Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020 SOSIALURIN 4 18 Prei! Prei! SO SIGA TEY! KONSERT Í SJÓNVARPI Um vikuskiftið verð­ur árliga nýggjárs­kon­sert­ in hjá Føroya Sym­foni­ orkestri. Konsertir verða bæði fríggjakvøldið og leygar­kvøldið, og báðar eru út­s­eldar. Tað ber tó kortini til at uppliva konsertina, tí leygarkvøldið send­ ir sjónvarpið hjá Kring­ varpi­num beinleiðis frá konsertini. Umframt verk eftir kend tónaskald sum Puccini, Verdi, Wagner og Carl Nielsen verða eisini tvey føroysk verk á skránni – tey hava Atli Petersen og Ísak N. Jacobsen skrivað. Solistar úr St. Pætursborg luttaka á konsertini, sum sæst í KvF frá kl. 19:30. KRIMI TIL VETRAR­ VEÐRIÐ Árstíðin og veðrið leggja upp til, at vit kunnu lesa onkr­ar góðar bøkur. Í fjør komu nógvar góðar før­ oyskar bøkur út, og nógv er at velja í. Hevur tú hug at lesa ein spennandi krimi­ bók, kunnu vit við­mæla »Ein er tíðin at liva«. Hetta er fimta og sein­asta bókin í sonevndu bindi­klubba­ røðini, sum Steintór Ras­ mus­sen hevur skrivað. Hesa­ferð verður ein ungur drongur á Viðareiði burt­ ur, og samstundis sum leitað verður eftir honum, vevjast aðrar hendingar uppí, og lesnaðurin er spenn­andi, so hvørt sum tað gongur fram ímóti upp­klár­ing. ANNIKA OLSEN, BORGARSTJÓRI Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU FÓLKATINGSMAÐURIN SJÚRÐUR SKAALE Í HVASSORÐAÐUM LESARABRÆVI UM SAMBANDSFLOKKIN (SOSIALURIN) LEON OLSEN, SUM BÝR Í SYDNEY FORSTAÐI Í AUSTRALIA, IÐ HEVUR VERIÐ HART RAKT AV. SKÓGARELDUM. (KVF) Vit eiga at gera okkum óheft av oljuni og vera sjálvberandi við varandi orku. Við tveimum tingfólkum stendur Miðflokkurin sterkari í myndini enn Sambandsflokkurin. Nógv eru bangin. Eg havi verið bangin, men nú eri ikki so bangin meira, tí mann venur seg við tað. M ikudagin varð kunn­gjørt, hvørji eru í uppskoti at vinna Guldbaggen films­heiðurs­lønirnar í Svø­ríki. Hetta er mest týðandi heið­ urs­løn­in, sum verður latin í svenskari filmsvinnu. Ein av teimum, sum er í uppskoti at verða ársins kvinnu­ ligi sjónleikari, er føroyska Vígdis Hentze Björck. Hon hevur høvuðsleiklut í filminum »Fågelfångarens son«, ið gongur fyri seg í Føroyum og lutvíst er upp­tikin her. Í filminum hjálpir verts­hús­ eigarin Livia vinfólkunum Es­ mari og Johonnu at fáa ein son. Tey hava brúk fyri einum arv­ ingi til jørðina, sum tey annars standa til at missa. Hetta er norðurlendskur film­ur við framleiðslumiðdepli í Svøríki. Tey, sum hava fram­leitt, fíggjað og spælt, eru úr ymiskum londum, og før­oy­ing­ar spæla týðandi leiklut í films­verk­ ætlanini. Nógvar av upptøkunum í film­unum eru gjørdar í Før­ oy­um, og føroyska landslagið spælir ein stórfingnan leiklut í filmunum. Fjøll, berg, hav og landslag í Føroyum er støðugt bak­tjald í kærleiksfilminum. 67 ára gamli Richard Hobert, sum er ættaður úr Kalmar í Svøríki, hevur leikstjórnað film­ in, og hann hevur fleiri ferðir fingið heiðurslønir og góð um­ mæli fyri sínar filmar. Føroyska Vígdis Hentze Bjørck spælir ein høvuðsleiklut í filminum. Vígdis Hentze Bjørck er dansari og sjónleikari, og nógvir føroyingar munnu minn­ast, at hon í 2006 vann kap­p­ingina «Kan du danse?« hjá Dan­marks Radio. Vígdis Hentze Bjørck spælir leik­lutin sum Johanna. Leiklutin sum Esmar, fugalveiðimaðurin, hevur danskarin Rudi Køhnke. Aðrar týðandi leiklutir hava svensku Livia Millhagen og Hedda Rehnberg og franski Sébas­tien Courivaud. Guldbaggen heiðurslønirnar verða handaðar í Cirkus í Stock­ holm tann 20. januar. VÍGDIS Í UPPSKOTI TIL SVENSKA HEIÐURSLØN Vígdis Hentze Björck í leiklutinum sum Johanna í »Fågelfångarens son« Vígdis Hentze Björck er í uppskoti til stóra svenska filmsheiðursløn