Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020 SOSIALURIN 4 8 PERSÓNSØGA Flyta heim aftur Unga parið av Tvøroyri hevur búð í Aalborg síðstu seks árini, har Gunnar hevur lisið til eletrikara og el-innleggjara og Barbara hevur lisið námsfrøði. Men nú, eftir at tey hava fingið tveir lítlar nýføðingar, eru tey í ferð við at flyta heim aftur til Føroya at búgva, har tað eru fleiri hjálpandi hendur og uggandi favnar at heita á komandi tíðina, sum avgjørt fer at hava avbjóðingar við sær. Tey hava fingið eini hús á Tvøroyri, sum tey kunnu leiga, og Barbara hevur enn­tá eitt starv, ið bíðar henni, tá barnsburðarfarloyvið er av. Hon er útbúgvin námsfrøðingur, og fer tá at arbeiða á sama stovni, sum bæði tvíburapørini fara at ganga á. – Eg skal tí møta til arbeiðis við fýra børnum og fara heim við fýra børnum hvønn dag, sigur hon ov­ far­in. Flytingin stendur fyri durum, og síðst í mánaðinum hava tey addressu í Føroyum aftur. Um nakrar dagar koma omm­ ur­nar niður at vitja, og tær taka eldru døturnar við sær til Føroya, og síðani sigla Barbra og Gunnar heim við nýføðingunum. – Vit gleða okkum at flyta til Tvøroyrar, har báðar ommurnar og báðir abbarnir eisini búgva. Tey eru eisini ómetaliga spent, til vit koma heim. Eisini gleða vit okkum til at koma í eini hús at búgva, eftir at hava búð í íbúð í fleiri ár, sigur Gunnar í Dali. Tey siga bæði við ein munn, at tað til tíðir hevur verið hart at verið burtur frá familju og staðið uttan barnagentur seinastu árini, hóast familjan hevur verið røsk at vitja tey. Á Páskum skal tvíburaparið doyp­ast, men Barbara og Gunnar hava enn ikki avgjørt, hvussu tey skulu eita. Vit vita jú longu, hvussu stóra gleði eitt tvíburapar hevur av hvørjum øðrum. Tað síggja vit í gerandisdegnum, tá vit eygleiða Rúnu og Rósu Barbara byrjar at fáa búk. Rúna og Rósa vístu ofta at tær vóru spentar við at mussa og klemma búkin Á Ólavsøku 2019 varð nýggjheitin kunngjørd. Øll sum tey møttu og prátaðu við høvdu viðmerkingar, og tað bleiv ikki tosa um annað Talan er um eineggjaðir tvíburar – ið eisini verða nevndir monozygote tvíburar – tá eitt gitið egg fer í tvíningar og verður til tvey einstøk fostur innan 14 dagar eftir gitningina. Eineggjaðir tvíburar eru av sama uppruna, og tí hava teir sama arvaeginleika, so sum blóðtypu og eru altíð sama kyn. Síðstu fimm árini er vóru tað í miðal 1005 tvíburar føddir í Danmark. Tað er 28 prosent færri enn tey fimm árini frammanundan. Fallið av tvíburatalinum er orsakað av menningini innan fertilitetsviðgerð. Fyrr vórðu altíð tvey gitin egg sett upp, men tað verður ikki gjørt longur.