hósdagur 9. januar 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
19
R
ani Petersen úr Havn
gjørdi í desember
mánaði sáttmála við
amerikanska plátu
felagið Atlantic Records, og
hann skal nú innspæla tónleik í
USA, har hann skal búgva kom
andi tíðina.
Ein orsøk til áhugan frá plátu
feløgum fyri Rana Petersen er
hansara undirtøka á sosial miðli
num TikTok, ið er ein videomiðil.
Rani Petersen, sum brúkar
listanavið Reiley, hevur á Tik
Tok lagt smá sangbrot út, og
tað hevur fólki dámt sera væl. Í
øllum førum hevur Rani nú fleiri
enn fimm milliónir fylgjarar á
TikTok. Bara seinasta mánaðin
er umleið ein hálv millión løgd
afturat.
– Tað lá til høgra beinið at gera
stutt video til sosialar miðlar. Eg
royndi at finna fram til, hvussu
best kundi gera tað, og tá ið
eg kendi, at eg hevði knekkað
ta kotuna, kundi eg veruliga
brúka sosialu miðlarnar til at
fáa hugskot út millum fólk,
segði Rani Petersen í samrøðu
við Sosialin fyri jól.
Mítt vikuskifti
Hvat fert tú at gera
um vikuskiftið?
– Ringa veðrið heldur fram,
so eg fari at halda meg inni
mestu tíðina og hugna
mær í sofuni saman við
Kurlu, fittu tíkini hjá mær,
kertuljósum, góðum mati
og sjónvarpi. Fríggjakvøld
ið er Gekkur – kundi verið
frálíkt við einum ískoyti til
at fingið húsini umvæld. Eg
vinni ongantíð, men vóni,
at eydnan kanska smílist
til mín hesaferð. Leygar
kvøldið hevur ein góð vin
kona bjóða heim til sín til
ræst kjøt. Tað gleði eg meg
til, tí mær dámar so stak
væl ræst kjøt og súpan, og
vit vinkonur hava tað altíð
so sera hugnaligt saman.
Hvønn vikuskiftisdag
dámar tær best?
– Tað man helst vera
leygardag. Tá kann eg sova
leingi, eri úthvíld og kann
fáa eina rúgvu av skafti
heima, umframt at ein heil
ur dagur er eftir, til eg skal
til arbeiðis aftur. Ikki tí.
Mær dámar sera væl mítt
arbeiði sum fyristøðufólk
á Ljóðbókatænastuni á
Landsbókasavninum, so
aðrir dagar kundu verið
eins góðir fyri tað.
Hvussu dámar tær
januar mánað?
– Sera friðaligur mánaði.
Pengakassin er nakað lak
ur eftir jólini, myrkt er, og
veðrið so sum so, so tað
verður til nógv innilív. Men
tað er eisini hugnaligt. Og
tað gongur jú aftur móti
ljósari tíðum.
Um tú skuldi viðmælt
fólki at lurta eftir
einari tónleikaútgávu
í nýggja árinum, hvør
skuldi tað verið (og
kanska hví)?
– Jamen, har er eingin ivi!
Eg vil sjálvandi viðmæla
fólki at lurta eftir solo-
fløgu
míni
»Handan
stjørnurnar«, sum eg gav
út í 2018. Setur ein seg væl
til rættis at nærlurta, er
kanska meira at heinta har,
enn fólk kanska vænta.
Link: https://song.link/
album/i/1406252217
Rani hevur fimm milliónir fylgjarar
Føroyski poppsangarin hev
ur sera nógvar fylgjarar
á sosialum miðli
– Abbi mín var gøtumaður.
Orðini, sum vóru søgd á G! Festivalinum,
eru óloysiliga knýtt at danska sangaranum
Simon Kvamm.
Jú hann er fjórðingsføroyingur, men
hann er best kendur, sum oddamaður í
væl umtókta danska tónleikabólkinum
Nephew. Teir hava spælt nakrar ferðir á
G! Festivalinum og eina ferð á Voxbotn.
Nephew hevði í 2018 og 2019 nógvar
framførslur, eftir at teir høvdu
hildið ein steðg, men á
Smukfest í august í fjør
takkaðu teir aftur fyri
seg – fyribils.
Simon Kvamm hevur gjørt sær
annan tónleikabólk saman við
Morten Gorm og íslendinginum
Árna Bergmann Jóhannson. Bólkurin
hevur fingið navnið Hugorm.
Bólkurin varð stovnaður í Klitmøller í
Thy í 2017, men tað er nústani, at teir
veruliga stíga út til almenningin við
konsertum og útgávu.
– Bólkurin snýr seg um at rasa út,
reinsa út og ikki minst at spæla býtt,
sigur Simon Kvamm.
Hann sigur, at bólkurin byrjaði
við
nøkrum
instrumentalum
tónleikapettum, sum Árni Bergmann
hevði skrivað, og sum Kvamm fekk hug
at gera tekstir til.
– Tað er befríandi at kunna syngja til
tónleik, sum onkur annar enn eg sjálvur
havi sett í gongd, sigur Simon Kvamm.
Hugorm kann upplivast á ársins
Roskilde Festival, har teir fara at spæla
á einum av minnu pallunum, og í mars
hava teir eina konsert í Keypmannahavn
og eina í Hanstholm. Ætlanin er eisini,
at ep útgáva verður latin frá bólkinum
í næstum.
Elin Brimheim
Heinesen
Simon Kvamm
hevur gjørt nýggjan
tónleikabólk, nú
Nephew er givið
at spæla fyribils
Kvamm ger nýggjan bólk
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Simon Kvamm hevur brúk fyri at spæla býtt í nýggjum bólki