hósdagur 9. januar 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
20
FRANTS JENSEN
– Mær dámdi væl á flogvøllinum,
og nú møguleikin var, valdi eg at
søkja. Eg eri ógvuliga glaður fyri
at vera aftur her, sigur Regin I
Jakobsen.
Nýggi stjórin er komin aftur
á eitt arbeiðspláss, sum hann
kennir sera væl. Frá 2008 til 2013
var hann fíggjarleiðari í Vága
Floghavn, og hann var við til at
leggja lunnar undir táverandi
útbyggingina av flogvøllinum.
Men brádliga gavst Regin I.
Jakobsen í starvinum.
– Tað var ikki við mínum besta
vilja, at eg fór tá, og eg ætlaði ikki
at fara. Men táverandi stjórin og
nevndin tóku avgerð um tað, sig
ur hann.
Hansara leiklutur sampakkaði
ikki heilt við ætlanirnar hjá
Jákup Sverra Kass, táverandi
floghavnsstjóra, so hann gjørdi
eina fráfaringaravtalu í septem
ber 2013.
– Mær dámdi sera væl mítt
starv, og eg hevði ongar ætlanir
havt um at fara júst tá. Men
soleiðis bleiv tað, sigur Regin I.
Jakobsen.
Landbúnaður og SSL
Seinastu seks árini hevur havnar
maðurin tikist við annað – men
tó við leiðsluuppgávur. Heitt
varð á hann at vera fyribilsstjóri
á Strandfaraskipum Landsins í
eini skiftistíð, og har var hann í
nakrar mánaðir. Seinastu smáu
seks árini hevur hann verið
stjóri í Búnaðargrunninum
– Tað var eitt spennandi starv.
Landbúnaður er áhugaverdur,
og eg eri glaður fyri, at vit
arbeiða við at menna økið og
gerast meira sjálvveitandi. Til
dømis eru vit sjálvveitandi
viðvíkjandi mjólk, helvtini av
tí seyðakjøti vit eta og partvís
neytakjøti umframt ymiskt
annað, sigur hann.
Hann kendi ikki nógv til
landbúnað, áðrenn hann byrjaði
í Búnaðargrunninum.
– Hetta var ein leiðsluuppgáva,
og tað hevði eg royndir í. Vit
vóru bara seks fólk í starvi, so
tað gerst sera tætt. Tað var eisini
áhugavert at seta seg inn í eitt
øki, sum eg ikki kendi so nógv
til frammanundan, sigur Regin
I Jakobsen.
Dreymaavbjóðing
1. desember í fjør byrjaði Regin
I Jakobsen aftur á flogvøllinum.
Hesaferð sum stjóri fyri tey 50-
60 starvsfólkini í Vága Floghavn.
Í kapping við umleið 60 um
søkjarar fekk hann starvið.
– Hetta er ein dreymaavbjóð
ing fyri meg. Sum stjóri standi
eg við ábyrgdini bæði yvirfyri
nevndini og eigaranum, sum er
Føroya fólk, sigur nýggi stjórin.
Men skal nakað skilagott spyrj
ast burturúr er neyðugt við
góðum samstarvi við øll dugna
ligu starvsfólkini hjá Vága Flog
havn og, ikki minst, tøttum sam
skifti við nevnd felagsins.
Útbygging
Ein av størstu avbjóðingunum
hjá Vága Floghavn er, at karm
arnir aftur eru við at vera ov
trongir. Nýggja farstøðin var
tikin í nýtslu í 2014, men longu
nú, seks ár seinni, klárar hon ikki
at nøkta tørvin.
– Vit mugu byggja út aftur.
Vit hava sett okkum í samband
við COWI, sum er ein donsk
ráðgevingarfyritøka,
sum
millum annað hevur arbeitt
ógvuliga nógv við flogvallarút
bygging. Vit ynskja at fáa eina
heildarætlan fyri útbygging
langt fram í tíðina, og tá hugsa
vit tey næstu umleið 20-50 árini.
Tað er hetta, sum arbeitt verður
við í løtuni, sigur hann.
Hann vísir á, at millum annað
er neyðugt at taka atlit til
verandi bygningar og økið uttan
um, og hvar hølir, sum standa í
vegin í dag, skulu flytast.
– Ætlandi verður bygt út
vestureftir. Har er gamla far
støðin, sum verður leigað út til
ymiskt annað í dag. Verandi torn
má møguliga eisini víkja fyri
framtíðar útbyggingum. Tað er
nógv tílíkt, ið atlit mugu takast
til, so vit ikki byggja okkum føst,
sigur hann.
Nevnda heildarætlan verður
liðug um ein mánað ella so, og so
skal leiðslan og nevndin arbeiða
víðari við henni, millum annað
við eini byggiskrá, áðrenn eitt
tilmæli verður gjørt og lagt fyri
eigaran, sum er Føroya Lands
stýri. Tað er Jørgen Niclasen, ið
varðar av Vága Floghavn.
– Vit ynskja at arbeiða í tøttum
samstarvi við Landsstýrið um
hetta. Enn er kortini ov tíðliga
at siga nakað um, nær vit kunnu
fara í gongd við eina útbygging,
sigur Regin I. Jakobsen. Áðrenn
komið verður so langt er sjálv
andi neyðugt at hava eina rími
liga klára meting um, hvat talan
verður um í peningi.
Framtíðarflogvøll
til 1 millión fólk
Seinast útbygging varð gjørd á
flogvøllinum, varð hetta rindað
av íleggingargrunninum, sum
var ein avtala í sambandi við, at
føroyingar yvirtóku flogvøllin.
Tá var flogvøllurin longdur,
farstøð, tænastubygningar,
parkeringspláss og annað gjørt.
Tað kostaði umleið 400 milliónir
krónur.
– Vit vænta, at einaferð í
framtíðini fara ein millión
ferðafólk at ferðast um flog
vøllin um árið. Vit mugu hugsa
langt fram í tíðina, so at ikki
verður neyðugt at byggja út
sætta hvørt ár, tó ikki harvið
sagt, at vit skulu byggja út
til eina millión við tað fyrsta,
sigur Regin I. Jakobsen.
Nær farið verður ígongd at
– Vit vænta, at einaferð í framtíðini fara ein
millión ferðafólk at ferðast um flogvøllin um
árið. Vit mugu hugsa langt fram í tíðina, so at ikki
verður neyðugt at byggja út sætta hvørt ár, sigur
Regin I. Jakobsen, nýsettur stjóri á Flogvøllinum í
Vágum. Hann er farin aftur á eitt arbeiðspláss, har
leiðslan ikki vildi hava hann fyri sjey árum síðani
FARSTØÐIN Í VÁGUM
FARSTØÐIN Í VÁGUM
SKAL VERÐA
SKAL VERÐA MINST
MINST
TVÍFALT SO STÓR
TVÍFALT SO STÓR