Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020 SOSIALURIN 4 21 byggja, hevur stjórin ikki eitt boð um enn. – Eg dugi ikki at siga, nær farið verður í gongd við útbyggingina. Vit eru ein altjóða flogvøllur og mugu lúka treytirnar, sum myndug­leikarnir seta. Tað er tí ein longri tilgongd, sigur stjórin. Súkklar í Team Rynkeby Regin I Jakobsen er giftur við Sigrun Danielsen, og tey eiga trý vaksin børn. Hann er kendur úr ítróttar­ heimi­num. Hann spældi hond­ bólt á fyrstaliðnum hjá Kyndli og var eisini á hond­bólts­lands­ lið­num. Eisini hevur hann spælt fót­bólt við HB. Hann hevur eisini runnið nakað, men síðstu árini hevur hann gjørt nógv við eina aðra ítrótt. – Síðstu trý árini hava konan og eg súkklað við Team Rynkeby. Tað hevur verið fantastiskt og ein sera góður háttur at koma runt Føroya land, sigur Regin I. Jakob­sen. FRANTS@SOSIALURIN.FO FRANTS JENSEN – Tá ið metingar vórðu gjørdar í 2009, 2010 og 2011, væntaðu vit, at tað var ikki fyrr enn í 2025, at tað fóru at ferðast 400.000 ferðafólk um Vága Flog­havn í einum ári. Men longu í fjør, náddu vit hetta málið, sigur Regin I. Jakobsen. 424.000 ferðaðust um flog­vøllin í fjør, og tað er ein vøkstur, sum svarar til 12,3 pro­ sent. – Tá ið flogvøllurin varð tekn­aður, og ætlanirnar vórðu lagdar í 2009 til 2011, vóru um 200.000 ferðafólk, og tá hevði vøksturin ikki verið stórur í nøkur ár. Vit mettu tá at raka 400.000 ferðandi í 2025, og at flogvøllurin tí var fram­ tíðartryggjaður til tá, sigur hann. Men eftir at útbyggingin varð gjørd, tók vøksturin veru­liga dik á seg og gjørd­ist munandi størri, enn fram­ skrivingarnar tá søgdu. Meira enn helvtin útlendingar – Vøksturin hevur verið mun­ andi størri enn vit høvdu væntað. Serliga er tað lut­ fals­l­iga talið á útlendingum, ið er nógv vaksið. Fyrr vóru um­leið 70 prosent av teimum ferð­andi føroyingar, meðan 30 pro­sent vóru útlendingar. Nú er helvt um helvt føroyingar og útlendingar, ið ferðast um flogvøllin. Ja, um vit telja føroyingarnar, ið eru bú­sit­ andi uttanlands sum út­lend­ ingar, eru meira enn helvtin út­lendingar, ið ferðast um flog­vøllin, sigur Regin I. Jakob­ sen. Stjórin í Vága Floghavn væntar ikki, at tað verður so stórur vøkstur av føroyingum, ið ferðast um Flogvøllin í fram­ tíðini. – Hóast nógvir føroyingar ferðast meira enn onnur, millum annað tí at fleiri ferðast í arbeiðsørindum, eitt nú sjómenn, handverkarar og onnur arbeiðsfólk, so er tað kortini avmarkað, hvussu nógv vit kunnu ella klára at ferðast. Vit eru jú bara 52.000 føroyingar. Vit vænta tí ikki so stóran vøkstur komandi árini av føroyskum ferðandi, sigur Regin I. Jakobsen. 800.000 ferðandi í 2030 Framtíðar ferðafólkavøksturin verður hinvegin í størri mun av útlendingunum, væntar leiðsl­an í Vága Floghavn. – Vit hava gjørt fram­skriv­ ingar, og tær siga, at vit fara at hava 600.000 ferðafólk í 2025 og 800.000 í 2030. Vit vænta ikki eins stóran vøkstur sum árini, ið eru farin. Vøksturin í fjør var 12,3 prosent, vit vænta 8,2 prosent í ár, 7 prosent í 2021 og so minkar tað spakuliga til 2025, tá ið tað vera 6 prosent. Vit hava eisini tosað við At­lan­ tic Airways og teirra metingar liggja á sama støði, sigur Regin I. Jakobsen. Trongligt tá ið veðrið ávirkar Stjórin vísir á, at sum ferða­ mynstrið hjá um Vága Flog­ havn er, er neyðugt at fáa eina størri farstøð. – Tað eru flogvallir aðra­ stað­ni, sum eru á somu stødd sum flogvøllurin í Vágum, har tað ferðast fleiri ferðandi. Men tá kunnu tey spjaða tey ferðandi so at siga alt sam­ døgrið, so at tað ikki vera so nógv, sum koma í senn. Men vit hava ikki heilt sama møgu­ leika, sigur hann. Hann vísir á, at tað vanliga eru nógv ferðandi við hvørjum flog­fari, og at tað ikki eru so nógv­ar komur og fráferðir hvønn dag, og tí verður ofta rætti­liga trongligt í frá­far­ ingar­hølinum. – Tað er serliga avbjóðandi um summarið, tá ið tað eru nógv flogfør, og um tað er mjørki, ella veðrið spælir inn á annan hátt, og tá ið so ein skái er, kunnu fýra ella fimm flogfør lenda innanfyri einum tíma, og tá er sera trongligt, sig­ur Regin I. Jakobsen. FRANTS@SOSIALURIN.FO Talið á teimum ferðandi um Vága Floghavn er vaksið tvífalt so skjótt samanborið við, hvat varð væntað fyri 10 árum síðani. Í 2030 væntast 800.000 ferðandi um árið 424.000 ferðandi um flogvøllin í fjør Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn MYND: ÁLVUR HARALDSEN Vøksturin Vøksturin hevur verið hevur verið munandi størri munandi størri enn vit høvdu enn vit høvdu væntað væntað Tað er serliga avbjóðandi um Tað er serliga avbjóðandi um summarið, tá ið tað eru nógv summarið, tá ið tað eru nógv flogfør, og um tað er mjørki, ella flogfør, og um tað er mjørki, ella veðrið spælir inn á annan hátt veðrið spælir inn á annan hátt – Vit ynskja at fáa eina heildarætlan fyri útbygging langt fram í tíðina, og tá hugsa vit tey næstu umleið 20-50 árini, sigur Regin I Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn MYND: ÁLVUR HARALDSEN