Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020 SOSIALURIN 4 13 PÆTUR HJALMAR EVENSSON S einni í ár fer framleiðslan til mest ambitiøsu films­ verk­ætlanina í Føroya søgu í gongd. Talan er um krimi­dramarøðina TROM, sum gøtu­maðurin Torfinnur Ják­ upsson hevur skrivað leikritið til. Áhugin fyri TROM er óvanliga stórur, og sjónvarpsrásir úr øllum heiminum vilja sleppa at vísa føroysku sendirøðina. – Allur heimurin bíðar eftir at síggja TROM beint nú. Soleiðis sigur Helene Aur­ ø, sølustjóri í danska film­sølu­ felagnum REinvent Studios, sum arbeiðir við at selja og marknaðar TROM. REinvent hevur seinastu mán­ að­irnar verið í samráðingum við sjónvarpsrásir úr eini 10 londum, og nú verður síðsta hond lagd á endaligu avtalurnar. Talan er um av­talur við sjónvarpsrásir í lond­ um sum Onglandi, Týsklandi, Belgia og Fraklandi. Avtalurnar inni­bera, at sjónvarpsrásirnar eru við til at fíggja TROM, áðrenn sendi­røðin er gjørd, soleiðis at hon seinni kann vísast á hesum rás­un­um. Tað er ikki alment enn, hvørj­ar hesar sjónvarpsrásir eru, men Helene Aurø vissar fyri, at hetta eru stórar sjónvarpsrásir við høgum hyggjaratølum. TROM hevur allan pakkan At fleiri stórar sjónvarpsrásir vilja spýta pengar í eina føroyska sendi­røð, áðrenn hon er gjørd, má merkja, at TROM er nakað heilt serstakt. Helene Aurø vísir á, at TROM hevur fleiri styrkir sum sendirøð á altjóða støði. – Sendirøðin er attraktiv, tí tað er ein krimisendirøð, sum tað altíð er stórur eftirspurningur eftir. Sam­stundis hevur sendirøðin nøk­ur aktuell evni, sum hava týdn­ing í dagsins samfelag. So tað er tann góða søgan, og so er tað eisini altíð positivt, tá søgan er grundað á skaldsøgur, sigur hon og greiðir víðari frá. – Tað heilt serliga TROM er, at hetta er fyrsta ordiliga sendi­røð­in úr Føroyum. Vakra og harð­renda føroyska landslagið er ein karakt­ erur í sær sjálvum, og mann hev­ur ikki sæð føroyska lands­lagið sum karm um eina sendirøð áður. Hetta ger TROM ógvuliga attraktiva fyri útlendskar kundar, sigur Helene Aurø, sum hevur nógvar royndir við at selja norðurlendskar sendi­ røðir uttanlands. – Fólkini handan sendirøðina eru sera dugnalig, og tað hev­ur nógv at siga fyri, hvussu sann­ førandi TROM er fyri útlendskar kundar, leggur hon aftrat. Berlinale gav góð úrslit Í februar varð føroyska krimi­ røð­in løgd fram á Berlinale, sum er ein av heimsins størstu films­ sølu­stevnum. TROM varð vald út sum ein út av bert tíggju nýggjum røð­um til at leggjast fram. Fleiri av heimsins størstu aktørum í films­heiminum vóru til staðar, og endamálið við framløguni var at finna møguligar íleggjarar til TROM. – Tað var øgiliga stórt og týdn­ ingarmikið at blíva útvald til tað millum fleiri 100 sendirøðir. Vit hava fingið sera góð úrslit burt­ urúr tí og hava fingið ta útlendsku fíggingina, sum vit hava roynt at fingið, sigur Helene Aurø. – Ein fragd at vera partur av TROM Í fyritøkuni REinvent eru tey sera errin og glað fyri at sleppa at um­ boða TROM. – Vit halda, at vit hava funnið eina heilt unikka sendirøð, sum tað er ein æra og fragd at geva út. Innan fyri sølu, marknaðarføring og framleiðslu av sendirøðum, so sig­ur tað seg sjálvt, at tað snýr seg um at finna heilt serligar sendi­ røð­ir, tí kappingin er sera stór. Men við TROM føla vit, at vit hava funnið nakað serligt, og vit eru sera glað fyri at hava funnið nakað, sum onnur ikki hava funnið fram til, sigur ein spent Hel­ene Aurø. Málið er, at TROM skal standa seg líka væl sum stóru útlendsku sendirøðirnar, og at hon verður seld kring allan heimin. – Tað eru fleiri sera stórar út­ lendskar sjónvarpsrásir, sum nú bara bíða eftir TROM. So talan er um eina sendirøð av teimum heilt stóru. Eg rokni sanniliga eisini við, at TROM fer at vinna eina rúgvu av virðislønum, tí hetta er nakað heilt serligt. Hetta er nakað so spennandi, sigur sølustjórin í REinvent Studios. Framleiðslan í gongd seinni í ár Høvuðsparturin av fíggingini er við at koma í mál, og tey vænta at byrja at framleiða sendirøðina í ár. Í løtuni eru tað nøkur praktisk við­ urskifti, sum skulu fáast í rætt lag, áðrenn farið verður undir fram­ leiðsl­una, og hetta veri seg eitt nú avtalur við grunnar. Tey eru í dialogi við nakrar sjónleikarar, men hetta er heldur ikki nakað, sum er heilt avgjørt og alment enn. – Um alt gongur, sum tað skal, so verður alt hetta uppá pláss um nakr­ar mánaðir. Eg rokni í øllum før­um við, at tað verður klárt at fara í gongd við framleiðsluna í summ­ar, sigur Helene Aurø. T ROM er ein krimi­ røð í átta pørt­um, ið byggir á bøk­ ur­nar hjá rit­høv­ und­anum Jógv­an Isaksen um Hannis Martinsson. Tor­finnur Jákupsson hevur skrivað handritið sum eina samanrenning av bókunum, soleiðis at fleiri søgutræðrir eru tillagaðir fyri at leggja eitt nýtt grundarlag fyri sendi­røðini, sum kann fevna um fleiri sesongir. Hvør part­ur verður millum 45 og 55 min­uttir langur. Søguinngangurin er før­ oyskt grindadráp: Tá ið líkið á einum djóraverndarfólki kemur undan kavi í einum blóð­ugum grindadrápi, vág­ ar miðlamaðurin Hannis Mart­insson sítt egna skinn fyri eina stórfingna søgu, ið skelkar avbyrgda oyggja­ sam­felagið Føroyar, har ein og hvør brádliga kann koma undir illgruna fyri morð. Umvegis kanningarnar hjá Hannis Martinsson kem­ur røðin inn á mong við­komandi áhugaverd evni, og grindadráp er í høv­uðs­ heit­um bert karm­ur um søgu­inngangin. Torfinnur Jákups­son greiddi soleiðis frá í samrøðu við Sosialin í vár í fjør: – Røðin snýr seg í størri mun um felagsskap og fam­ ilju og eitt samfelag í broyt­ ing. Søgan viðger evni sum synd, bjarging og rættvísi. Tað er ein krimisøga, men eisini ein viðmerking um sam­tíðarsamfelagið. Hon hyggur at Føroyum sum ein minni útgáva av tí stóra heim­inum. Hon viðger okk­ ara felagstilvit og setur spurn­artekin við, hvørji vit eru, okkara persónliga og tjóð­skaparliga samleika. Søgugongdin: llum heiminum krimirøð Torfinnur Jákupsson. Mynd: Álvur Haraldsen