týsdagur 7. januar 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. januar 2020 · Nr. 3
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HB, Víkingur og ÍF hava øll gjørt sáttmálar
í seinastuni. Í HB er málmanskabalin
komin upp á pláss og fyrrverandi
toppsjútti er aftur í felagnum, Víkingur
hevur tryggjað Lavamannin og ÍF fær
tilgongd av gomlum kenningi
Fótbóltur:
FLEIRI HÓPAR
FLEIRI HÓPAR
TAKA SKAP
TAKA SKAP
Tróndur Arge
Um vikuskiftið verða fyrstu
dystirnir í venjarakappingini
hjá Venjarafelagnum. Tað er
eisini startskotið til uppstarin
til føroyskan fótbólt í 2020.
Flestu av feløgunum hava fing
ið meginpartin av sínum hóp
um upp á pláss.
Tó síggja vit javnan, at
feløgini gera sáttmálar við bæði
verandi og nýggjar spælarar.
Tað hava seinastu dagarnar
eisini verið eitt prógv um.
HB tveir nýggjar
HB hevur millum annað fingið
tilgongd av tveimum nýggjum
spælarum. Fyrst kom Øssur M.
Dalbúð aftur til HB, har hann
spældi í 2016.
Hann hevur skorað 23 mál
í 38 dystum tilsamans fyri HB
og nú fær hann møguleikan at
leggja fleiri afturat. Hann býr í
Havn og tað er ein av orsøku
num.
-Tað eru fleiri orsøkir til av
gerðina. HB er eitt stórt og
gott felag. Eg havi verið her
fyrr, og kenni felagið væl. Har
til búgva vit í Havn, so tað fer
við ov nógvari tíð at koyra til
Runavíkar hvønn dag til venj
ing. Tíð sum eg heldur vil brúka
saman við familjuni, sigur hann
við hb.fo.
Seinast hann spældi við HB
var í 2016, tá hann bleiv topp
skjútti í felagnum.
-Tað er gott at vera aftur í
HB. Eg treivst væl tá eg var
her seinast, so tað er sjálvsagt
deiligt at vera aftur her. Felags
skapurin er góður, og tað eru
nógv góð og hjálpsom fólk
rundan um felagið, sum ger at
ein skjótt kennir seg heima her,
sigur Øssur Dalbúð.
Sum skilst úr HB, so verður
framvegis arbeitt við at fáa
ein áleypara til felagið, eftir at
Ari Mohr Olsen og Sebastian
Pingel hava valt aðrar leiðir.
HB fingið sín varamann
Jákup Højgaard er nýggjur
málverji í HB og skal verða
varamaður hjá Teiti M. Gests
syni. HB misti í vetur báðar
eykamálverjarnar til tvey av
grannafeløgunum.
Bjarti
V.
Mørk fór til AB og Mattias
Lamhauge til B36. Tí hevur HB
leitað eftir einum varamanni til
Teit M. Gestsson.
-Hann hevur vant við okkum
seinastu vikurnar, og nú eru
partarnir vornir samdir um at
skriva sáttmála. Talan er um
Jákup Højgaard, ið vardi málið
hjá EB/Streymi í fjør, har hann
spældi 10 dystir í Betri deildini,
skrivar HB.fo.
Jákup Højgaard er 25 ára
gamal, og sleit tey fyrstu pørini
av handskum hjá grannunum
í B36. Umframt B36 og EB/
Streym hevur Jákup Højgaard
umboðað AB og Skála. Higartil
er tað blivið til 27 dystir í bestu
deildini, og 99 í næstbestu
deildini, veit heimasíðan at siga
um nýggja málverjan.
– Eg ætli mær at gera mítt
fyri, at vit aftur koma heilt
upp í toppin at spæla. Og so eri
eg glaður fyri at gerast part
ur av einum góðum og pro
fessionellum hópi, har eg kann
menna meg nógv, sigur hann.
Eisini er tað lekkurt at vera
komin heim aftur í Gundadal,
sigur Jákup Højgaard við hb.fo.
Andreas hevur
longt við Víking
Andreas Lava Olsen heldur
fram í Víkingi. Tað boðar felagið
frá á facebook-síðu sínari í gjár.
Sáttmálin er galdandi fyri kom
andi kappingarár. 32 ára gamli
áleyparin hevur verið við heilt
frá byrjan í Víkingi í 2008.
Andreas Lava Olsen spældi í
fjør 25 dystir fyri Víking, og tað
bleiv til seks mál - fýra í lands
kappingini og tvey í steypa
kappingini.
Víkingur hevur fingið fitt av
tilgongd síðstu tíðina. Jákup
Johansen og Ari Olsen eru
komnir av Skála, og úr B36
er komin Lukasz Cieslewicz.
Nýggjur venjari í felagnum er
Eyðun Klakstein.
Dánjal er aftur í ÍF
Dánjal á Lakjuni hevur gjørt
sáttmála við ÍF fyri 2020. Hann
er uppvaksin í felagnum og
hevur spælt eitt hálvt ár við
Leiknir í Íslandi í fyrru hálvu
av 2013.
- Í dag hevur 29-ára gamli
fuglfirðingurin
sett
sína
undirskrift á sáttmála, sum er
galdandi fyri kappingarárið
2020. Dánjal valdi farna kapp
ingarár at taka ein steðg frá
fótbóltinum. Til gleði fyri
nógvar
fuglfirðingar
hev
ur lokali leikarin valt at taka
gaggurnar av hyllini aftur,
og er klárur at taka arbeiðs
handskarnar á fyri ÍF, skrivar
heimasíðan hjá felagnum og
leggur afturat:
- Vongspælarin hevur nær
um bara spælt við ÍF á síni fót
bóltsleið. Hann fór sum 16-ára
gamal út til Leirvíkar at spæla
við LÍF í seinnu hálvu av 2007.
Síðani var Dánjal knýttur at
íslendska felagnum, Leiknir, í
fyrru hálvu av 2013. Í sínum 261
dystum fyri ÍF, hevur Dánjal
skotið og lagt upp til ávíkavist
52 og 41 mál. Dánjal skal undir
skurð í komandi viku, og verður
tí ikki at síggja á vøllinum fyrr
enn í februar, stendur at lesa á
heimasíðuni.
ÍF endaði í fjør aftast á
stigatalvuni í Betri deidini hjá
monnum.
ÍF fer av landinum
Í Fuglafirði leggja teir nógv
fyri í royndini at vinna størri
úrtøku í ár, enn teirra lið
megnaði í fjør. Ein sigur og
tríggir javnleikir. Seks stig og
10. plássið og 12 stig fram til 9.
plássið. Soleiðis vóru tølini hjá
ÍF í fjør.
At eingin kvalifiseraði seg at
flyta upp úr næstbestu deildini
er orsøkin til, at ÍF aftur í ár er
partur av bestu deildini.
Og fuglfirðingar leggja nógv
fyri í royndini at vinna betri
úrslit, enn teir megnaðu ífjør.
Í kvøld vandu teir fyri fyrstu
ferð í Fløtugerði í hesum ári
num.
-Sjokkúrslitið í fjør rakti
okkum meint. Tað einasta, vit
kunnu gera, er við hørðum
arbeiði at koma afturíaftur,
sigur liðformaðurin Jan Ó.
Jákup Højgaard spældi í ár við EB/Streymi
Mynd: Álvur Haraldsen
Brandur Jacobsen, formaður og Andreas Lava Olsen
Mynd: víkingur.fo