hósdagur 9. januar 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
5
BÚNAÐARGRUNNURIN
R. C. Effersøesgøta 4
Postrúm 50
110 Tórshavn
STJÓRI TIL
BÚNAÐARGRUNNIN
Í sambandi við at verandi stjórin í Búnaðargrunninum hevur sagt
seg úr starvi, verður søkt eftir stjóra at byrja skjótast til ber.
Um Búnaðargrunnin
Endamálið við Búnaðargrunninum er at veita fígging til menning
av føroyskum landbúnaði og fíggja kostnaðin av at reka
jarðarumsitingina. Harumframt umsitur grunnurin fígging av
festikontu og felags festipulju.
Búnaðargrunnurin verður umsitin av einum av
landsstýrisfólkinum í Umhvørvis- og Vinnumálum valdum stýri
við 5 limum.
Meiri fæst at vita um Búnaðargrunnin á www.bg.fo
Starvið
Stjórin hevur dagligu leiðsluna av Búnaðargrunninum um hendi
við tilvísing til stýrið, og skal tryggja eina dygdargóða, dagliga
fyrisiting av grunninum.
Stjórin hevur ábyrgdina av dagliga samskiftinum við lántakarar,
almennar myndugleikar og onnur viðskiftafólk og skal koma við
tilráðingum til stýrið í sambandi við lántøkur, umleggingar av
lánum, fígging av festikontum og felags festipulju og í sambandi
við umsóknir um saneringar.
Stjórin hevur somuleiðis ábyrgdina av ognarumsitingini hjá
grunninum undir teimum fyritreytum, sum stýrið setur.
Løn
Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.
Umsøkjarin
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin
•
hevur royndir innan fíggjarviðurskifti, roknskap, leiðslu og
fyrisiting
•
hevur góð samstarvsevni og leiðsluførleikar
•
hevur innlit í føroyskan landbúnað og
landbúnaðarviðurskiftir
Umsóknir
Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast
til SPEKT løggildir grannskoðarar Sp/f, Staravegur 17,
Postsmoga 3258, 110 Tórshavn, att. Beinta Jensen, skrivari, ella
umvegis teldupost til bj@spekt.fo
Umsóknarfreistin er 15. januar 2020.
Eru spurningar til starvið, ber til at venda sær til til Símun
Gullaksen, stýrisformann, á telefon 217055.
Allar upplýsingar og umsóknin verða viðgjørd í trúnaði.
Klakkur skal fiska
fyri 50 milliónir
Í gjár kom nýggi Klakkur, KG 9, inn
á Klaksvík. Fyrst í komandi viku
ætla teir til Flemish Cap. Ætlandi
skulu teir fiska fyri 50 milliónir
krónur um árið fyri at klára tað
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
– Vit eru sera glaðir fyri skipið. Vegna ill
veður sigldu vit ikki so skjótt, nú vilt sigldu
heim, men skipið roynast sera væl, sigur
Líggjas Johannesen.
Skipið er keypt úr Ålesund í Norra.
Frystilínuskipið at áður Geir II, og er bygt
í 2010.
Brøðurnir Líggjas og Bethuel Johanne
sen í Klaksvík hava saman við øðrum keypt
skipið.
Skipið hevur tað, tey rópa moon pool,
tað er, at línan verður drigin upp gjøgnum
botnin, mitt inni í skipinum. Hetta er fyrsta
skipið í Føroyum við tílíkum dragiholi.
Skipið hevur eisini flakaverksmiðju og
kann frysta fiskin umborð.
Flemish Cap
Nú, skipið er komið, eru ymisk smáting, ið
skulu gerast, áðrenn skipið fer til fiskiskap.
– Eg vænti, at vit fara avstað fyrst í kom
andi viku. Tá fara vit til Flemish Cap at fiska
kvotuna har, sigur Líggjas Johannesen.
Enn er tað formliga ikki komið upp á
pláss við fiskiloyvi til Flemish Cap, men
eigarin heldur ikki, at tað verður nakar
trupulleiki. Annars er ætlanin, at skipið
fer at royna við Føroyar og undir Íslandi.
Fiska fyri 50 milliónir um árið
Men hvussu nógv skal til, fyri at tað skal
mala runt.
– Vit skulu fiska fyri 50 milliónir krónur
um árið fyri at tað skal mala runt. Norð
menninir fiskaðu fyri 99 milliónir norskar
krónur í fjør og tað var met hjá teimum.
Við gamla Klakki fiskaðu vit fyri umleið 49
milliónir krónur í fjør. Tá høvdu vit bara
eina manning, men nú verður hálvonnur,
og tí fer skipið at liggja minni við kai, sigur
Líggjas Johannesen, sum ikki vil upplýsa
keypsprísin.
17 mans vera við
Smápartafelagið undir Klakki tók við skip
inum 2. januar.
Klakkur er 51,3 metrar langur, 12,4 metrar
breiður og tekur 370 tons.
Brøðurnir Líggjas og Bethuel Johanne
sen fara at skiftast at vera skiparar.
17 mans vera við skipinum. Fyrsta túrin
vera eisini nakrir norðmenn við fyri at læra
nýggju manningina upp. Teir, sum vóru við
gamla Klakki, fara yvir á nýggj Klakk.
Gamli Klakkur eitur nú Jákup B.
Nýggi Klakkur, tá hann kom at bryggju í Klaksvík í gjár
Mynd: Dávur Winther
Eigararnir Líggjas Johannesen, Bethuel Johannesen og Hanus Hansen
Mynd: Dávur Winther