bara toppin og tá
tey eru til kapping, men hugsa eisini um
allar teir tímarnar, sum tey brúka, tá
ongin sær.
Nú byrjar eitt nýtt ár og eitt nýtt
áratíggjuskeið á ÍtróttarSosialinum.
Redaktiónin minkar, men
samstarvsmøguleikarnir við
ítróttarfeløgini og ítróttarfólkini vekur
við tøknini. Við vón um gott samstarv
í 2020.
trondur@sosialurin.fo
Tilsamans 1.864.400 krónur vórðu
handaðar úrvalsíðkarum frá átta
sambondum, tá Ítróttarsamband
Føroya á tíðinafundi fríggjadagin
handaði hægsta úrvalsstuðulin
nakrantíð.
Í samband við handanina helt
Jenis av Rana landstýrismaður við
ítróttamálum røðu. Millum inn
komnu umsóknirnar um stuðul
í 2020, hevur nevndin í Úrvali
samtykt at býta methøgu úr
valsupphæddina millum 15 ein
staklingar og lið, skrivar ÍSF.
Svimjisambandið eigur sam
anlagt størstu upphæddina. Har
fáa fýra einstaklingar - Signhild
Joensen, Vár E. Eidesgaard, Rókur
Trygvason og Róland Toftum -
stuðul, umframt at SSF fær 50.000
krónur til yngri úrvalssvimjarar.
Flogbóltssambandið
og
Hondbóltssambandið fáa stuðul til
samanlagt trý ungdómslandslið, og
harumframt verður stuðul eisini
latin til fimleik, frælsan ítrótt,
súkkling, taekwondo og paraítrótt.
Millum móttakararnar eru fleiri,
ið áður hava fingið stuðulsupp
hædd, men eisini eru fleiri, sum
ikki hava fingið fyrr.
Rennarin Rebekka Fuglø er ein
teirra, ið á fyrsta sinni hevur fing
ið úrvalsstuðul. Hon fekk í dag
handað 80.000 krónur, sum fyri
hana gera stóran mun.
- Pengarnir geva mær møguleika
fyri at fara á fleiri venjingarlegur
og til fleiri kappingar uttanlands.
Umframt at tað kann menna og
styrkja meg sum rennara, so er
stuðulin og tann viðurkenningin,
sum
liggur
í
honum,
eisini
motiverandi; tað motiverar meg
til at leggja enn meira fyri, enn eg
longu geri, sigur Rebekka Fuglø.
trondur@sosialurin.fo
Hesi hava fingið
úrvalsstuðul í ár:
FBF, kr. 200.000
- U17 dreingir, kr. 100.000
- U17 gentur, kr. 100.000
FFS, kr. 245.000
- Rani Allanson Dalsgarð, kr. 150.000
- Manslandsliðið í amboðsfimleiki, kr. 95.000
FÍF, kr. 130.000
- Rebekka Fuglø, kr. 80.000
- Kastigentur, kr. 50.000
HSF, kr. 300.000
- U02 menn
Parasport, kr. 150.000
- Hávard Vatnhamar, kr. 150.000
SSF, kr. 569.400
- Signhild Joensen, kr. 150.000
- Vár Eidesgaard, kr. 150.000
- Rókur Trygvason, kr. 122.400
- Róland Toftum, kr. 97.000
- Yngri úrvalssvimjarar, kr. 50.000
SST, kr. 120.000
- Torkil Veyhe, kr. 120.000
HÆGSTI ÚRVALS
STUÐULIN NAKRANTÍÐ
Úrvals
stuðulin
er eitt
kærkomið
ískoyti
ÍSF:
FØROYSKUR