hósdagur 9. januar 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
6
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Á
pinkubarnadeildini á
sjúkrahúsinum í Aal
borg hoyrist nýføddur
barnagrátur. 30 ára
gamla Barbara Tausen hevur fyri
stuttum átt tvíeggjaðu tvíburar
sínar – ein lítlan drong og eina
lítla gentu.
Í sjálvum sær er eitt tvíburapar
einki eindømi. Í Danmark vóru 932
av 60.742 barnsburðum fleirburar
– tað er tví-, trí- ella fjórburar – í
2018. Teir allarflestu av hesum
vóru sjálvsagt tvíburar.
Hálvtannað prosent av øllum
føðingum í Danmark eru tvíburar.
Hetta er á leið ein út av 65. Ein
týðilig afturgongd frá 2008, tá
prosentalið lá á 2,2 ella á leið ein út
av 45, skrivar Danmarks Statistik.
Men Barbara hevur ligið her
fyrr, tí í 2015 átti hon tvíbura
genturnar Rúnu og Rósu. Hetta
er tí annað tvíburaparið hjá ungu
familjuni, sum 3. januar vaks frá
fýra til seks.
– Hov, nú trúði eg eina lítla
løtu, at her vóru tvey sett av
tvíburum! Segði barnalæknin í
gjár, tá hon kom inn at hyggja til
nýføðingarnar hjá okkum, meðan
fýra ára gomlu tvíburasystrarnar
eisini vóru og vitjaðu. Tað kom
óvart á hana, tá eg svaraði, at hon
hevði rætt, sigur Barbara Tausen
lættliga.
Ikki ein støða, ið hon hevði
ímyndað sær, tá hon og sjeikurin,
29 ára gamli Gunnar í Dali, av
gjørdu, at tey fegin vildu hava eitt
barn aftrat. Tey hildu, at trý børn
var passandi, greiða tey frá.
– Vit hava í longri tíð ikki vitað,
um vit vildu hava fleiri børn. Men
sum Rúna og Rósa vuksu til, vórðu
sjálvbjargnari og løgdu bæði blæ
una og suttuna av, fóru vit at
spæla okkum við tankan um eitt
barn aftrat, sigur Barbara Tausen.
– Tað sá so hugnaligt út at hava
bert ein nýføðing, flennir hon.
Tey liggja nú á pinkubarna
deildini í nakrar dagar, tí lítla
diddan var nakað lítil. Nýføðing
arnir fáa mjólk gjøgnum sondu, og
Barbara skal vera innløgd saman
við teimum, til tey sjálvi duga at
súgva og taka fløskuna.
Tvíburaparið varð borið í heim
við keisaraskurði í viku 36, tí
læknarnir sóu, at diddan tyktist
stressað, og tí var best fyri hana
at koma út. Tá tey vórðu borin í
heim 3. januar, vigaði diddan 1900
gram og beiggin 2700 gram.
Sermerkt við tveimum
tvíburapørum
– Tá eg varð við barn fyri aðru
ferð, vaks búkurin sera skjótt. Og
inni í mær sjálvari hevði eg eina
kenslu av, at eg gekk við tveimum,
hóast eg eisini visti, at tað ikki var
sannlíkt, sigur Barbara Tausen.
Ivin fylti nógv hjá Barbaru,
sum als ikki kláraði at fáa frið í
kroppin fyrr enn hon við vissu
visti, um tað var eitt ella tvey lítil
hjartaljóð í lívmóðurini.
– Vit valdu tí at bóka tíð til eina
privata skanning í viku níggju,
og eg var so ómetaliga nervøs.
Læknin spurdi, um vit høvdu
roynt hetta fyrr, og eg greiddi frá,
at eg átti tvíburar, og eg vildi bara
vita, um eg gekk við einum ella
tveimum hesuferð, sigur hon.
Lækin vissaði bæði Barbaru og
Gunnar um, at sannlíkindini fyri,
at tey nú aftur fingu tvíburar vóru
so lítil, at tað var hon vís í ikki var
tilfeldið. Hon segði Barbaru, at
hon skuldi als ikki vera nervøs, tí
hon fór ikki at fáa tvíburar aftur.
Síðani fór læknin at skanna
búkin hjá Barbaru, sum longu tá
var farin at vaksa.
– Tá sóu vit við tað sama, at har
vóru tvey fostur á skerminum,
flenna tey bæði.
– Læknin varð so bilsin og segði,
at hetta var ótrúligt og fyrstu ferð
øll tey 15 árini, hon hevði arbeitt
sum lækni, at hon hevði upplivað
hetta, sigur Barbara Tausen.
– Nú hugsi eg ikki so nógv um,
at tað eru tvíburar, eg havi gingið
við – tí eg havi í veruleikanum ikki
roynt annað enn at átt tvíburar.
Tað var meir tað, at fara frá tveim
um børnum til fýra børn í einum,
sum virkaði nokkso ógvusligt í
mínum høvdi, sigur Barbara Taus
en.
Tá Barbara og Gunnar síðani
fóru til kommunulækna, sum
man jú ger, tá man er við barn,
vildi kommunulæknin heldur ikki
trúgva tí.
– Tvíburar er hetta so ikki, segði
kommunulæknin okkum tá, og
hann vildi ikki trúgva mær, tá eg
TVÍBURAFORELDU
TVÆR FERÐIR Á R
Læknarnir trúðu ikki sínum egnu eygum, tá ið
teir kannaðu Barbaru, sum var við barn. Hetta var
nevniliga aðru ferð í fýra ár, at hon skuldi hava
tvíburar og tað høvdu teir ikki sæð fyrr. Barbara
var skelkað, men tíbetur var papin róligur og errin
og nú gleða tey seg til at flyta aftur til Føroya
Læknin varð so
bilsin og segði, at
hetta var ótrúligt
og fyrstu ferð øll tey
15 árini, hon hevði
arbeitt sum lækni, at hon hevði
upplivað hetta
PERSÓNSØGA
Læknarnir bilsnir:
Rósa og Rúna vísa, hvussu nógv børn eru í búkinum hja mammuni
Tvíburar eru tveir einstaklingar, ið
mennast í sama barnsburði, og sum síðani
verða fødd beint eftir hvønn annan. Tað
eru tvey sløg av tvíburum; nevniliga
eineggjaðir og tvíeggjaðir tvíburar.