hósdagur 9. januar 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
22
Í dag, 10. januar,
hava hjúnin
Tórharda og
Sámal Bláham
ar gullbrúdleyp
Tórharda er fødd í Klaksvík í
1948 og er yngst og einsamøll
genta í einum systkinaflokki á
fýra.
Fýra tey fyrstu árini vaks hon
upp í Froðba í Suðuroy saman
við mammu, pápa og trimum
beiggjum. Síðani fluttu tey norð
ureftir at búgva, eitt stutt skifti í
Klaksvík, haðan omman var ætt
að, og síðan til Tjarnastovu í
Havn.
Omman var einsamallur for
syrgjari, men við góðari hjálp frá
eldru synunum, fingu tey tað at
bera til, og sjálvt um tað uttan
iva onkuntíð var smáligt, so
høvdu tey tað gott og manglaðu
einki, tí eldru beiggarnir vóru
góðir forsyrgjarar.
Tórharda vaks sostatt upp í
Tjarnastovu í Havn og gekk í
Nonnuskúla, og seinni var hon
húshjálp hjá Jógvan Haraldsen,
til hon møtti Sámali.
Sámal er føddur í Vestmanna
í 1948 og er eisini yngstur av fýra
systkjum. Hjá ommuni og abba
num í Vestmanna manglaði
einki. Har var rúmligt, og gesta
blídni var sera stórt. Babba vaks
upp á Niðaravegi “á Mørkini”, og
har var alt sum ein unglingi
kundi hugsa sær – stutt til alt: m.
a. sjógv og fjøll. Tað var nokk
sjógvurin og báturin, sum mynd
aði ungdómin.
Sámal var ikki serliga gamal,
tá hann fyrst í 60'unum fór til
Havnar at búgva og læra til bil
smið, og tað gekk heldur ikki
long tíð, til tey bæði møttust, og
tað rann saman millum teirra.
Tvey ár seinni kom fyrsta
barnið – ein sonur. So gingu nøk
ur ár, og so kom ein genta, og 13
mánaðir seinni kom triðja barnið
– aftur ein sonur. Tá vóru tey
bara 22 ár og sótu við trimum
børnum í egnum húsum í Vest
manna.
Tórharda og Sámal vóru væl
dámd í bygdini. Tórharda var
væl “integrerað” og segði “noy”
sum hinar í bindiklubbanum.
Tey búðu mitt í bygdini, og har
fór ein rúgva av ferðslu framvið
húsunum hvønn dag.
Øll ferðslan, sum skuldi við
SAM, koyrdi har, og tað var
meira enn so, at fólk komu á gátt
til eitt prát og ein drekkamunn,
meðan bíða var eftir bátinum.
Tórharda og Sámal vóru bæði
radioamatørar og tosaðu í send
ara tíðliga og seint, og hetta kom
mangan væl við, tí hetta var ein
asti møguleiki fyri samskifti, tá
koyrt var í bili. Gjøgnum hetta
fingu tey nógv vinfólk víða um í
Føroyum og uttanlands við.
Sámal hevði nógv jørn í eldi
num. Tey høvdu pylsuvogn á
kaiini, automat í endanum á
húsunum, og so arbeiddi hann
sum bilmekanikari eisini. Tað
bar bara til, tí Tórharda hjálpti
til og ordnaði alt heima. Hann
arbeiddi viðhvørt nærum í døgn
drift. Men skjótt blivu pylsur og
bommpakkar ikki nóg mikið.
Hann vildi víðari, so neystaloftið
varð ruddað, og maskinur til at
skifta dekk við blivu settar inn,
og ein lastbilur fullur við dekk
um steðgaði í túninum, og dekk
ini løgd inn á loftið.
Men skjótt varð, at neystaloft
ið eisini bleiv ov lítið og illa ar
beiðsligt, so størri og betur høli
mátti finnast, og hetta bleiv so
til, at virksemið flutti til Havnar
– fyrst út á Velbastaðvegin, síð
an í Jekaragøtu og til síðst niðan
á Hoyvíksvegin, har fyritøkan er
enn í dag.
Fyrstu árini koyrdi Sámal
millum Vestmanna og Havnina,
men tað var ikki altíð so stuttligt,
tí dagarnir vóru ofta langir og
strævnir, so tað var meira enn
heppið, at einki álvarsligt hendi,
og Tórhardu dámdi einki alla
hesa koyringina, so miðskeiðis í
70'unum fluttu tey til Havnar –
fyrst í Jekaragøtu, har Super
Dekk Service helt til, og so í
Tjarnarlág 41, har tey framvegis
búgva.
Har var og er vítt til veggja og
høgt til loftið. Øll fingu hvør sítt
stóra kamar, mamma fekk sítt
seymikamar, sum tað eitur enn
tann dag í dag, og babba fekk sítt
“sendararúm”.
Nú vitja ommu og abbabørn
regluliga í Tjarnarlág og fáa gott
at eta frá ommuni, og hoyra
nógvar góðar søgur frá abbanum
um góðar gamlar dagar. Og um
høgtíðirnar – ja, so hittast øll
familjian við børnum, verbørn
um og abbabørnum, sum nú
man tátta í eini 30, tá tey eru
fest.
Einaferð vestmenningur – al
tíð vestmenningur. Tiltakshug
aður sum Sámal altíð er, tók
hann stig til at savna vestmenn
ingar í Havn, og tey hittast reglu
liga í Norðurlandahúsinum.
Tað er so ómetaliga nógv, sum
kann sigast um Tórhardu og
Sámal og teirra lív og virksemi, tí
tey hava verið sera virkin á so
mongum økjum. Tey eru og hava
verið virknir íverksetarar og ikki
verið bangin fyri at royna ymiskt
nýtt. Í dag er Tóharda høvuðs
umboð fyri ENJO reingerðar
skipanina í Føroyum, og Sámal
hevur inntil fyri stuttum rikið
ferðafólkavirkið TORA TURIST,
sum sonurin Regin nú hevur yv
irtikið, og tey hava sera gott sam
band við ómetaliga nóg fólk um
alla verðina. Tey eru fyrimynd
arlig og hava eitt opið heim og
taka fólk til sín við opinleika,
vinsemi, trúfesti og hjartalagi, og
vit eru mong, ið hava ómetaliga
nógv at takka teimum fyri.
Vit ynskja teimum hjartaliga
tillukku við degnum og ynskja
teimum nógv góð ár saman og
saman við okkum.
Fríðrikur
Ein heilsan til gullbrúðarparið
Tórhardu og Sámal Bláhamar
Brúdleypslýsingin úr Dagnblaðnum 10. januar í 1970
Sámal Bláhamar, eldri sonurin, Fríðrikur og konan Tórharda. Í dag hava hjúnini verið gift í hálva øld