hósdagur 9. januar 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
10
Stórir møguleikar eru fyri føroyskari
filmsvinnu, og áhugin uttanlands fyri føroyskari
filmsframleiðslu veksur. Men filmsvinnan fer
ikki at vaksa av sær sjálvari, og tí er neyðugt at
viljin - og eisini fíggjarligi stuðulin - frá almennu
Føroyum verður sterkari. Tað heldur Jón Hammer,
ið er ein teirra, ið hevur tikið djørvu avgerðina at
stovna egið filmsframleiðslufelag í Føroyum
STEINAR PATURSSON
Kykmyndir
Jón Hammer stovnaði Kykmyndir
í 2017, meðan hann framvegis búði
í Danmark. Tað tekur tíð at fram
leiða film, og tískil er einki liðugt
framleitt enn, men fleiri verkætl
anir liggja í stoypiskeiðini hjá
Kykmyndum.
– Eg stovnaði felagið, tí eg hevði
verið við til at framleiða fleiri før
oyskar stuttfilmar áðrenn, og eg
hevði verið við til at framleiða ein
føroyskan spælifilm. Men tað var
fyri onnur feløg, og eg helt, at eg
skuldi gera mítt egna felag. Tað
hevur verið í uppstartinum sein
astu tvey árini, og eg havi roynt at
fingið fígging til verkætlanir. Eg
havi ein dreym um at gera spæli
filmar, ið fara út um landoddarn
ar, sigur Jón Hammer.
Hóast einki er liðugt enn, so
eru fleiri framleiðslur í gongd.
Jón Hammer framleiðir nýggja
filmin hjá Sakaris Stórá, fyrsta
spælifilmin hjá Anton Petersen,
umframt framleiðslusamstarv við
Rógviper um dokumentarfilmin
Heartest um Sigrun Gunnarsdótt
ir, sum júst hevur fingið stuðul frá
Norddok.
Berlinale Co-
Production Market
Jón Hammer var í fjør á Berlinale
Co-Production Market (BCPM)
saman við Torfinni Jákupsson,
har teir royndu at fáa fígging til
krimirøðina TROM, og aftur í ár
er hann á BCPM við nýggjari verk
ætlan.
Berlinale er ein av størstu
filmsfestivalunum í heiminum og
er kanska tann mest umráðandi
fyri Norðurlond. Til Berlinale er
eisini BCPM, ið er eitt slag av for
um, har filmsverkætlanir kunnu
finna fígging.
– Berlinale Co-Production
Market er nokk tað besta co-
production market í heiminum.
Tey velja 30 verkætlanir frá øll
um heiminum, kanna fíggjar
ætlanirnar til verkætlanirnar
og so framvegis. So royna tey at
matcha hesar verkætlanir við eini
500 fólk, ið vilja koma inn at møta
hesum verkætlanunum.
Co-Production Market setir
sostatt framleiðarar í samband
við pengafólk, ið hava hug at
fíggja filmsverkætlanir, soleiðis
at verkætlanirnar bera á mál.
– Eg kann siga við tey, at eg
havi so og so nógva fígging úr
Føroyum, og mær tørvar so og
so nógva fígging aftrat. So kann
onkur koma úr Týsklandi og siga:
"Eg havi hesar pengarnar. Kunnu
vit arbeiða saman?" Endamálið er
faktiskt at fáa verkætlanirnar út
til ein stóran marknað.
Í ár verður aðru ferð, at Jón
Hammer tekur lut á BCPM,
men hann skuldi í grundini ikki
sloppið at verið har. Orsakað av
trupulleikanum at fáa til vega
fígging í Føroyum, verður spart
so mikið nógv í framleiðsluni, at
fíggjarætlanin er minni enn tað,
ið BCPM loyvir.
– Tað lægsta budgettið í einum
lowest budget filmi í Danmark,
til dømis, er seks milliónir. Kravið
fyri at koma inn á BCPM er sjey
milliónir, og okkara filmur kostar
nógv minni enn tað. Men vit eru
so komin inn gjøgnum tað, ið eit
ur Berlinale Talents. Tað er tí, at
Sakaris Stórá hevur verið har fyrr,
eg havi verið har fyrr, og vit kenna
fólkini.
3.400 umsøkjarar vóru til
Berlinale Talents, og Jón Hammer
og Sakaris Stórá vóru so millum
tær fáu verkætlanirnar, ið sluppu
gjøgnum nálareygað.
– Tað hevur øgiliga stóran týdn
ing í mun til at fáa útlendska fígg
ing til ein tílíkan film, tí at vit hava
so avmarkaðar møguleikar í Før
oyum, sigur Jón Hammer.
Ov danskt, men kortini
ov lítið danskt
Tað ber til hjá filmsverkætlanum
at søkja um fíggjarligan stuðul úr
ymsum grunnum, men tá talan er
um føroyskar framleiðslur, verð
ur verri. Støðan hjá Føroyum í
ríkisfelagsskapinum er so, at Før
oyar er ov lítið danskar til dansk
an stuðul, men eisini ov lítið sjálv
støðugar til at fáa evropeiskan
stuðul á somu tíð.
– Vit kunnu ikki søkja pengar
úr donskum filmsgrunnum, og
tað er fínt - tað gevur meining.
Men eitt danskt framleiðslufelag
kann heldur ikki fáa pengar til
ein føroyskan film. Tað vil siga, at
um eitt danskt framleiðslufelag
vil gera ein film í Føroyum við
einum føroyskum leikstjóra á
Filmsvinna
TEMA: Filmsvinna
FØROYAR KLÁRA
TIL STÓRU
FRAMLEIÐSLURN
Jón Hammer hevur sett á stovn Kykmyndir, sum er føroyskt framleiðslufelag