hósdagur 9. januar 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00
til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
10. JANUAR 2020
Síðsta fríggjadag var eini maður dømdur 11
mánaðir í fongsul fyri at hava smuglað 5,3
kg av hassji við Norrønu til Føroya.
Sambært ákæranum var talan um
mann, sum sjálvur hevði fíggjað keypið,
og sum sjálvur skuldi hava vinningin,
sum ákærin metti til yvir 1,3 millión krón
ur.
Tað er at fegnast um, at tollvaldið finn
ur slíkar brotsmenn, og at teir fáa sína
revsing. Men vit hava so mangan fyrr her
í blaðnum skrivað um, hvussu tað flor
erar við rúsevnum her á landi.
Bæði løgregla og Martin Kúrberg, leið
ari á viðgerðarstovninum Frælsinum á
Eiði, havi fyrr sagt hetta í samrøðu við
Sosialin.
Hetta er sjálvandi harmatíðindi, tí tað
er als ikki neyðugt, at so nógv ólóglig rús
evni floyma inn yvir landið. Um vit tóku
okkum saman, so komu vit hesum trup
ulleikanum til lívs – ella um ikki til lívs, so
høvdu vit kunna gjørt hann nógv minni,
enn hann er.
Vit eru eitt lítið samfelag, har øll kenna
øll. Vit royna at vera ógvuliga tilvitað, tá
tað snýr seg um vanrøkt og misnýtslu av
børnum, sum eisini er sjálvsagt. Har tosa
vit javnan um fráboðanarskyldu hjá
øllum og skerpaða fráboðanarskyldu hjá
ávísum starvsbólkum. Á sama hátt
kunnu vit gera við rúsevnismisnýtslu.
Tað er púra vist, at nógv kenna bakmenn
inar, sum fylla ungdómin við rúsevnum.
Um øll, sum vita, søgdu løgregluni frá
og soleiðis nýttu sína sjálvsagdu fráboð
anarskyldu at siga frá lógarbroti, so
høvdu vit komið longur á leið. Um tað so
er sonur grannan, so sigið frá kortini.
Vónandi er tað ikki so galið, at fólk í
álitisstørvum hava áhuga í rúsevnaum
hvørvinum í Føroyum – men tað kann
vera ein orsøk til, at rótin til trupulleikan
ikki verður funnin.
Tað hevur sjálvandi týdning at steðga
rúsevnissmuglingini, áðrenn rúsevni
vera eins nátúrlig og rúsdrekka. Og áðr
enn framleiðararnir vera líka snildir, sum
rúsdrekkaframleiðarar, sum framleiða
rúsdrekka, sum beinleiðis er ætlað børn
um. Spirtus við Ga-Jolsmakki og hvat
annað tey kunnu finna uppá.
Vit eru hysterisk, tá tað kemur til tub
bak. Vit eru ov líkasal, tá tað kemur til
rúsdrekka. Latið okkum ikki gera størsta
feilin av øllum við at lata rúsevni gjøgn
umsúrga samfelagið.
Skipaða rúsevnasølan kann steðgast
– Eg fari at heita á Tórshavnar kommunu
um at broyta reglugerðina soleiðis, at hon
ikki ger mismun á borgarum í kommununi.
Tað sigur Løgtingsins Umboðsmaður nú í
einum skrivi til Tórshavnar Kommunu.
Umboðsmaðurin hevur fingið eina klagu
um, at Tórshavnar Býráð ger mismun á fólki
sum vilja keypa grundstykki frá
kommununi.
Fyri at koma upp á tal til eitt grundstykki,
ella samanbygd hús, frá kommununi, er tað
ein treyt, at umsøkjarin ikki frammanundan
eigur fasta ogn í
Tórshavnar
kommunu, ið kann
nýtast til privatan
bústað.
Sleppur ikki at
gera mun á fólki
TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ
Les eisini blaðið
á telefonini
1970: Rok á Stud
entaskúlanum
Afturhvarv síða 23
Siggert myndaði
nýggjársrøðu í
Danmark
Siðsøga 26-27
Nú kunnu listafólk senda verk inn til
árligu Várframsýningina
Árliga Várframsýningin, sum felagið Før
oysk Myndlistafólk skipar fyri, verður á
Listasavni Føroya frá 6. til 30. mars.
Várframsýningin er sensurerað fram
sýning, og ein úrvalsnevnd velur verkini
út. Í úrvalsnevndini eru Ludvík á Brekku,
Finleif Mortensen og Tove Askham. Øll
kunnu senda verk inn til várframsýning
ina.
Aftur í ár er »Frítt myndevni«, tað vil
siga listafólkið avger sjálvt, hvat tað
myndar. Rákið seinastu árini hevur ann
ars verið, at avmyndan av ávísum evnum
hevur verið sett sum krav fyri, at listafólk
kundu fáa verk síni við á framsýningar.
Tað kann sjálvandi vera bæði kúgandi og
útihýsandi.
Úrvalsnevndin vil fegin hava nógvar
ymiskar myndlistagreinir við til vár
framsýningina. Umframt sokallaðu
»vanligu« myndlistina, eggjar úrvals
nevndin fólki, sum arbeiða við installati
ón, framførslulist, ljóðlist, videolist o.ø.,
um endiliga at senda verk/verk í gerð
inn.
Verk, sum verða latin inn til metingar,
skulu ikki vera eldri enn 2 ár. Til ber at
lata í mesta lagi 10 verk inn og í minsta
lagi 3, og tað er líka mikið, hvat slag av
tøkni er brúkt. Freistin at lata verk inn er
6. februar 2020. Uppskot til verk skulu
sendast inn til teldupostadressuna
varframsyning2020@gmail.com
Í blaðnum...
Biðja um verk til
várframsýning
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri