hósdagur 9. januar 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
23
Dario Fo
25 ferðir
DARIO FO verður
nú framførdur
aftur í Sjónleikar
húsinum í Havn.
Leikirnir eru fríðkaðir
uppaftur av nýggjum, eftir
at hava ligið stillir í útvið
hálvanannan
mánað.
»Tjóvar, lík og falar kvinn
ur« verða sýndir fríggja
kvøldið 31.1., leygarkvøldið
31.1. og sunnukvøldið 1.2.
Sýningin hetta kvøldið
verður hin 25.
Hóast flestu av sýningu
num hava verið væl vitjað
ar, (3.150 áskoðarar) vóru
mong, ið settust aftur
vegna tað vánaliga veðrið,
ið var í november-desem
ber. Vónandi verða veður
gudarnir til vildar nú leik
irnir verða uppafturtiknir,
tí verður drálað ov leingi,
eydnast honum, ið hevði
ætlað sær, ikki at uuppliva
Dario Fo, henda skemti
meistara av teimum heilt
stóru, sum eisini í Føroyum
longu er vorðin mestum
eitt hugtak, ein borgan fyri
góða, fríandi láturin.
Havnar sjónleikarfelag
noyðist at fáa hesar sýn
ingar frá hondini sum
skjótast, til tess at veita
húsarúmd fyri næstu leik
sýning. »Hvat brúka Ulla
seg um«, eftir svian Clas
Engstrøm. Hesin leikur er
longu undir venjing, men
meira um hann seinni.
Eisini er ætlanin at vitja
onkrar bygdir við Dario Fo,
tá sýningarnar í Havn eru
av.
50 ár síðani: Villi Sørensen
landsstýrismaður deyður
Afturhvarv úr SOSIALINNUM 1970
Bert tvær ferðir er tað hent, at landsstýrisfólk eru deyð, meðan tey hava verið í starvi.
8. november í 1968 doyði Petur Mohr Dam, løgmaður, og 1. januar í 1970 doyði Villi
Sørensen, landsstýrismðaur
B
laðið skrivaði soleiðis 7.
januar í 1970:
»Villi
Sørensen
farin:
Villi er ikki longur okkara millum.
So dátt komu boðini, at annar av
landsstýrismonnum
Javnaðar
floksins og skrivari floksins, Villi
Sørensen , var farin. Maður kemur
í mans stað – verður tíðum tikið til
– lat okkum vóna tað, men vit eiga
samstundis at ásanna, at hetta
verður ein torfør uppgáva.
Vit sum kendu Villa, sum hin
gløgga politikaran, og tann sum
altíð var fúsur til verka, ikki minst
tá ið á stóð, hin frálíka og rámandi
pennin, sum stýrdi blað okkara,
Sosialinum, í 18 ár, hin ágrýtna
floksskrivaran, har hann hevði tey
organisatorisku evnini og vilja sum
fáur, vit bera sakn í hesum merk
ismanni.
Villi var føddur á Viðareiði 5.
desember í 1923. Villi fór til Havnar
á læraraskúla og hevur virkað sum
lærari við Klaksvíkar skúla.
Í 1950 gjørdist Villi blaðstjóri á
Sosialinum, og hevði hann hetta
starv, umframt lærarastarvið, til
hann 20. noevmber í 1968 gjørdsist
landsstýrismaður eftir deyða P. M.
Dams.
Hin førsoyski Javnaðarflokkurin
hevur mist ein góðan mann. Tað
er ikki úr Løgtinginum, vit kenna
Villa, og í landsstýrinum var hon
um soleiðis lagað, at hann fekk bert
loyvi til at virka í eitt ár. Hóast tað
kenna vit hansara stóru olitisku
hugsjónir, sum hann bar fram i
Sosialinum, har hann bardist fyri
frælsi, javnaði og brøðralagi og
sum alla tíðir hava verið stavnhald
hansara.
Vit drýpa hvur í sorg um hann,
ið farin er, og ikki minst røkka tank
arnir til tey, sum avvarða.«
Tórfinn Smith
Næmingur vístur
frá skúlanum í eina
viku. Annar næm
ingur koyrdur av
kostdeildini
S
osialurin skrivaði soleiðis 14.
januar í 1970:
Rættiligt rok hevur tikið
seg upp millum næingar og lær
arar á Studentaskúlanum í Hoy
dølum.
Hetta kemst av eini hending,
sum fór fram á seinastu jólaveitslu
19. desember i fjør.
Hendan hending hevur ført við
sær, at næmingur er vístur burtur
frá skúlanum í eina viku. Annar
næmingur er vístur av kostdeild
ini.
Hendingin er í stuttum henda:
Undir jólaveitsluni hevði ein av
næmingunum, ein drongur í 3. g.
verið saman við eini gentu úr 1.
real, og sum tá búði á kostdeildini –
meginpartin av kvøldinum. Aftan
á veitsluna fylgdi hann henni til
kostdeildina, og fór hon innar.
(Hann hevði ikki loyvi at fara inn
við, og fór tað tí heldur ikki).
Drongurin fór síðani innar í urt
agarðin uttan fyri gentukostdeild
ina, og prátar hann har við nakrar
gentur, sum lógu í einum glugga.
Meðan tey soleiðis standa og
práta, kemur umsjónarmaðurin á
kostdeildini, og illstøða kemur mill
um teir báðar. Umsjónarmaðurin
sló eftir dreinginum, sum sló aftur
i sjálvverju. Politiið kom síðani upp
í leikin og tók frágreiðing.
Avleiðingarnar av hendigini
eru, at gentan, sum er av bygd, og
tá búði á kostdeildini, varð koyrd
av kostdeildini, og drongurin varð
vístur burtur frá skúlanum í eina
viku, og síðan fáa boð hvussu.
Hesar upplýsingar hava vit
fingið frá formanni næmingafel
agsins, Róa Petursson, og harmast
hann næminganna vegna, at næm
ingarar hava als einki at siga í tílík
um føri, meðan lærarar hava alt at
siga.
Somuleiðis veit hann at siga frá,
at fleiri næmingar eru farnir sjálv
bodnir av kostdeildini í seinastuni,
so umstøðurnar har kunnu ikki
metast at vera tær bestu.
Upp á fyrispurning til rektara
skúlans, Arnbjørn Mortensen, um
ikki næmingafelagið verður tikið
til ráðs í tílíkum føri, svarar hann,
at tað hava næmingar einki við at
gera.
Sum áður sagt fór hendingin
fram uttan fyri skúlatíðina, og
hevði so at siga einki við sjálvan
skúlan at gera, og spyrja vit tí A.
Mortensen, hví drongurin so er
koyrdur úr skúlanum.
– Hendingin fór fram á skúlans
øki, og er hetta nóg mikið til, at tílík
avgerði er tikin, sigur Arnbjørn
Mortensen.
Hvør hevur myndugleika at
koyra næming úr kostdeildini,
spyrja vit, og til hetta svarar
rektarin:
– Tað er Andrias Høggaard.
Rok á Studentaskúlanum í Hoydølum
Havnar Sjónleikarafelag
framførdi leik hjá Dario Fo
fyri 50 árum síðani
Kistan verður borin út úr Christianskirkjuni av: Kristian Djurhuus, løgmanni, Jákup Lindenskov, varaløgmanni,
Sámal Petersen, landsstýrismanni, Einar Waag, formanni Føroya Javnaðarfloks, J. Fr. Øregaard, løgtingsfor
manni og Poul J. Olsen, løgtingsmani
Villi Sørensen, landsstýrismaður,
doyði nýggjársdag í 1970 einans 46
ára gamal. Hann varð ættaður av
Viðareiði, men búði í Klaksvík