týsdagur 7. januar 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. januar 2020 · Nr. 3
6
Sosialurin
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Sjúrður Skaale
fólkatingmaður
Vit eru á heysti 2011, og tingingar
eru um at skipa samgongu millum
Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og
tveir smáar flokkar.
Endin er, at Sambandsflokkurin
fær leiðsluna - men Fólkaflokkurin
fær alla maktina. Tað eru bara farn
ar nakrar vikur av valskeiðnum, so
hevur Fólkaflokkurin í einum høggi
framt eina asosiala kollvelting av
samfelagnum: Skatturin skal vera
flatur, og fyri at fíggja tað, skulu
pensiónirnar skattast við inngjald.
Hetta flytir veldugar upphæddir
frá teimum, sum hava lítið, til tey,
sum hava nógv.
Sambandsfloksins tilverugrund
arlag er blokkstuðulin úr Danmark.
Og í valstríðnum hevur hann lovað
fólki, at vinnur hann valið, skal
blokkurin hækka við 200 millión
um.
Hetta vallyftið er órealistiskur
heilaspuni. Tað veit Fólkaflokkurin
sjálvandi væl - men hann ger kort
ini semju um, at samgongan skal
royna at fremja tað.
Men fyrst skal Fólkafloksins
kollvelting altso trumlast ígjøgn
um. Uttan nakra veruliga viðgerð.
Fleiri sambandsflólk á tingi eru ør
kymlað og óttafull, men tey kenna
seg trýst til at stemma fyri kortini.
Hóast tey als ikki kenna avleiðing
arnar av tí, tey gera.
Seinni skal Sambandsfloksins
vallyfti so fremjast: Blokkurin skal
hækka 200 milliónir. Men tá tann
tíðin kemur, siga umboð fyri Fólk
aflokkin púra opið á tingsins røð
arapalli, at tey eru ímóti - tí tað er
ikki fólkaflokspolitikkur.
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráð
harri, fer kortini til Danmarkar at
biðja um pengarnar. Men tað er upp
á kvamsvís. Hann skræðir seg ikki
sundur fyri at halda Sambands
floksins órealistiska lyfti.
Og Jørgen er ikki keddur, tá
hann kemur aftur úr Danmark við
ongum. Tað er tvørturímóti. Tað var
alla tíðina ætlanin: Fólkaflokkurin
skuldi hava allan sín politikk
ígjøgnum - og afturfyri skuldi
Sambandsflokkurin fáa løgmann
og nøkur tóm lyfti.
Uppskriftin var einføld: Poli
tikkur til A - og súmbolikkur til B.
Sama søga
Ein skuldi trúð, at Sambandsflokk
urin fór at læra av hesum.
Men átta ár seinni - nú í heyst -
hendi akkurát tað sama.
Fólkaflokkurin hevði bara eitt
endamál við sínum valstríði, hvørs
lyfti vóru so vill, at tað neyvan er
sætt áður: Flokkurin vildi bara fyri
einhvønn prís hava maktina í landi
num, so tilfeingi Føroya aftur kundi
latast ávísum feløgum sum ogn.
Sambandsflokkurin tók ikki í
øllum lutum undir við fiskivinnu
politikkinum hjá undanfarnu sam
gongu - men tað var altso heldur
ikki hetta, hann segði seg vilja.
Men
søgan
frá
2011
bleiv
endurtikin:
Sambandsflokkurin
fekk formligu leiðsluna í samgong
uni - men Fólkaflokkurin fekk
valdið. Og alt tað, sum Fólkaflokk
urin vildi, bleiv bombað ígjøgnum
beint fyri jól. Uttan nakra veruliga
viðgerð - hvørki á tingi ella uttan
fyri tingið.
Onkur sambandsmaður royndi
at blása seg upp og siga, at hann
ikki treytaleyst fór at atkvøða, sum
Fólkaflokkurin kravdi. Til dømis
skuldu landsins inntøkur tryggjast
á annan hátt, áðrenn 12 ára loyvi
blivu útskrivað og uppboðssølan
strikað.
Hansara krøv blivu ikki eftir
líkað - men hann endaði við at at
kvøða fyri øllum kortini.
Eingi fingramerki
Sambandsflokkurin stóð sterkur
undir samgongusamráðingunum.
Hann kundi jú velja millum tvær
ymiskar samgongur. Fólkaflokkur
in hevði reelt bara ein kjans.
Sambandsflokkurin
stendur
eisini sterkur í samgonguni. Hann
eigur 7 av 17 samgongufólkum. Og
hann hevur leiðsluna.
Men hvar eru fingramerki floks
ins á nýggja fiskivinnupolitikki
num?
Tey finnast ikki!
Christian Andreasen og kom
paní hava fingið akkurát tað, teir
vildu hava: Privatisering av fólks
ins ogn. Ekstrem flyting av virðum
frá teimum mongu til tey fáu. Júst
sum í 2011.
H sterkari enn B
Sambandsfloksins høvuðslyftið í
valstríðnum var, at øll skuldu fáa
viðgerðartrygd. 30 milliónir skuldu
setast av til tað um árið.
Men teir pengarnir eru ikki at
finna í teirri fíggjarlóg, sum Sam
bandsflokkurin sjálvur stemmaði
ígjøgnum í desember.
Hetta er 2011 umaftur. Ella verri,
sæð við sambandseygum. Í 2011
hækkaði blokkurin hóast alt við
prístalinum. Nú er hann fastfrystur
- og minkar sostatt.
Fólkafloksins politikkur verð
ur trumlaður ígjøgnum - og Sam
bandsflokkurin letur seg brúka til
tað.
Tann triði samgonguflokkurin -
Miðflokkurin - stendur eisini sterk
ur. Hjá honum snýr alt seg um súm
bol- og virðispolitikk. Og flokkurin
hevur - við tveimum tingmonnum!
- fingið alt virðisøkið, sum tað er:
skúla, mentan, miðlar og uttan
ríkismál.
Tann, sum fer at mynda før
oysku
virðini
komandi
árini,
bæði innanlands og á heims
pallinum, verður Jenis av Rana.
Meginparturin av Sambandsflokk
inum er ikki samdur við hansara
víðgongdu sjónarmiðum, men tað
ger ongan mun.
Við tveimum tingfólkum stend
ur Miðflokkurin sterkari í myndini
enn Sambandsflokkurin.
Finst sambandið?
Fyri at vera ein veruligur, politiskur
flokkur, mást tú meina okkurt.
Standa fyri onkrum. Vilja okkurt.
Stríðast fyri onkrum. Ein flokkur,
sum ikki hevur hesi eyðkenni, er
bara eitt tómt hylki.
Hvørjum stendur Sambands
flokkurin fyri í dag?
Hvørjum stríðist hann fyri?
Hvørji krøv setir hann?
Tað er ilt at fáa eyga á nakað.
Og tí má mann spyrja: Er Sam
bandsflokkurin yvirhøvur til sum
politiskur flokkur?
Sjúrður Skaale
Er Sambandsflokkurin til?
Sambandið tryggjar Fólkaflokkinum alla maktina í landinum. Meinar løgmansflokkurin nakað
sjálvur? Vil hann nakað? Er hann yvirhøvur til?
Sjúrður Skaale: – Uppskriftin var einføld: Politikkur til Fólkaflokkin – og súmbolikkur til Sambandsflokkin...