hósdagur 9. januar 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
3
LANDSVERK
Landsverk stendur við eitt vegamót. Trý nýggj leiðarastørv skulu setast. Kortini skulu
blandast av nýggjum, og mannagongdir og virkisøkir skulu gjølliga eftirkannast og
møguliga hugsast heilt av nýggjum. Ljóðar tað sum nakað fyri teg at vera við umborð,
tá nýggi leiðslubólkurin á Landsverki setir nýggja kós fyri stovnin? Tú hevur nú
møguleikan at gera tína ávirkan galdandi.
Landsverk hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur. Vit ráðgeva myndugleikunum og gera ætlanir
og forkanningar, í sambandi við landsvegir, tunlar, havnir, bygningar, tyrlupallar og innan fl ogvallaøkið. Harafturat
framleiða og selja vit eisini grót, skerv og asfaltblandingar, eins og stovnurin stendur á odda fyri bygging, rakstri og
viðlíkahaldi hjá tí almenna undir landinum.
Nýggja Fíggjardeildin tekur sær av fíggjarstýring,
bókhaldi og innan- og uttanhýsis játtanareftirliti.
Millum annað í sambandi við verkætlanarstýring og
rakstrarætlanir. 5 fólk starvast á Fíggjardeildini.
Sum fíggjarleiðari á Landsverki hevur tú ábyrgdina
av at leiða, menna og samskipa virksemið á deildini.
Starvið er f ølbroytt við stórum avbjóðingum. Tú verður
partur av leiðslutoyminum við ábyrgd av eini røð av
týdningarmiklum uppgávum fyri allan stovnin. Fíggjar-
leiðarin er harafturat nærmasti ráðgevi hjá stjóranum
í fíggjarspurningum og skal tryggja, at leiðslan til
einhvørja tíð hevur best møguligt grundarlag at taka
støðu og avgerðir út frá og at virka eftir. Somuleiðis ert
tú ein drívmegi í menningini av stovninum.
Nýggja Starvsfólkadeildin verður ein f ølbroytt
deild, sum skal veita stovninum tænastur innan
starvsfólkamenning og -umsiting, løgfrøðiliga
ráðgeving, KT og HTU, heilsu, trygd og um hvørvi.
10 fólk starvast á deildini.
Starvsfólkaleiðarin fær ábyrgdina av at leiða,
menna og samskipa virksemið á Starvsfólka-
deildini. Tú verður partur av leiðslutoyminum
við ábyrgd av at gera strategiskar ætlanir fyri
og samskipa fakligu og persónligu menningina
av starvsfólkatilfeinginum á Landsverki. Rætta
fólkinum kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi og sera
áhugavert starv, har tú sjálv/-ur fært møguleikan
at leggja alt starvsfólkaøkið til rættis.
Nýggja Virkisdeildin á Landsverki fevnir um alt
okkara f ølbroytta virksemi kring landið. Á deildini
starvast í alt 90 fólk, ið fáast við rakstur og við-
líkahald av landsvegakervinum, smiðjuarbeiði,
asfalt- og skervframleiðslu og umsiting av
tyrlupallum á útoyggj.
Sum leiðari á Virkisdeildini ert tú partur av
leiðslutoyminum og hevur ábyrgd av at leiða,
samskipa og menna raksturin og viðlíkahaldið
á infrakervinum og á framleiðsluøkinum.
Somuleiðis at syrgja fyri, at maskinur og amboð
altíð eru í góðum standi. Rætta fólkinum kunnu
vit bjóða eitt avbjóðandi og áhugavert starv.
Umsóknarfreistin er 20. januar 2020
Leiðari til Fíggjardeildina
Leiðari til Starvsfólkadeildina
Leiðari til Virkisdeildina
1.
2.
3.
VILT TÚ VERA
VIÐ TIL AT
FORMA FØROYAR
Við samanlagt 145 starvsfólkum er Landsverk, sum varð stovnað í 1948, eitt av størstu arbeiðsplássunum í landinum. Við
høvuðssæti í hjartanum á høvuðsstaðnum, átta vegastøðum kring landið, trimum smiðjum, tveimum asfaltverkum, trimum
grót- og fýra skervverkum, einari bitumengoymslu og seks saltgoymslum, er Landsverk ein stovnur, ið er virkin um alt landið.
Les meira um størvini á landsverk.fo
3 LEIÐARASTØRV TIL LANDSVERK