hósdagur 9. januar 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
7
segði honum, at vit høvdu fingið
tað staðfest til skanningina, sigur
Barbara skemtiliga.
Hóast støðan hjá Gunnari
og Barbaru kemur óvart á, hava
læknarnir tó ikki tosað við tey
um, hvussu sannlíkt tað er, at
tveir eftirfylgjandi graviditetir
eru fleirburar.
Gunnar í Dali greiðir frá, at
tað verða nógvir tvíburar føddir
í Danmark vegna tað, at fleiri
kvinnur fáa hjálp til at gerast við
barn, men tølini fyri tær, ið natúr
liga verða við barn við tvíburum
er støðugt.
Kanningar vísa tó, at eftir at
ein kvinna hevur átt tvíeggjaðar
tvíburar, eru líkindini fyri, at
hon eigur eitt par aftrat tríggjar
til fýra ferðir størri enn hjá
teimum, ið einki tvíeggjað
tvíburapar hava átt, skrivar
multiplesofamerica.org. Tað
eru bæði arvaðir og umhvørvis
treytaðir eginleikar, sum eru
orsøkin til hetta. Kvinnur, ið
hava átt tvíeggjaðar tvíburar,
og tí hava hyperovulatión, hava
longu lættari við at fáa tvíburar,
og tá tær fyrr hava átt tvíburar,
er eisini størri møguleiki fyri, at
lívmóðurin aftur megnar at bera
eftirfylgjandi fleirburar.
Tó eru sanlíkindi størri fyri,
at kvinnan bert berur eitt barn
komandi barnsburðin, eftir at hon
hevur átt tvíburar.
Var ein skelkur
Fyri Barbaru Tausen var hvøkkur
in nógvar ferðir størri aðru ferð,
enn hann var fyrstu ferð, parið
fekk somu tíðindi.
– Eg varð skelkað, og hugsaði
við tað sama, at vit kunnu ikki
búgva í Danmark longur, vit mugu
flyta heim, sigur mamman.
Gunnar í Dali greiðir frá, at
hann var ikki líka skelkaður sum
Barbara, og hann tók tíðindini við
framfýsni.
– Vit vita jú longu, hvussu
stóra gleði eitt tvíburapar hevur
av hvørjum øðrum. Tað síggja vit
í gerandisdegnum, tá vit eygleiða
Rúnu og Rósu. Og tá vit høvdu
tosað um tað, og eg hevði inn
stillað meg upp á nýggja veru
leikan, gleddi eg meg, sigur hann
stoltur og eyðsýnt róligur.
– Tað er øgiliga spesielt, eg
kenni ongan annan, sum hevur
tvey sett av tvíburum, leggur hann
aftrat.
Tey greiða bæði frá, at tá fam
iljan vaksur frá fýra til seks í
einum, fylgja aðrar avbjóðingar
við. Tey máttu til dømis hava
størri bil, og tey vistu bæði, at tíðin
var inni til, at tey nú fluttu heim,
hóast tey ikki høvdu avgjørt, nær
tað fór at verða.
– Lukkutíð er Gunnar ein rólig
typa, tí tað er gott undir slíkum
umstøðum, sigur Barbara Tausen.
–Tað hjálpir ikki at stressa um
tað, leggur Gunnar í Dali aftrat.
Hóast tað eru fleiri tvíburar í
familjunum hjá bæði Barbaru og
Gunnari, so høvdu hvørgan teirra
hugsað um, at tey eisini fóru at
fáa tvíburar, tá Barbara varð við
barn fyrstu ferð. Og so als ikki
aðru ferð eisini. Barbara greiðir
frá, at abbabeiggjar hennara –
pápabeiggjarnir hjá pápa hennara
– vóru tvíburar, og mamma
Gunnar er eineggjaður tvíburi.
Í stóru norsku medisinska al
frøðibókini stendur, at í summum
familjum eru tað fleiri tvíeggjaðar
tvíburar enn í øðrum familjum,
og tað kann staðfestast, at tað
er arvaligt, at fáa tvíeggjaðir tví
burar. Tað er tó ikki arvaligt, at fáa
eineggjaðar tvíburar.
Kvinnur, ið sjálvar eru tvíeggj
aðir tvíburar fáa oftari eisini tví
burar enn aðrar kvinnur. Júst hví
summar kvinnur hava lættari við
at fáa tvíburar enn aðrar er ikki
heilt vist. Tað kann vera tengt at
hormonum, ið økja møguleikan
fyri at kvinnan loysir tvey egg
ístaðin fyri eitt, tá hon hevur egg
loysn.
Eisini hækkar møguleikin fyri
at fáa tvíburar, tá kvinnan gerst
eldri, og er hægst, tá kvinnan er
millum 35 og 39 ár.
UR
RAÐ
Vit hava í longri
tíð ikki vitað, um
vit vildu hava fleiri
børn. Men sum Rúna
og Rósa vuksu til,
vórðu sjálvbjargnari og løgdu
bæði blæuna og suttuna av, fóru
vit at spæla okkum við tankan um
eitt barn aftrat
Systrarnar eru stoltar og glaðar fyri at hava fingið hvør sítt systkin at rura
Talan er um tvíeggjaðir tvíburar – ið eisini verða
nevndir dizygote tvíburar – tá tvey egg verða
gitin av hvør síni sáðkyknu. Tvíburaparið líkist
tí ikki meir í arvaeginleika enn vanlig systkin.
Tvíeggjaðir tvíburar kunnu vera sama ella
ymisk kyn. Á leið helmingurin av tvíeggjaðum
tvíburum er ein genta og ein drongur.
Framhald á síðu 8