týsdagur 7. januar 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. januar 2020 · Nr. 3
TÍÐINDI
Frants Jensen
IRF og Tórshavnar kom
muna eru í samráðingum
um at byggja eina felags
brennistøð. Ætlanin er,
at hon skal staðsetast á
Hjalla í Havn, og sostatt
kann hon vera grundarlag
undir útbyggingini av
fjarhitaskipanina í Havn
ini.
Men semja er ikki
í
býráðnum
í
Havn,
um
Kommunala
Brennistøðin skal leggja
saman við IRF, ella um
tað
skulu
vera
tvær
ymiskar brennistøðir í
landinum. Nakrir býráðs
limir hava sagt seg ikki
taka undir við ætlanini,
og teir ynskja ístaðin, at
Havnin eisini í framtíðini
skal
hava
sína
egnu
brennistøð.
– Eg haldi ikki, at vit
skulu
gera
dupultar
íløgur, tá ið tað ikki er
neyðugt.
Um
Havnin
skal
gera
sína
egnu
brennistøð, fer tað at
kosta skattgjaldaranum
í Havn hálva milliard.
Eg haldi, at tað er skeivt
at skuldarbinda okkum
fyri hálva milliard. Hetta
er ein so stór íløga, at
pláss verður ikki fyri so
nógvum øðrum íløgum,
sum vit eisini kundu
ynskt
vórðu
framdar,
sigur Annika Olsen.
Skulu hava ávirkan
Borgarstjórin
er
jalig
til ætlanirnar um eina
brennistøð, men tó ikki
fyri einhvønn prís.
– Vit hava gott sam
starv við IRF, og herfyri
samdust vit um felags
tyrvingarøki í Kvívíks
haganum. Um vit skulu
leggja saman, hevur tað
nógv at siga, hvussu
nevndin verður saman
sett, og hvørja ávirkan vit
fáa, sigur Annika Olsen.
Fyri Havnar kommunu
heldur hon, at tað er
týðandi at tryggja, at
tænastustøði
verður
minst eins gott sum tað er
í dag, og at Havnar kom
muna eisini fær neyðugu
ávirkanina. Ein av stóru
knútunum er júst, hvussu
nógv umboð Tórshavnar
kommuna skal hava í
nevndini í mun til tær
28 kommunurnar í IRF.
Uppskotið er at hava eina
sjeymannanevnd,
har
verandi IRF-kommunur
fáa seks umboð, meðan
Tórshavnar
kommuna
fær eitt umboð.
– Vit eru ikki komin á
mál enn, og spurningurin
um meirilutan er nakað,
sum vit mugu fáa semju
um.
Vit
mugu
ansa
eftir, hvat vit gera her.
Skipanin hjá SEV liggur
í bakhøvdinum, og hon
hevur ikki altíð verið so
heppin fyri Tórshavnar
kommunu, sigur Annika
Olsen.
Sjey limir eru í nevnd
ini í SEV. Vága, Streym
oyar, Eysturoyar, Norð
oya og Sandoyar sýslur
eiga ein lim í part, og
Suðuroyggin
og
Tórs
havnar Kommuna hava
hvør sín nevndarlim.
Taka ta røttu og
skilabestu avgerðina
Borgarstjórin heldur, at
avgerð um brennistøðina
má takast rímiliga skjótt.
Tað kemur so nógv rusk
inn, at trupult er at
brenna undan. Í síðstuni
hevur
Kommunala
Brennistøðin balla rusk
og sent til Danmarkar
at brenna, og tað verður
neyðugt aftur seinni í
ár, tá ið viðlíkahald skal
gerast.
–
Brennistøðin
er
niðurslitin og ekur á
knøunum. Tí má ein av
gerð takast skjótt. Men
tað er eisini týðandi at
taka ta røttu og skilabestu
avgerðina fyri Havnar
kommunu, har vit ikki
detta burturímillum, sig
ur Annika Olsen.
Møguliga á komandi
býráðsfund
Turið Horn, forkvinna í
Náttúru- og umhvørvis
nevndin í Tórshavnar
býráð, vónar at fáa málið
um brennistøðina fyri á
komandi býráðsfundi 31.
januar.
– Eg veit ikki enn, um
hatta málið verður við á
skránni til býráðsfundin
31. januar. Eg vóni tað, sig
ur Annika Olsen.
Hon hevði tó ynskt
at fingið eina breiða
semju um málið, men
spurningurin er, um tað
eydnast.
– Eg hevði ynskt at
fingið breiða semju mill
um
allar
býráðslimir.
Men eg má ásanna, at tað
er ein avbjóðing, sigur
borgarstjórin.
Í eina tíð hava IRF og
Kommunala
Brenni
støðin í Tórshavnar kom
munu tosað saman um at
fáa eina felags brennistøð
fyri alt landið.
– Afturhaldskreftirnar
eru sera sterkar. Vit hava
viðgjørt málið í Náttúru-
og
umhvørvisnevndin
fleiri ferðir, og vit hava
eisini tosað við IRF, men
málið hevur ikki verið
búgvið at lagt fyri bý
ráðið
enn.
Væntandi
verður tað lagt fram nú
á býráðsfundinum síðst
í
januar,
segði
Turið
Horn millum annað við
Sosialin mánadagin.
Heðin Mortensen,
býráðslimur í Havn,
tekur ikki undir
við loysnini
– Eg gangi aldrin við
uppá, at vit skulu gjalda
mest, men einki hava at
siga, segði Heðin Morten
sen millum annað við
mánadagsblaðið.
Kristina Roest,
forkvinna í IRF, sær
stórar møguleikar í
eini felags brennistøð.
– Ætlanin er at byggja
eina felags brennistøð á
Hjalla, har pláss er fyri
tveimum ovnum. Brenni
støðin og fyrsti ovnurin
skulu eftir ætlan takast
í nýtslu í 2025, og síðan
skal verandi brennistøð
á Hjalla niðurleggjast.
Seinni ovnurin skal so
takast í nýtslu í 2035, tá
ið brennistøðin hjá IRF
á Hagaleiti í Leirvík skal
niðurleggjast, segði hon
millum annað við Sosial
in mánadagin.
PÚRA ØRT AT BYGGJA
TVÆR BRENNISTØÐIR
– Tað er púra ørt at byggja tvær
nýggjar brennistøðir í landinum fyri
eina milliard tilsamans, ístaðin fyri
at byggja eina fyri alt landið, sum
bara kostar hálva milliard, sigur
Annika Olsen, borgarstjóri í Havn
Annika Olsen, borgarstjóri í Havnar kommunu
Kjak um eina ella tvær brennistøðir
– Vit mugu síggja alt Føroyar sum eitt land. Eg vil stríðast fyri eini felags brennistøð, sigur Turið Horn,
forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndin í Tórshavnar býráð. Heðin Mortensen, býráðslimur, er ikki samdur