Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. januar 2020 · Nr. 3 NØVN Tað var ein stórur missur í árinum 2018, táið fleiri serstøk mentafólk fór um hvarvið. Her eru nøkur stutt, seinkað hugarensl í hesum sambandi: Fyrstur fór Alex Bærentsen, bara 55 ára gamal. Hann var kendur fyri sína sermerktu og vøkru sangrødd. Lítillátin og vinsælur. Hoyrdi hann fyrstu ferð syngja í Bíbliuklassanum hjá Petur W. Háberg fyri mong­um árum síðan. Hann sang so eyðkent og var millum okkara fyrstu gospel- og country-sangarar. Hon­um dámdi eyðvitað hetta, at orðini ikki bara vóru orð; men at orðini bóru - saman við røddini - ein stillan, einfaldan boðskap. Ofta um longsul ella sár, djúptøkin hugafar á ein lág­mæltan, grípandi hátt - og sum skjótt gjørdust fólkaogn kring landið. Hjá honum var einki pátikið. Somu kenslur drógu hann heim aftur á klettarnar eftir drúgva tíð á flatlondum. Men nýliga heimafturkomin - so hendi tað ófatiliga og skil­ mark­andi – sum eingin skilur til fulnar - og sum enn snørir um hjartað og harmar. Kjartan Kristiansen fór 3. september, 77 ár, fødd­ur flaggdagin 1941. Hann hitti eg fyrstu ferð á veg til Kjøpin­ havn­ar við Tjaldrinum fyrst í 1960’unum. Tað var á sinni, táið m. a. Kjartan, Zakarias Wang, Árni Olafsson o. o. vóru teir ungu “himmalstormandi” student­arnir – so kønir “i åndernes rige” - meðan vit aðrir, sum leitaðu inn á eina meiri bundna og tronga tekn­ iska útbúgvingarleið – vit tagdu og hugdu við hunda­eyg­ um upp til hesar orðkringu garp­ar­nar, sum, jú, “áttu” fram­tíðina. Og væl hevur gingist teimum. Teir settu síni ser­merktu spor. Kom seinni at kenna Kjartan mong ár í býráðshøpi. Eitt ótrúligt arbeiðsgrev. Sam­ an við Gunnari Hoydal, báðir nýkomnir av skúlagátt, legði hann til brots - við kønari kós frá Anders Nyvig, verkfr. í býarætlan, at gera bæði byggi­samtykt og býarskipan í tørvi - fyrst fyri Tinganes og síðani Havnina alla. Hetta var eitt ikki eiti á uppdrag, sum Gunnar hevur lýst nakað um í skaldsliga brotum. Kjartan hevði skilt tað ein­falda/djúpa: At vitan er megi og kjølfesti - ikki minst í fyrisitingarhøpi. Hann setti seg nágreiniliga inn í øll viður­ skifti í kommununi um byggi­ mál, ognir, festisskipanir v. m. Og so hevði hann vanliga við sær á hvønn fund ein heilan stakk at øllum møguligum mál­um, sum kanska høvdu við umrødda málið at gera – . Og táið ein spurdi hann, um tørvur var á hesum stakki til fundin (!), so smíltist hann við sínum eyðkenda og skemtiliga skálka­brosi – og uttan at mæla eitt orð. Kjartan átti serstakar sinnis­ligar eginleikar, sum táið onkur var ólátaður ella per­són­ligur móti honum. Ja, so smíltist hann líka vinarliga og virkaði púra óávirkaður – eisini eftir at eygnabrá hans­ ara var givið at smílast... Kjartan var tjóð­skapar­ sinn­aður, glaður fyri lívið og føroysku náttúruna. Ein ágrýtin og fyrikomandi al­ menn­ur tænastumaður. So­ leið­is kendi eg hann. Jeffrei Henriksen fór 27. november, 88 ára gamal, og var Kjartan glaður fyri føroyska náttúru, so var Jeffrei ikki minni góður við føroyska málið. Jens Pauli Heinesen, høv­ und­ur, tekur soleiðis til eina­ staðni: “Jeffrei var á sín hátt upp­reistnarmaður, men væl at merkja ein av teim positivu og konstruktivu.” Jeffrei bleiv lærari í 1950, júst 20 ára gamal, og undirvísti fyrstu 5 árini sum lærari í Bø og Gásadali. Har kom hann ikki á kaldar steinar. Pápin, Gásadals-Jóan-Jakku, giftist við Josefinu í Sørvági. Børn teirra itu: Jóhannus, Judith, Jákup, Jóhan, Jósup ( “Joffi” giftist til Klaksvíkar við Johild Arge, dóttir Argja-Magnus) og Jeffrei, ið var yngstur. Hesi børnini dugdu sera væl í skúla­num hjá DD, søgdu eldru systkin míni. Seinni var Jeffrei lærari og skúlastjóri í Havn. Hann hevur skrivað nakað úr Gása­dals søgu og fór í 1956 undir nýbrotið: “Brævskúli í føroyskum”, sum mong máls­ liga fingu gott í beinini av. Hann hevur umframt hetta skrivað fleiri lærubøkur í før­ oyskum. Jeffrei var dámligur at veksla orð við. Eg haldi, at hann var ikki “fjøtrandi” sum mál­maður. Nei, so heldur “floygdur” at kalla. Hann minti meg um Sámal Petersen, lærara, lands­stýris­ mann og granskara, sum segði við okkum næmingar: “Eg hoyri, tit brúka orðið, be­ gynna, og tað er í lagi; men orð­ið, byrja, er eisini gott, hóast Rasmus Effersøe, land­ búnað­ar­ráðgevi og blaðstjóri, lænti hetta orðið “börja” úr Svøríki, har ið hann var eitt skifti. Og málberingin, at brúka, er góð við; men orðingin, at nýta, er hin­vegin eisini góð. Men minn­ist tit tó til: At benda orðið “nýta” rætt. Tí orðaførini “at njóta og at nýta”, tað hevur eina heilt aðra merking”. Henda málsliga leið/áskoð­ an er nakað átøk henni, sum Mál­teigurin í SVF ber brá av, og sum Elin Henriksen og Sol­ by Christiansdóttir koma væl frá. Har er tónin vanliga ikki hesin: “ Hatta mást tú ongan­ tíð siga!”. Oftani heldur hetta: “Jú, tað kanst tú siga; men eitt annað orðafar er líka so gott ella kanska betri -.” Og tað er gott. Arnstein Niclasen Fellisárið 2018 Alex Bærendsen saman við dóttrini Kristinu Jeffrei Henriksen Kjartan Kristiansen