Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020 SOSIALURIN 4 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Tummas í Garði verður nýggjur varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya Aftaná 1. februar verður ikki longur møguligt at boða frá fiskiskapi við at ringja til fráboðanarskipanina eins og áður Ein maður varð er dømdur 11 mánaðar fongulsrevsing í Føroya rætti fyri at royna at smuggla 5,3 kilo av hashi til Føroyar Ein 38 ára gamal maður er varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri hóttanir móti bæði mammu og unnustu síni, umframt harðskap og grovan harðskap, har hann sambært ákæranum hevði roynt at koyrt á mammu sína við einum bili Nýggja súrdeiggjbakaríið Breyðvirkið fer at lata upp í hølunum hjá gomlu kiosk Activ á Jónas Broncksgøtu Illveður MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Tað fer nú at kosta 200 krónur at sigla aftur og fram millum Myki­nes og Sørvág. Samstundis verður tað ókeypis fyri før­ oyingar at ganga í haganum í Mykinesi, meðan gjaldið fyri útlendsk ferðafólk hækkar úr 100 krónum til 200 krónur 200 200 Sprotin: illveður h13e 1 ringt veður, vánaveður, hann gjørdi illveður av útsynningi; er illveður í, skal verða gott veður sunnudag Tað hevur verið stormur og regn seinastu nógvu dagarnar, og hetta hevur sett sín dám á virksemið í landinum. Ringa veðrið hevur havt óvanliga nógvar avlýsingar í samferðsluni við sær, og hetta veri seg bussar, ferjur og flogfør. Eisini skúlar og dagstovnar hava kent seg noydd at avlýsa. So samfelagið hevur í ein vissan mun ligið lamið orsakað av ringa veðrinum seinastu dagarnar. "Tjúgu-tjúgu ella tveytúsundogtjúgu?" “17 sangarar stóðu uttanfyri Rúsuna í Klaksvík......... Mann skal vera atjan fyri sleppa inn." Alt var sett í gongd herfyri, tí Kringvarpið kundi vísa myndir av onkrum, sum tey hildu líktist smálaksi við bátabrúgvarnar í Klaksvík. U m h v ø r v i s s t o v a n o g landsdjóralækni vóru á gosi um málið. Umhvørvisstovan segði, at hesum mátti skil fáast á og landsdjóralæknin vildi hava eina frágreiðing frá laksafyritøkuni í økinum. Men “the grand old man” á Norðlýsinum, Olivur Joensen, valdi eina meira einfalda loysn. Hann vór oman á brúgvarnar – veiddi ein ternumurt og so var málið uppklárað, Hann kallaði ternumurtin fyri “havnalaks”. Tí ternumurtar og seiður vóru tað, sum enn einaferð høvdu vilt seg inn ímillum bátabrúgvarnar. Ája! Vanliga er rættuliga friðarligt í Føroyum eftir jólajalguna og ársskiftið. Hesaferð var øðrvísi – í hvussu so er við veðrinum. Vit hava havt ódnarveður og lágtrýstini stamda í kø vestanfyri. Tað er ikki óvanligt, men okrir serfrøðingar halda, at tey helst eru fleri enn tey plaga at vera – lágtrýstini. Men vit eru mitt í vetrinum, sum higartil ikki hevur hav nógvan kava við sær, men heldur nógv regn. Dagarnir fara at leingjast aftur og sólin hevur verið so lágt sum tilber, men vit kunnui lættliga fáa kulda í vetrarmánaðunum sum eftir eru. Ája! Tað var ikki smávbegis tollararnir funnu, tá ið tedir tóku ein bil, sum kom við Borrønu um hálvan desember. Í bilinum funnu teir meira enn fimm kilo av hasj. Ákæruvaldið metti, at prísurin á marknaðinum í Føroyum var meira enn 1,2 milljónir krónur. Maðurin, sum koyrdi bilin er dømdur í Føroya rætti 11 mánaðar fongsulsrevsing. Hann greiddi frá, at hann einsamallur stóð fyri innsmuglingini og hann sjálvur hevði keypt hasj og tók tað vil til Føroyar. Ája! Vit hava fingið eina nýggja fiskivinnuskipan og fyrstu nýggjaru línuskipini eru komin til landið. Í gjár kom Klakkur á Klaksvík. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at hetta er mest nýmótans línuskip í føroyska flotanum. Umframt at hann er nýggjur og framkomin, so er arbeiðsgongdin øðrvísu umborð. Klakkur hevur ein brunn mitt í skipinum har línan kemur inn í gjøgnum. Hetta ger, at skipið kann fiska í verri veðrið og at øll manningin arbeiðir undir dedkki. Eitt stórt framstig í línuflotanum. Tíbetur hava viðurskiftini lagað seg soleiðis hesi seinnu árini, at línuflotin hevur fingið meira burturúr enn gjøgnum rakárini frammanundan. Ája! H o n d b ó l tu r i n e r byrjaður aftur og okkara manslandlið er farið til Luxembourg at spæla. Tríggir dystir eru á skránni, so vit fáa at síggja hvar vit standa. Fystirnir eur móti Litava, Slovakia og Luxembourg. Fyrst dysturin verður spældur í dag klokkan 16 og tilber at hoyra frásøgn frá dystinum á FM1. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At bara 178 fólk móttaka arbeiðsloysisstuðul frá ALS? Hetta talið er metlágt FRÍGGJADAGIN Gul til stívt andøvsgul av útsynnin- gi, 5 til 10 m/s. Út á dagin stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Seinni upp í skrið, 20 m/s, og regn. Um náttina skrið ella stormur, 18 til 23 m/s. Hitin millum 3 og 7 stig. LEYGARDAGIN Strúkur í vindi upp skrið av út- synningi, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn, um náttina kanska heglingur. Hitin millum 2 og 6 stig. SUNNUDAGIN Strúkur í vindi upp skrið av út- synningi, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn, um náttina kanska kavi ella heglingur. Hitin millum 2 og 6 stig. 13-18 m/s 13-18 m/s 5-10 m/s