hósdagur 9. januar 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
16
ANNIKA KUNOY IM
E
in arbeiðsdagur við
barnaansing,
rudd
ing, matgerð, rein
gerð – ár eftir ár.
Heimagangandi. Við orðinum
fylgja fordómar, men tað eru
fleiri og fleiri, ið tilvitað velja
siðbundna arbeiðslívið frá, tí
tey ynskja størri rúm og frælsi
í gerandisdegnum. Við valinum
fylgja tó ymsar avbjóðingar, ið
nútíðar samfelagið als ikki er
snikkað saman til at loysa.
“Eg sakni at vera partur av
einum felagsskapi. Eg sakni
mína stammu. Tí havi eg sett
mær fyri at FINNA mína
stammu.
Hetta er fyri foreldur, sum
hava valt stovnin frá. Ætlanin
er at møtast hvørja viku, og at
øll hava okkurt etandi við. Vit
vera úti tá viðrar, og annars
skiftast vit um at leggja hús til.
Tað er ikki eitt krav, at mann er
veganari, men sum "fyriskipari"
krevji eg, at maturin, vit hava við
her er plantubaseraður. Eg havi
gjørt ein bólk á Facebook til øll
áhugað, so send mær eini boð,
um hetta er nakað fyri teg”
Soleiðis skrivar 23 ára gamla
Una Nielsdóttir Galán, sum er
navnið handan mammubloggin
og fyritøkuna “mammulig” á
Instagram og Facebook í eini
roynd í at finna ein kjarnubólk,
sum kann vera ein stuðul
hjá øðrum heimagangandi
foreldrum.
Umbønin er í veruleikanum
eisini ein staðfesting av einum
vaksandi
samfelagstørvi.
Einum tørvi hjá bólkinum
av foreldrum, ið hava valt
stovnslívið frá og ístaðin hava
børnini heima. Ein avgerð,
ið fyri nøkrum áratíggjum
síðani var púra vanlig, men
sum í dagsins samfelag tykist
umstrídd, gjøgnumhugsað og
onkursvegna alternativ. Við
hesi avgerðini koma eisini
avbjóðingar. Ein avbjóðing er
sosial samvera millum bæði
børn og vaksin. Og tað er júst
hetta, ið Una Nielsdóttir Galán
nú av sínum eintingum við gera
nakað við.
– Tað ljóðar kanska eitt
sindur ógvusligt, tá vit enn
ikki hava hitst. Men eg vóni,
felagsskapurin verður styrktur,
tá vit hittast regluliga hvønn
fríggjadag, og at vit knýta
vinabond – bæði tey vaksnu,
sum eru saman og børnini, sum
spæla, sigur hon umhugsin.
– Eg hugsi, at felagsskapurin
skal vera sum ein tilvald familja,
sum man tímur at seta tíð av til,
leggur hon aftrat.
Tá ið Una Nielsdóttir Galán
varð við barn við nú 16 mánaðar
gomlu Riu, visti hon við tað
sama, at hon vildi vera heima
við dótturini.
– Fyri meg var tað greitt,
áðrenn Ria varð fødd. Tað var
ein sjálvfylgja, sigur hon.
Una er av tí sannføring, at
vøggustovan nøktar ein tørv,
sum foreldrini hava og ikki ein
tørv, sum børnini hava.
– Vøggustovubørn eru ov lítil
til stovnslívið. Tey duga ikki at
tosa, fleiri duga ikki at ganga ella
enntá grulva, tá tey fara á stovn.
Tað virkar absurd, sigur hon.
–, leggur hon aftrat.
Hon greiðir frá, at avgerðin
var eitt tilvitað val hjá henni og
sjeikinum, Ken Johannesen, tí
valið fer ímóti streyminum.
– Við at taka hetta valið, hava
vit eisini ávísar avmarkingar.
Vit hava bert eina inntøku, og
tí brúka vit ikki nógvan pening.
Men tað ber til, um ein veruliga
vil tað, sigur hon.
Mammulig
Fleiri kenna eisini Unu frá
blogginum mammulig, har
hon javnan gevur innlit í
gerandisdagin saman við
dóttur síni Riu, og har hon lutar
hugsanir um ymisk evni, so
sum barnauppæling, vistfrøði
og mat.
Mammulig er eisini navnið
á nethaldli, sum Una stovnaði
í fjør, og sum hon nú rekur
heimanífrá. Har selur hon
góðskugóðar og modernaðar
toyblæur í alskyns litum og
mynstrum, toybind, menstrua
tiónskoppar, geviinnlegg og
rondellur til kvinnur. Dentur
verður lagdur á burðardygd og
góðsku.
– Eg royni at arbeiða eitt
sindur, tá Ria svevur, so eg ikki
taki tíð frá henni, sigur hon.
Júst hetta við velja blæur
til børnini og bind, innlegg og
rondellur til sín sjálvs úr toyi er
eisini í samsvar við eina djypri
sannføring, greiðir hon frá.
– Eg raðfesti tíð framum
pening. Alt tað, sum vit keypa,
verður keypt við tíð burtur frá
okkara børnum. Eg hugsi nógv
um ikki at oyðsla, og eg keypi
meir ella minni einki. Eg eti
tilvitað veganskt og havi valt
stovnslívið frá. Eg haldi, at øll
hesi tingini ganga væl hond í
hond og eru í samsvar við mínar
sannføringar.
Einsligt at vera heima
Tá Ria var fødd, legði Una
veruliga til merkis, hvussu
einsligt tað var at fylgja síni
sannføring.
– Eg kendi eg ongan, umframt
familjuna hjá mær, sum hevði
børn. Eg hevði valt at vera
heimagangandi, og tað var sera
einsligt, hóast vit eru aktivar í
gerandisdegnum, sigur hon.
– Eg hugsi, at felagsskapurin skal vera sum
ein tilvald familja, sum man tímur at seta
tíð av til, sigur 23 ára gamla Una Nielsdóttir
Galán, sum hevur tikið stig til finna ein bólk av
samsintum heimagangandi foreldrum, ið kenna,
at teirra sosiali tørvur ikki verður møttur
SAMRØÐA: Una Nielsdóttir Galán
LEITAR EFTIR
LEITAR EFTIR
KJARNU
KJARNU
BÓLKINUM
BÓLKINUM
Endamálið er, at vit hitt
ast regluliga, og øll taka
hvør sín rætt við. Tað er
lætt at savnast um mat.
Eg havi sett sum krav,
at maturin skal vera veganskur, og tað
havi eg gjørt, tí tað er umráðandi fyri
meg. Forskrekkir tað onkran, so hugsi
eg, at tað ger einki. Vónin er at finna
eina samsinta kjarnu