hósdagur 9. januar 2020síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
25
oyskt forlag, sum kemur at geva
út føroysku útgávurar.
Mentamálaráðið dugdi straks
at lesa skriftina á vegginum, tá
ritstjórnin fyri Trap kunngjørdi
ætlan sína. Mentamálaráðið
søkti løgtingið um eina rímiliga
upphædd á fíggjarlógini fyri
komandi ár til útgávuna av Trap
Føroyar, sum tingið nú eisini so
skilagott hevur játtað. Talan er
um eina hálva millión.
Hetta er sera gleðiligt. Tað
gevur tí eisini vón um, at tað
ríka føroyska vinnulívið eisini
fer at stuðla hesa verkætlan. At
føroyskir myndugleikar og før
oysk virki veruliga hava viljan
til at lata sín part í hesa stóru
verkætlan – meginhandbókina
um Føroyar, fer at fáa stóran
symbolskan týdning, og tað
fer tí at elva til, at danskar fyri
tøkur og grunnar eisini fara at
lata sín stóra lut, so fíggjarligt
grundarlag verður at fara undir
at geva út hesa stóru handbók.
Í hesum sambandi kann
vera nevnt, at ein nýggj Trap
Grønland eisini er á veg. Í Grøn
landi hava longu nú fleiri grøn
lendskar fyritøkur sýnt verki
num stóran áhuga og játtað
pening, so útgávan mestsum
longu er tryggjað.
Nógv er hent í Føroyum og í
føroyska samfelagnum á øllum
økjum hesi stívligu 50 árini
síðani Trap Færøerne kom út
í 1968. Søgan fram til 1968 er
kanska ikki so nógv broytt, men
søguskrivingin hon er tað.
Fólkatalið er eisini vaksið
munandi hesi árini, og fleiri
demografisker broytingar eru
hendar. Vinnulívið er ikki tað
sama, ei heldur vegakervið
og telefonkervið, fyri ikki at
tosa um alt tað, sum er hent
í landsumsitingini, á heilsu
økinum og á almannaøkinum.
Tað sama er hent við undir
vísing, gransking og á mentana
røkinum. Føroysk mentan er av
álvara farin at blóma á mestsum
øllum økjum hesi 50 árini, sum
farin eru síðani Trap Føroyar
kom út seinast. Føroyar eru
stutt sagt ikki tær somu í 2020,
sum tær vóru í 1968.
Landið er vorðið broytt, vit
eru vorðin ríkari, men alt er
eisini vorið meira samansett og
globaliserað. Ferðavinnan hevur
vundið upp á seg, og sett síni krøv.
Føroyar eru nú eisini vorðnar
kendar fyri sína matmentan og
sína matstovuvinnu og er eisini
komið á heimskortið hesum við
víkjandi.
Tað verður ein áhugaverd
uppgáva at savna allar góðar
kreftir í hesum landi fyri at seta
orð bæði á tað, sum var áðrenn
1968 og alt tað, sum er komið
aftaná – at geva landi okkara
stutt, greitt og satt hold í eini
konkretari handbók sum kemur
at verða hent hjá øllum.
Vitanarstøðið í landinum er
nógv økt síðani 1968. Tað krevur
stóran kunnleika at kunna
skriva stutt og greitt og fáa alt
tað við, sum hevur týdning, men
í dag hava vit eisini nógv fólk,
sum kunnu gera hetta.
Alt tað redaktionella liggur
frammanundan í føstum ramm
um, so her skal lítið ella einki
uppfinnast av nýggjum, tá tað
um útgávuna ræður. Her koma
vit til skorin klæðir. So skjótt
sum fíggjargrundarlagið er
komið upp á pláss verður farið
undir at skipa fyri, hvat inni
haldið skal verða, og hvussu
struktururin í bókini skal vera,
og hvør skal skriva.
Mentamálaráðið og Løg
tingið hava longu tikið undir
við ætlanini, og vónandi fara
vinnulívsfólk okkara eisini
at gera sítt til, at henda hand
bókin kemur út í nýggjum og
dagførdum hami. Her kemur
alt at gera mun bæði í verki og
symbolskt við.
Tað var danin Jens Peter
Trap sum í 1856-60 fekk í
lag ta fyrstu útgávuna av
tí, sum kom at verða nevnt
Trap Danmark. J. P. Trap var
kabinettskrivari hjá Fríðriki
7. Kongurin stuðlaði eisini
teirri fyrstu útgávuni. Hetta
stóra verk er síðani tá komið
út í 5 útgávum. Føroyar
hava verið umrøddar í Trap
frá byrjan. Í 1968 kom Trap
Fæøerne sum ein bók fyri
seg.
Frá 2014 og fram til 2021
verður arbeitt við at geva
út eina 6. útgávu av Trap.
Verkið í síni heild kemur at
telja 34 bind, umframt ta
teldutøku útgávuna. Afturat
hesum koma 98 bøkur
lutaðar sundur, sum bøkur
fyri einstakar kommunur.
Harafturat er ætlanin at ein
Trap Grønland og ein Trap
Føroyar eisini skal koma út
av nýggjum.
Umframt ritstjórn, fakligt
ráð eru 35 fólk í starvið
hjá Trap Danmark. Trap
Danmark er fíggja av
ymiskum grunnum og
frá vinnulívinum við 160
milliónum krónum. Hartil
kemur so sølan sum liggur
um um 30 milliónir.
Pengar eru ikki settir av
til eina Trap handbók um
Føroyar. Roknað verur við,
at føroyingar sjálvir eru
sinnaðir til at gjalda sín part.
Hinvegin eru bestu útlit til,
at danskir grunnar eisini
fara at lata bróðurpartin
av tí, sum bókin kostar, um
áhugin vísir seg at verða nóg
stórur í Føroyum at fáa Trap
Føroyar út av nýggjum.
Roknað verður við at eini
150 fakfólk koma at verða
knýtt at Trap Føroyar, hetta
verða fólk sum arbeiða á
føroyskum stovnum og
verkum, men eisini onnur
koma at verða knýtt at
arbeiðinum.
Høvuðsritstjórar fyri Trap
Føroyar koma at verða Niels
Elers Koch, professari, sum
er ábygdarritstjóri fyri øllum
Trap bókunum og Jóan Pauli
Joensen, professari.
Sí eisini: www. trap, dk
UM TRAP