hósdagur 9. januar 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
12
TEMA: Filmsvinna
– Tað eru fleiri sera stórar útlendskar sjónvarpsrásir, sum nú bara bíða
eftir TROM. So talan er um eina sendirøð av teimum heilt stóru, sigur
Helena Aurø, sum arbeiðir við at selja føroysku krimirøðina TROM
Tvær spennandi
filmsverkætlanir
í stoypiskeiðini
U
mframt TROM-røðina
so er Torfinnur Ják
upsson eisini í holt við
tvær aðrar nýggjar
føroyskar filmsverkætlanir -
nevniliga "Tinganes" og "Lý"
"Tinganes" er ein politisk krimi
drama røð, sum byggir á polit
isku
samtíðarskaldsøguna
"Vit, Føroya fólk" frá 2019 eftir
Bjørk Mariu Kunoy. Tá norsk
ir myndugleikar leggja hald
á skipini hjá størsta føroyska
reiðarínum, stendst uttanríkis
politiskt stríð ímillum Noreg,
Danmark og eitt føroyskt lands
stýri, sum hevur í huga at fáa
nýggja føroyska grundlóg sam
tykta í Løgtinginum og at loysa
frá Danmark. Vit fylgja høvuðs
persónunum handan leiktjøldini
og koma at kenna teirra persón
og privatlív afturat tí spennandi,
almennu og tíðarhóskandi síðuni
av politiska leikinum.
"Lý" er ein spælifilmur, sum
tekur íblástur úr kendu western
og road movie sjangrunum eins
og bestseljandi føroysku bókini í
2017, "Fractura Nasi" eftir Høgni
Mohr. Vit hitta høvuðspersónin
- ein miðaldrandi modernaðan
mann í føroyskum klæðum og
svárari samleikakreppu - ein
lagnudag á eini slitnari súkklu á
eini lívshættisligari ferð ígjøgn
um fjallmiklu Føroyar. So smátt
læra vit, hvør hesin maðurin er,
hvørjum hann rýmir frá, og
hvørjum hann er á veg ímóti.
Hetta er fyrsti spælifilmurin hjá
Torfinni Jákupssyni.
Her hava Torfinnur Jákupsson, Jón Hammer og Helene Aurø framløgu um TROM á heimskendu filmssølustevnuni Berlinale í februar í fjør
Sjónvarpsrásir úr øl
vilja vísa føroyska k