hósdagur 9. januar 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
14
TEMA: Filmsvinna
Frá Agurk til Berlinale
Føroysk filmsframleiðsla og filmslist hevur flutt seg rættiliga
nógv seinastu 15 árini. Hóast nógv er hent frá tíðini við Agurk
sendingunum í Kringvarpinum til nú, so manglar enn seinasta
strekkið, áðrenn føroysk filmsvinna er komin á nøktandi støði
STEINAR PATURSSON
J
an Berg Jørgensen, sum nú
situr sum formaður fyri
stýrinum í Filmshúsinum,
hevur fingist við film so at
siga síðan hann kom aftur til Før
oyar, og hevur eisini verið partur
av menningini av føroyskari films
list og filmsvinnu seinastu árini.
Tað hevur verið rættiligur
framburður innan føroyska films
list, heldur Jan Berg Jørgensen,
men framburðurin er ikki komin
av sær sjálvum.
Stuttfilmskappingar
í Kringvarpinum
– Jákup Weihe og eg fóru í 2005
undir við at hava Agurk send
ingarnar. Eg arbeiddi í Kringvarp
inum tá, og vit fingu loyvi at gera
Agurk við síðuna av. Tað var so at
siga ólønt, og sendingarnar vórðu
gjørdar um kvøldarnar, sigur Jan
Berg Jørgensen.
Kringvarpið átti eini hús í
Vørðsluni, har teir báðir sam
stundis fingu innivist at gera
miðlaverkstað.
Miðlaverkstaðurin, sum fekk
navnið Klippsfisk, var tá eitt sam
starv millum Kvøldskúlan, Tekn
iska skúla, Studentaskúlan í Hoy
dølum og Kringvarpið, har allir
partar koyrdu eitt sindur í kassan.
– Vit fingu eitt redigeringssett
og eina upptøkueind, so vit kundu
fara í holtvið undirvísing. Vit
høvdu eitt kamera frá hvørjum
skúla, og tað var tað, sum vit
høvdu.
– Vit gjørdu stuttfilmskapping
ar og gjørdu nakrar vegleiðingar,
til hvussu tú gert film. Tað kom
nokk so nógv í gongd tá, og millum
annað Andrias Høgenni og Anton
Petersen gjørdu fyrstu filmarnar
har.
Norðurlendskur
filmssummarskúli
í Føroyum
Arbeiðið við Klippfisk førdi skjótt
við sær, at farið varð undir at
lyfta støðið á føroyskum films
arbeiði. Skipað varð tí fyri norð
urlendskum filmsskúla í Føroyum
á sumri í 2006.
– Vit fingu útlendskar undir
vísarar og royndu at fáa føroyingar
inn á allar funktiónirnar í skúlan
um. Nógvir av teimum, ið arbeiða
við filmi í dag, vóru við á skúlanum
tá; Sakaris Stórá, Andrias Høgenni,
Anton Petersen, Dávur Djurhuus.
Filmsskúlin var fyrru ferð
í 2006 og aðru ferð í 2009, og í
grundini varð rættiliga nógv sett í
gongd av arbeiðinum við summar
filmsskúlunum, heldur Jan Berg
Jørgensen.
– Tá søktu vit so pengar aðra
staðni frá. Menningarstovan var
tað fyrstu, og vit fingu norður
lendskar pengar uppí. Og hetta
varð eisini tá, at vit skrivaðu álitini
um føroysku filmsvinnuna.
Legði lunnar undir áliti
Neyðugt varð tá at víðarimenna
føroysku filmsvinnuna, og farið
varð undir at skrivað álit, ið varð
endaliga liðugt í 2011.
– Mikkjal Helmsdal varð settur
sum projektleiðari, og vit skrivaðu
eitt álit á eini 60 síðir í 2006. Vit
arbeiddu upp á tað aftur í 2009, og
í 2011 fingu vit skrivað tað niður
í seks síður, har vit hugsaðu,
at hetta var tað, ið politikkarar
kundu skilja.
Í álitinum varð gjørt greitt, at
trý ting vóru neyðug fyri at menna
føroyska filmsvinnu víðari: Eitt
filmshús, ein filmsgrunn og aftur
beringarskipan.
– Vit høvdu fingið Filmsgrunnin
upp at standa í 2011 við 500.000
krónum. Tann politiska semjan
var tá, at vit skuldu økja um
grunnin við 500.000 krónum um
árið, so vit vóru á støði við grannar
okkara. Tað hevði í dag svarað til
eini 10-12 milliónir. Men vit eru
framvegis langt har frá - á 2,7
milliónum.
– Eitt filmshús mátti til fyri
rationalisera bransjuna. Sakaris
Stórá vann sín prís í Berlin, men
alt, sum hoyrdi til lansering og
annað, mátti uppfinnast frá byrj
an. Eingin visti nakað. Heldur
enn at tær royndir bara vóru og
fóru við Sakarisi, mátti vera eitt
stað, har vit fingu uppsamlað ta
vitanina og kundu víðari útbúgva
føroysk filmsfólk, sigur Jan Berg
Jørgensen.
At enda var neyðugt við einari
afturberingarskipan, har films
verkætlanir kundu fáa afturborið
tað, sum svarar til MVG'ið, av tí, ið
verður brúkt í Føroyum.
Mugu eisini siga B
Síðan álitið varð handað polit
isku skipanini, er nógv hent á før
oyska filmspallinum. Alsamt fleiri
sjálvstøðug filmsfeløg verða sett
á stovn, umframt at filmsvirðis
lønin Geytin kom í 2012. Sum
dømi um, hvussu føroysk films
framleiðsla førkar seg, vísir Jan
Berg Jørgensen á, at í ár eru sendir
fleiri enn fýra tímar av filmi inn
til Geytan.
– Tað henda nokk so nógv ting
í løtuni, og tí er neyðugt at halda
fast í tí, sum vit vilja. Øllum dámar
væl at halda skáltalur, men tá tú
sigur A, so mást tú eisini siga B.
Tú kanst ikki fáa filmar hendan
veg, uttan at filmsjáttanin hongur
saman. Vit mugu hava nakað at
arbeiða við her. Men ein partur
er vinna, hin parturin er mentan;
tað, sum er mentanarliga relevant
fyri okkum. Eingin kemur her at
fortelja okkara søgur fyri okkum,
sigur Jan Berg Jørgensen