hósdagur 9. januar 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
9
Hoyvíkssáttmálin
undirskrivaður í vár
Afturtøkan av uppsøgnini av Hoyvíkssáttmálanum
ger, at avtalað er at gera broytingar í
sáttmálanum - tað verður í vár
ÁRNI GREGERSEN
H
andilssáttmálin mill
um Føroyar um sína
millum handilsviður
skifti var uppsagdur
at fara úr gildi 1.januar í ár.
Táverandi landsstýrismaðurin
við uttanríkismálum, Poul Mich
elsen, segði sáttmálan upp við 12
mánaðar uppsagnarfreist.
Orsøkin var, at í undanfarma
samgonguskeiði var lógin um fyri
siting av sjófeingi samtykt og sam
svar var ikki millum nýggju lógina
og handilssáttmálan við Ísland,
sum vanliga verður nevndur Hoy
víkssáttmálin.
Uppsøgnin var eitt tingmál og tí
var tað aftur fyri í tinginum fyri jól,
tá ið núverandi landsstýrismaður
við uttanríkismálum skeyt upp, at
uppsøgnin var tikin aftur.
Løgtingið samtykti at taka
uppsøgnina aftur og samstudis
hava samráðingar verið millum
íslendingar og føroyingar um
tilagingar í sáttmálanum.
- Tað verður framvegis arbeitt
við tillagingunum, men vit hava
undirskrivað eitt skjal um, hvørjar
broytingar vit eru samdir um, sigur
Jenis av Rana, landsstýrismaður
við uttanríkismálum.
Viðvíkjandi ognarrlutinum
hjá íslendingum í føroysku fiski
vinnuni, so er tað longt til 12 ár
eftir teimum broytingum, sum
eru gjørdar í lógini um sjófeingi,
men onki er sum forðar fyri, at ís
lendingar framvegis sleppa at eiga
í føroysku fiskivinnuni, eftir at 12
ár eru liðin.
Hetta tí at Hoyvíks-sáttmálin
hevur størri tyngd enn føroysk
lóg, tí talan er umaltjóða avtalu.
Broytingar
Føroyingar hava gjørt avtalur við
íslendingar um nakrar broytingar
í sáttmálanum.
Millum annað hava føroyingar
ikki kunnað selt apotekaravørur
til Íslands, tí hesum forðar íslendsk
lóg fyri. Fyri at hetta kann gerast,
so er neyðugt, at íslendska Altingi
ger nakrar lóggarbroytingar.
- Tað eru teir í ferð við nú. Al
tingið viðger málið og væntandi
verða lógarbroytinganar gjørdar
í hesum mánaðinum, sigur Jenis
av Rana.
Ein onnur broyting, sum før
oysk vinnulív hevur eftirlýst, er
at føroyingar mugu sleppa at selja
víðarivirkaðar vørur úr triðja
londum til Ísalands.
- Hetta er komið við. Fyribils
kunnu vit virka og selja 40 tons av
triðjalands-vørum og selja tær til
Íslands. Hetta er ein stórur møgu
leiki, sum vit nú fáa at síggja um
føroyskt vinnuív tekur til sín, sig
ur hann.
Landsstýrismaðurin heldur, at
hetta er ein byrjan.
- Hurðin er gloppað, so nú
kunnu vit arbeiða víðari við tí,
leggur hann afturat.
Fyri Havsbrún, sum selir fóður
til Íslands, er tað avgerandi at sátt
málin er í gildi og at hann virkar.
- Var sáttmálin uppsagdur, so
noyddust vit at gevst at selja fóð
ur til Íslands. So hevði tollurin
verið 55 prosent, so tað sigur seg
næstan sjálvt, sigur Odd Eliasen,
stjóri á Havsabrún.
Fiskivinnan
Íslendingar eiga sum er partar av
føroysku fiskivinnuni.
Broytingarnar í lógini um sjó
feingi, sum vóru gjørdar fyri jól,
forða heldur ikki fyri at hetta
kann halda fram.
Altjóða sáttmálan viga meira
enn føroysk lóg og tí er onki í
broytingini í lógini, sum tvingar ís
lendigar úr føroysku fiskivinnuni.
Hinvegin, so hevur føroyingar
sama møguleika at luttaka í ís
lendsku fiskivinnuni.
Undir orðaskiftinum um upp
søgnina av Hoyvíks-sáttmálanum
vóru tað fleiri tingfólk, sum mæltu
til, at hetta var gjørt um til eitt
uppskot til samtyktar heldur enn
til lóg.
Fleiri søgdu, at varð hetta gjørt,
so fór sáttmálin við Ísland ikki at
yvirtrumfa føroysku lógina um
fyrisiting av sjófeingi.
Hetta vann tó ikki frama og tí
er framvegis talan um eina lóg.
- Vit hava nú eina avtalu og
vit ætla at hon skal skrivast und
ir í seinasta lagi 1.juni í ár, sigur
landsstýrismaðurin við uttan
ríkismálum.
POLITIKKUR
Føringar vilja sleppa at selja apoteksvørur til Íslands.
Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum.