hósdagur 9. januar 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
11
føroyskum - til dømis Andrias
Høgenni ella Heiðrikur á Heygum,
um teir búgva niðri - so verður tú
avmarkaður. Tey góðkenna ikki
føroyskt sum danskt, og tað vil
siga, tey síggja okkum sum eitt
fremmandamál saman við ensk
um ella farsi ella hvat tað skal
vera.
Hinvegin eru Føroyar ov dansk
ar til at fáa egnan limaskap til at
søkja um fígging í evropeiskum
filmsgrunnum.
– Í Føroyum kunnu vit heldur
ikki søkja pening úr evropeiskum
grunnum, tí vit eru ikki limir í
programmum, til dømis Creative
Europe ella Eurimages. Ísland og
Norra og onnur lond kring okkum
hava atgongd til eina pulju, sum
vit ikki hava. Danmark hevur eis
ini, men vit hava ikki, tí vit eru ikki
partur av Danmark í tí sambandi.
Samstundis kunnu vit ikki koma
inn uttanum Danmark.
– Tað er eitt Catch 22: Eru vit
partur av ríkisfelagsskapinum
ella ikki? Vit eru ikki nóg stórur
partur av ríkisfelagsskapinum til
at fáa pengar til ein danskan film
á føroyskum, men vit eru sam
stundis ikki nóg sjálvstøðug til at
fara rundanum Danmark.
Filmsvinnan flutt seg nógv
– Tað er hent øgiliga nógv í før
oyskum filmi í mun til bara tey
seinastu fimm árini. Kvaliteturin
er hækkaður, og talið á minuttum,
sum vit framleiða, hækkar allatíð.
Vinnan er ment nógv frá at bara
vera nakrir stuttfilmar til at gera
fleiri spælifilmar. Vit standa nú á
gáttini til, at hetta kann vera ein
vinnuvegur.
At føroysk filmsvinna kundi
gerast ein røtt vinna, var eisini
orsøkin til, at Filmshúsið varð sett
á stovn í 2017. Tíðin er búgvin til
at fara víðari við filmsvinnuni, og
føroyskur filmur er á tí støði, at
neyðugt er at gera meira burturúr.
– Vit eru í teirri støðu, at vit
mugu taka avgerð, um vit skulu
halda fast í visiónini. Nú hava vit
ment nøkur talent, ið duga at gera
spælifilmar. Vit hava fingið at
gongd til stóra evropeiska markn
aðin, og har er stórur áhugi fyri
Føroyum. Men so mugu vit eisini
kunna útvega tær framleiðslurnar,
ið vit lýsa við.
Ísland var tað heilt stóra fyri
nøkrum árum síðani við filmum í
Cannes, og Jón Hammer metir, at
tað sama kann gera seg galdandi
fyri Føroyar.
– Eg tosaði við ein íslendskan
framleiðarara í gjár, og hann helt,
at Føroyar vóru tað nýggja Ísland
innan film.
Klárt til stórar
framleiðslur í Føroyum
Tað kann tykjast torført at trúgva,
at Føroyar eru til reiðar at standa
fyri stórum filmsframleiðslum.
Men Jón Hammer vísir á, at før
oysk filmsfólk hava fingið nógvar
royndir seinastu árini, og at føroy
ingar eru til reiðar at lofta stórum
verkætlanum.
– Tað, sum er hent seinastu
árini, er, at fólk hava fingið fleiri
royndir við at gera føroyskar film
ar. Samstundis hava útlendskir
filmar verið her og gjørt upptøkur.
Fleiri royndir tú gevur fólki, betri
standa tey seg. Kunnu tey arbeiða
við filmi alt árið - og ikki sita á
kontóri helvtina av árinum og
arbeiða við filmi í summarinum,
sum tað hevur verið - so kunnu vit
veita eina tænastu.
Tað verður kortini við út
lendskari hjálp, at stóru films
framleiðslurnar verða gjørdar í
Føroyum, ger Jón Hammer greitt.
– Vit kunnu ikki veita alla
tænastuna. Vit kunnu ikki veita
alla A-funktiónina, allar høvuðs
fotografarnar, høvuðs- hetta og
høvuðs- hatta, men supplerandi
rollur. Heldur verkætlanin fram,
sum til dømis við einari røð, so
høvdu føroyingar kunna yvirtikið
høvuðsrollurnar eisini.
– Tað verður altíð soleiðis, at
tá tú samstarvar, so er tað give-
and-take. Tey koma við einum
fotografi, vit koma við onkrum
øðrum, sigur Jón Hammer.
Filmsvinna gevur avkast
Tað eru tey, ið finnast at, at
mentan og list av ymsum slag
skal stuðlast av tí almenna, og at
lítið letur seg gera uttan almenna
fígging. Argumentið er, at vinnan
skal klára seg út frá markn
aðarligum treytum uttan ískot frá
tí almenna. Jón Hammer heldur
hinvegin, at stuðul skal síggjast
sum ein íløga, tí kemur ein films
vinna upp at koyra, so gevur hon
avkast.
– Fyri meg, sum arbeiði við
mentan, so haldi eg, at mentan
hevur eitt virði í sær sjálvum.
Fyri onnur, sum ikki eru samd í tí,
kann mann siga, at roknistykkini
vísa, at fyri hvørja krónu, ið tú let
ur í stuðli til film, so kemur hon
umleið fýra ferðir aftur til búskap
in. Tað vísa allar kanningar aðra
staðni, har tey hava stuðul.
– Eg kenni heldur onga vinnu
í Føroyum, ið klárar seg út frá
marknaðarligum treytum - ser
liga tá vinnan verður bygd upp.
Tú hevur stuðulsskipan til skipa
smíð, stuðulsskipan til fiskivinnu,
skattalætta til sjómenn - stuðuls
skipanir hava so nógvar formar.
Serliga í uppbyggingini mást tú
hava stuðul. Tað er heldur ikki so,
at pengarnir verða kastaðir burt
ur. Pengarnir verða brúktir til før
oyskar tænastur.
Jón Hammer vísir samstundis
á, at almennur stuðul úr Føroy
um skal heldur ikki fíggja verk
ætlanirnar allar sum tær eru.
Stuðulin skal hinvegin virka sum
grundstøði fyri at fáa meira fígg
ing uttanífrá.
– Tað krevur, at vit kom upp á
eitt hægri støði, í mun til hvat tað
kostar at gera film, og hvat mann
fær í øðrum londum. Er tað ov
lítið av pengum, ið fáast úr Før
oyum, so er tað ov lítið at fara at
fáa samsvarandi upphæddir úr út
londum, sigur Jón Hammer.
Norddok
Føroyar hava í ár fingið stuðul úr
danska Norddok grunnin. Tvær
av útvaldu verkætlanunum hava
tilknýti til Føroyar. Onnur, doku
mentarurin Heartist, er føroysk
øll sum hon er, meðan hin, Pigen
og Sølvdrengen, er donsk-føroysk.
Norddok hevði 10 milliónir
krónur at ráða yvir, og uttan iva
er stuðulin komin væl við. Men
Norddok er ikki eitt afturvend
andi átak, og sostatt er tað ein
eingangspulja, ið varð lutað út
millum verkætlanirnar.
– Norddok var eitt eingangsting
í ríkisfelagsskapinum, har ein av
gerð varð tikin um at promovera
ríkisfelagsskapin upp á onkran
máta. Tað varð gjørd ein pulja,
sum bert var til dokumentarar,
ið skuldu hava okkurt við ríkis
felagsskapin at gera.
– Tað er so sjálvandi gott, at
verkætlanir fingu stuðul. Men
tað er eitt sindur sum at keypa seg
frían. Hví gera tey ikki hetta hvørt
ár? Tað góða við Norddok er, at
danskarar kunnu søkja Norddok,
men teir skulu hava føroyskan
ella grønlendskan partnara. Tá
fær føroysk framleiðsla atgongd
til aðrar pengar. Um tey veruliga
meintu tað, so skuldi tað verið
gjørt hvørt ár, sigur Jón Hammer.
AR
NAR
Jón Hammer, Rógvi Rasmussen og Torfinnur Jákupsson til verka í Norðurlandahúsinum