hósdagur 9. januar 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
17
Saman plaga tær báðar
at
vitja
Spælistovuna
í
Býarbókasavninum tvær ferðir
um vikuna, og so gongur Ria
eisini til mini-hondbólt. Eisini
fara tær nógvar túrar við
býarbussinum og vitja familju
og vinir.
– Eg kenni ikki nógvar
heimagangandi
mammur.
Í Spælistovuni, sum er eitt
kommunalt
tilboð
fyri
heimagangadi og børnini tvær
ferðir um vikuna, vitja á leið 10
ymiskar mammur, men vit eru
eini fýra, sum vitja fast, sigur
hon.
– Tað er eisini avmarkað,
hvussu nógv vita av, at
Spælistovan er opin tvær
ferðir um vikuna. Hóast vit
sakna samvirkan, so er plássið
í Býarbókasavninum eisini
avmarkað, at tað ikki er pláss
fyri fleiri, sigur unga mamman.
– Eg hugsi tó, at tað hevði
verið framúr, um kommunan
hevði onkra av hallunum tøka til
okkara av og á, so vit kundu farið
við børnunum, tá veðrið var
keðiligt. Tað hevði eisini verið
við til, at gjørt tað meir freistandi
at verið heimagangandi, hóast
eg eisini hava varhuga av, at
tað kommunan als ikki kennur
tørvin, sum vit hava, tí tey ikki
hava
áhuga
í ,
a t
mammur
eru heima
gangandi, sigur
hon umhugsin.
Savnast um mat
– Tað sum eg havi tikið stig til
er at finna samsint foreldur
við somu áhugamálum og
hugsanum um barnauppæling,
sum eg havi, sigur hon.
Una hevur tó ikki sett fleiri
neyv krøv til opnu innbjóðingina
annað enn, at maturin, ið etin
verður er veganskur.
– Eg havi valt, at tað skal
vera fyri øll – bæði mammur og
pápar – og tí havi eg gjørt eina
opna innbjóðing. Endamálið er,
at vit hittast regluliga, og øll
taka hvør sín rætt við. Tað er
lætt at savnast um mat. Eg havi
sett sum krav, at maturin skal
vera veganskur, og tað havi eg
gjørt, tí tað er umráðandi fyri
meg. Forskrekkir tað onkran, so
hugsi eg, at tað ger einki. Vónin
er at finna eina samsinta kjarnu,
sigur hon.
Ein lítil vika er liðin, síðani
Una lutaði uppslagið á sosialu
miðlunum, og nú hava 16 vaksin
meldað seg upp í bólkin. Tað
kom óvart á hana, at so stórur
áhugi var í júst hesum, og hon
heldur, at áhugin eisini gevur
ábendingar um, at tað er ein
stórur tørvur í samfelagnum fyri
s o s i a l a r i
s a m v e r u
millum heima
gangandi foreldur
og børn teirra, ið
onkursvegna ikki verður
møttur.
Tey 16, ið hava meldað seg til
eru ymsa staðni frá í landinum,
hóast tey flestu búgva í Havn.
Ætlanin er, at tey hittast fyrstu
ferð fríggjdagin heima hjá
Unu og síðani verður tosað
um, hvussu tey skulu skipa seg
og hvar tey møguliga kunnu
fara saman, bæði tá veðrið er
vánaligt, og tá tað verður betri.
–Hesa tíðina á árinum vera
vit óivað nógv ikki úti men
skiftast um at leggja hús til,
men ætlanin er, at vit eisini
hittast úti seinni ár, sigur unga
framfýsna mamman.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Tað er so vanligt
í samfelagnum
í dag, at man í
familjuni hvønn
morgun fer hvør
til sítt ístaðin fyri
at vera saman við
barninum, sum
man hevur sett í
verðina