Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. januar 2020 · Nr. 3 Ellings­gaard, og hann heldur fram: -Tvær vikur eftir kapp­ingar­ lok fóru vit í aftur arbeiðs­ hand­skarnar. Í november og des­ember hevur serligur dent­ ur verið lagdur á skaða­fyri­ byrgjandi venjingar og á at fáa grundformin upp á pláss. Hug­ lagið er gott, og spælararnir eru svangir og spentir at vaska farna kappingarár av sær. Jan Ó. Ellingsgaard veit at siga í frágreiðing til ÍF fjeppar­ ar­nar, at ÍF liðið fer til Turka­ lands á venjingarlegu í februar. Venjingarlegan er løgd stutt undan kappingarbyrjan. Fyrsta umfar í landskappingini er sett at vera sunnudagin 8. mars, tá ið ÍF skal spæla ímóti Víkingi á útivølli. Spælararnir hava lagt nógv fyri í arbeiðnum at fíggja venjingarleguna í Turkalandi. Í Fuglafirði eru teir í holtur við at byggja nýtt ítróttarhús, sum teir rokna við verður lið­ ugt seinni í ár. Venjarar hjá ÍF eru Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Lar­sen. Henrik Thomsen gevst sum formaður í TB TB hevði lýst til aðalfund 2. jan­uar 2020, men uppmøtingin var ov litil og tí bleiv avgjørt at útseta fundin eina viku, skrivar TB á heimasíðuni. Henrik Thom­sen boðaði frá, at hann takk­ar fyri seg sum formaður. - Henrik Thomsen, ið hevur verið formaður í felagnum sein­astu árini umframt at hava verið næstformaður áðrenn hetta, hevur valt at takka fyri seg sum formann í felagnum. So­statt er neyðugt at felagið fær ein nýggjan formann at leiða felagið, skrivar TB og takk­ar Henriki Thomsen fyri tíð­ina. - Ein stór tøkk til Henrik sum hevur mynda felagið sum for­maður, hansara lætta lyndið og róliga hond undir felagnum hevur verið við at tryggja støðug­leika, sum millum annað vísti seg at verða heldur buldras­ligt eftir samstarvið um felags­liðið slitnaði, skrivar TB.fo. Umframt broytingar í starvsnevndini, so eru eisi­ ni broytingar í væntu í ung­ dóms­nevndini, har trý nýggj andlit skulu vera við at mynda ungdómsarbeiði hjá Tvøroyrar Bóltfelagi. Nýggi aðalfundurin er á skrá 9. januar klokkan 19:00 við Stórá. F.C. Suðuroy leingir samstarvið við venjara Seinastu trý árini hevur Jón Pauli Olsen staðið á odda sum venjari fyri F.C. Suðuroy. Í dag boðar F.C. Suðuroy frá, at samstarvið heldur fram, tí báð­ ir partar hava verið sera væl nøgdir við samstarvið. - Okur í F.C. Suðuroy eru sera fegin um, at nýggj trý-ára av­tala er gjørd við Jón Paula, og okur fara hesi komandi árini at lyfta ungdómsfótbóltin í felagnum upp á eitt enn hægri støði, sigur formaðurin í felag­ num, Julius Vest Joensen í frá­ boðan í kvøld. Jón Pauli varð kosin til ársins venjara, tá Venjarafelagið valdi ársins ungdómsvenjara í 2019. Formaðurin vísir á, at tey hava sett á stovn Fót­bólts­aka­ demi Føroya. - Akademiið riggar sera væl, har okur út yvir allar venj­ ingar eru við at uppbyggja ein øvilsis­banka við venjingum, tað sama eru okur eisini í holt við at gera í F.C. Suðuroy. Okur hava eisini byrjað skúlafótbólt, sum er eitt tiltak fyri allar skúla­næmingar í Føroyum og hetta hevur riggað sera væl. trondur@sosialurin.fo Føroyska A-landsliðið við kvinnum skal í alt spæla seks dystir í 2020. Talan er um fimm EM-undan­kapp­ ingardystir, og ein venj­ingar­ dyst. Sum fyrireiking til komandi avbjóðingar hevur John Petersen, lands­liðs­ venjari, úttikið ein brutto­ hóp við 25 spælarum. Í fyrstu atløgu er bara talan um spælarar, sum spæla í heim­ligu kappingini. Eftir ætlan verða seks venj­ingar á skránni, áðrenn endaligi hópurin til venjingardystin móti Est­ landi verður úttikin tann 17. februar. Føroyar og Estland spæla á Tórsvølli mánadagin 9. mars. Venjingardyst móti Estlandi 9. mars John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið ein bruttohóp við 25 spælarum, sum í fyrstu atløgu skal fyrireika seg til venjingardyst móti Estlandi, sum verður á Tórsvølli mánadagin 9. mars Heidi Sevdal, HB Julia Naomi Mortensen, HB Jónvá Hentze, HB Rebekka Benbakoura, HB Sara S. Lamhauge, HB Nadja Johannesen, HB Eyðgerð Mikkelsen, HB Julia Helena Henriksen, HB Elin Maria Isaksen, HB Eyðvør Klakstein, K Evy á Lakjuni, KÍ Sanna Svarvadal, KÍ Rannvá B. Andreassen, KÍ Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Vík/B68 Annika R. Christiansen, ÍF/Vík/B68 Jacoba Langgaard, ÍF/Vík/B68 Marta Thomsen, ÍF/Vík/B68 Hjørdis Nesá, ÍF/Vík/B68 Ansy S. Jacobsen, EBS/Skála Kára Djurhuus, EBS/Skála Sarita Mittfoss, B36 Olga Kristina Hansen, B36 Jóna Nicolajsen, B36 Marjun Danielsen, B36 Hanna Jacobsen, B36 9. mars Føroyar – Estland (venjingardystur) 10. apríl Wales – Føroyar (EM 2021) 5. juni Norra – Føroyar (EM 2021) 9. juni Norðurírland – Føroyar (EM 2021) 18. september Føroyar – Norðurírland (EM 2021) Bruttohópurin: Skráin 2020: Magnus Jørmundsson, nevndarlimur í ÍF, og Dánjal á Lakjuni (t.h) Mynd: if.fo Henrik Thomsen, legenda og nú fyrrverandi formaður í TB Mynd: Rúni Thomsen/tb.fo Føroyska A-landsliðið við kvinnum skal spæla í alt seks dystir í 2020 Mynd: Bjarni Enghamar Tormóður Stórá, nevndarlimur í HB, og Øssur M. Dalbúð Mynd: hb.fo