hósdagur 9. januar 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
24
JÓAN PAULI JOENSEN
N
ógv vatn er runnið í
ánna, síðani seinasta
bindið um Føroyar
kom út í 1968, tí hava
óivað eisini ung og yngri fólk
gloymt, at hetta henta stórverk
er til. Eitt verk, sum ein røð av
føroyakønum fólkum – bæði
donsk og føroysk – skrivaðu fyri
meira enn 50 árum síðani.
Føroyingarnir vóru jarð
frøðingin Jóannes Rasmussen,
plantufrøðingurin Jóhannes
Johansen, fiskifrøðingurin
Jacob Sverri Joensen, ídnaðar
frøðingurin Karsten Hoydal,
skrivstorustjórin Johan Djur
huus, landsverkfrøðingurin
Mikkjal Helmsdal, stjóran á
SEV Hjalgrim Winther, lands
læknin Hans Debes Joen
sen, professarin Christian
Matras, rithøvundurin William
Heinesen, varabiskuppurin
Jacob Joensen, landsantikvar
urin Sverri Dahl og bókavørður
in Ulf Zachariassen.
Føroyakønu danirnir vóru
skrivstovustjórin A. J. Arnskov,
landafrøðingurin Axel Schou,
veðurfrøðingurin Ingolf Ses
toft, plantufrøðingurin Kjeld
Hansen, hagfrøðingurin og
skrivstovustjórin Rigmor Skade.
Onnur redaktiónsfólk vóru J.
Kousgård Sørensen, Chr Lisse
og Gudrun Ebbesen. Part í hand
bókini áttu eisini Jaspur Joen
sen, bókavørður. John Davidsen,
lærari, Sigmund í Dali, land
mátari, Poul L. Guttesen verk
frøðingur og studenturin Rolf
Guttesen.
Flestu teirra eru ikki okkara
millum longur.
Í 2014 varð farið undir 6. út
gávu av Trap Danmark, og tá
2021 er farið, skuldu 34 bind verið
komin út, umframt ta teldutøku
útgávuna. Afturat hesum koma
98 bøkur lutaðar sundur, sum
bøkur fyri einstakar kommunur.
Trap Danmark er fíggjað úr
ymiskum grunnum og frá
vinnulívinum við 160 milliónum
krónum. Hartil kemur so sølan,
sum liggur um 30 milliónir.
Ritstjórnin fyri Trap Dan
mark, sum hevur sæti í Hørs
holm, telur heili 40 serkøn fólk
umframt fakliga ráð, sum telur
12 fólk. Hartil koma so eini 35
fólk, sum arbeiða fast við 6. út
gávuni av Trap Danmark.
Í hesum stóra verki verður
mestsum hvør krókur í Danmark
umrøddur, so tað ber til, at fáa
fatur á mestsum øllum lokalum
upplýsingum av týdningi. Bak
støði fyri verkinum er tí bæði
fakliga og framleiðsluliga trygt
og gott.
Tað er tí eini stór og gleðilig
tíðindi, at ritstjórnin fyri Trap,
nú eisini hevur tikið stig til at
geva út eina nýggja Trap Før
oyar ella Trap Færøerne. Fyrr
var handbókin bert á donskum,
men hesa ferð kemur hon út
bæði á føroyskum og donskum.
Harumframt kemur verkið
eisini at verða teldutøkt –
digitalt á báðum málunum.
Tað fer soleiðis
umframt at
sláa upp í bók
ini sjálvari,
eisini
at
bera til at
heinta sær upplýsingar umvegis
teldu, i-padd og fartelefon. Eitt
framstig við lít.
Ritstjórnin hevur ætlanir
um, at tað eisini skal bera til at
luta Trap Føroyar sundur í fleiri
minni bøkur, um ta einstøku
kommununa, sum serligar kom
munubøkur. Hesum hevur stór
undirtøka verið fyri í Danmark.
Tí hesar bøkurnar, sum Trap
stendur út, verða faktakekkaðar
frá høvdi til hala. Tær eru tí sera
álítandi. Hesin møguleiki fer
eisini at standa opin fyri før
oyskum kommunum. Roknast
kann við, at tað verður
eitt før
Ein tann higartil besta – og
einasta veruliga handbókin – um
Føroyar kemur út aftur. Ikki bert
fyri teimum, sum hava fingist við
at skriva um føroyska søgu og
føroysk viðurskifti, hevur bindið
um Føroyar í stóra bókaverkinum
Trap Danmark verið eitt sera
hent amboð, men eisini hjá øllum
sum í eini handavending vilja
vita meira um Føroyar. Tað eru
kortini ikki øll, sum hava gáað
um hesa hentu handbók, tí 50 ár
er long tíð - eisini at gloyma í
TRAP FØROYAR
TRAP FØROYAR Á Á
VEG Í NÝGGJUM HAMI
VEG Í NÝGGJUM HAMI