Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020 SOSIALURIN 4 15 Tveir føroyingar tilnevndir virðislønir í Danmark og Svøríki Síðst í hesum mánaðinum verða filmsvirðirlønir latnar í Danmark og Svøríki. Tað serliga er, at tveir føroyingar eru tilnevndir fínar virðislønir her. Talan er um Andreas Høgenni og Vígdis Hentze Bjørck PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO T að gongur væl hjá før­oyska films­leik­ stjór­anum Andre­asi Høg­enni. 26. janu­ar verða donsku Robert-virðis­løn­ ir­nar latnar, og stuttfilmurin hjá Andreasi, "Ikki illa meint”, er til­ nevnd­ur virðislønina fyri besta stutt­film. "Ikki illa meint" snýr seg í stutt­um um Elinborg, sum hittir vin­konu sína Maritu í einum mat­ vøruhandli, men samrøðan teirra millum er ikki, sum tær høvdu vónað. Stuttfilmurin “Ikki illa meint” varð gjørdur í seinastu tíðini hjá Andreasi Høgenni á filmskúlanum Super16. Framleiðslan til filmin var sera meldurkend, tí tey máttu broyta alla søguna, beint áðrenn upptøkurnar. Upprunaliga skuldi Andrias gera ein film um eina hønu, sum fekk vit fimm dagar áðrenn hon skuldi slaktast. Andreas og hini í toyminum høvdu gjørt avtalu við ein ídn­ að­arhøsnagarð í Tønder við 4000 høsnarungum. Alt var klárt og fyrireikað, men tríggjar vikur áðrenn tey skuldu filma, kom Føde­varestyrelsen við ávaring um fuglakrím, sum gjørdi, at fram­leiðslan mátti flytast. Tey royndu at flyta framleiðsluna til Týsklands, men orsakað av smittusonuni var ikki møguligt at flyta framleiðsluna. Tað gjørdi, at Andrias Høgenni var noyddur til at hugsa skjótt og finna uppá eina nýggja søgu upp á bara tríggjar vikur - hetta bleiv so til "Ikki illa meint". Í mai mánað í fjør vann "Ikki illa meint"  sokallaðu Canal+ virðis­lønina fyri besta stuttfilm til stevn­una, sum eitur Semaine de la Critique á heimskenda Cannes Filmsfestivalinum. Nú verður spenn­andi at vita, hvussu tað fer at gangast føroyska stuttfilminum við Robert-tilnevningini. Vígdis tilnevnd besta kvinnuliga høvuðsleiklut 20. januar verða svensku Guld­ baggen-virðislønirnar handaðar. Millum tey mongu tilnevndu er føroyska Vígdis Hentze Bjørck, sum er tilnevnd besta kvinnu­liga høv­uðsleiklut fyri sín høv­uðs­leik­ lut í filminum "Fågel­fång­arens son", sum kom út í vár. Filmurin, sum er svenskur, bleiv upptikin í Før­oyum og hevur fingið sera góð skots­mál. Søgugongdin tekur støði í ein­ ari gamlari føroyskari søgn og snýr seg um eitt føroyskt bónda­ par seint í 1800-tal­inum. Vígd­is hev­ur høv­uðs­leik­lut­in sum kvinn­ an í hjúnar­band­inum. Parið hevur tvær døtrar, men ongan son. Hetta er trupult, tí harvið er ongin, sum kann yvir­taka garðin. Tá roynir parið nýggjar leiðir, men hetta fær óvænt­aðar avleiðingar. Við tilnevningini til Guld­ bagg­en er Vígdis Hentze Bjørck í kapping við stór nøvn. Hini, sum eru tilnevnd eru: Pernilla Aug­ust fyri leiklutin sum Britt- Marie í ”Britt-Marie var här”. Emelie Jonsson fyri leiklutin sum Mimaroben í ”Aniara”. Og Sanna Sundqvist fyri leiklutin sum Niki í ”Ring mamma!”