hósdagur 9. januar 2020síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
27
Komandi partur
Í komandi og seinasta parti verður greitt frá heimagjørda passinum
hjá Sigert við meira enn 400 stemplum og um hansara seinastu ferð,
sum var heim í kirkjugarðin í Kirkjubø.
verða liðugur við ferð sína og ætl
ar hann so at skriva bók um alt
tað, hann hevur sæð og upplivað.
Tað átti at blivið ein forvitnislig
frásøgn, tí bæði hevur Sigurd
givið sær stundir til og hevur
hann havt skil á at geva øllum
gætur í hesi ár, hann ferðaðist á
sínum fótum gjøgnum tey føgru
ríkir um heimin.
Tað sigst i flogboðunum, at
hann bert hevur eina tannbust í
viðføri. Men tað mátti illa borið
til.
Ætlaða bókin gjørdist ikki
veruleiki. Hann livdi ov stutt.
Sigert 1. som Globetrotter
Sigert dugdi væl at gera vart við
seg sjálvan, m.a. við smáskriftum
sum vóru prentað fyri at fáa boð
skapin út til flest gjørligt. Her
eru nøkur dømi. Fyrst eitt við
yvirskriftini omanfyri, har hann
lýsir seg sum ein drott:
For at kunne med en vis Berett
igelse optræde som Menneske
hedens Talsmand og Aandelige
Raadgiver blev det nødvendigt at
ved Selvsyn lære de mangfoldige
Forhold, som raader paa
vor Planet, at kende, lige fra
de bekymmerløse lykkelige
Tilstande, som hersker blandt
Naturfolkene i Verdens mest
afsidesliggende Egne og til Stor
stædernes rodløse liv. Jeg ved
hvordan Verden ser ud, og jeg
kender og – elsker dens Beboere.
Ogsaa Naturens ophøjede Sand
heder, saaledes som de ytrer sig i
al deres Mildhed og Storhed, Magt
og Vælde paa Hav og Land under
forskellige Breddegrader, har jeg
tilgodegjort mig.
Om mine Eventyrlige og om
vekslende Færder paa kryds og
tværs om vor Planet vil ”Verd
ensskriftet” komme til at berette.
Hetta er tíðarritið sum Sigert gav
út á fleiri málum. Sjálvur skrivar
hann í sambandi við fyrstu
donsku útgávuna í 1931 m.a:
Verdensskriftet er viet Menn
eskeheden. Med Tilfredsstillelse
og Glæde kommer det at læses i
alle Hjem Verden over. Det ind
finder sig som et Barn, tiljubler
Menneskene og fortæller om
evig Fred og Fryd. Gennem den
Tilslutning som det vinder, vokser
det sig stærkt og griber sig an med
gennemførelse af en endemaals
venlig Verdensorganisation.
Med Oprettelse af Verdens
riget, Renhedsriget, Sundheds
riget, Skønhedsriget, Lykke
riget, Fredsriget viger den
materialistiske-egoistiske Sam
fundsordning med alle dens Mis
forhold, som bærer Skylden til
Menneskehedens Udartning.
Um leiklutin hjá Føroyum í eitt
komandi heimsríki skrivar hann:
Færingerne vil underordne sig
Sandhedens og Naturens Bud
og rette sig mod Lyset. Som fri
oplyst Nation ønsker Færøerne
at samarbejde med Danmark
saavelsom med andre Nationer i
venskabelig Forstaaelse paa vort
Slægtes harmonske udvikling.
Helena, systirin, ger bart
Tað er sjálvsagt, at sjónarmiðini
hjá Sigert um Føroyar sum ein
sjálvstøðug tjóð fóru ikki framvið
í tøgn. Hetta var í Føroyum sum
í Danmark. Í Føroyum var tað
sjálvsagt Dimmalætting, sum ikki
legðist á boðini. Og sum ofta var í
politikki, so var hetta gjørt meira
ella minni ósakligt.
Hetta førdi so til aftursvar
kanska í somu mynt. Tann 28.
januar 1914 er tað systirin Hel
ena, sum ger bart í eini grein í
Tingakrossi. Helena var ein kend
kvinna tá í tíðini. Hon var fødd í
1864 og doyði longu í 1916 bara 52
ára gomul. Hon var ógift.
Henda grein sigur eisini nakað
um politiska orðaskiftið fyri 100
árum síðani. Hon skrivar:
Hin reyði í Dimmu
Nakað fyri jól stóð ein lítil grein
í blaðnum “København” um ein
fyrilestur, sum Sigurd Patursson
hevði havt í Helsingfors nú
síðsta heyst. Henda greinin var
sømiliga skrivað og uttan illvilja á
nakran hátt. Maðurin, ið skrivaði
í Helsingfors, rópar seg X.
So brátt sum hugsast kann
hevur hin reyði blaðstýrarin á
Dimmalætting fingið fatur á hesi
grein, og nú er hon ókennilig, úr
klipt og óføra dúgliga skoytt upp
í, óndsinnað og niðursetandi.
Dimma veit sum er, at Sigurd
Paturson er ov langt farin til at
kunna verja seg.
Eg havi ikki hetta blað hjá
mær, men eg minnist, at X byrjaði
soleiðis: ”Den velbekendte For
fatter Sigurd Patursson, der har
berejst det meste af Jorden, dog
med størst Interesse for Sibirien
og Rusland…”
Stutt aftaná stendur aftur ein
grein í Dimmu um Sigurd Patur
sson. Aftur henda greinin er um
skrivað til Dimmalættingar, og
5-6 ferðir so long sum hin sanna,
og hesa síðstu grein eigur hin ill
gitni Knútur Berlin, sum tað vildi
verið tann størsti skendsil fyri ein
Føring at rokna sær til vin.
Tað er eisini soleiðis við Knúti,
at teir danir ið lurta eftir honum,
eru eins fáir og smáir. Tað illa
fær tó ikki altíð so brádliga fram
gongd.
Sigurd Patursson unnur Før
oyingum 50 milliónir úr danska
statskassanum fyri rentur og
renturs rentu frá monopol
handilstíðini! Blaðstjórin blívur
í ørviti av at hugsa eitt sovorðið
uppskot, hann blívur sjúkur av
tí. Men tann sum kastar orðini
út, veit nokk hvat hann sigur, tó
at hann eisini veit, at tann danski
staturin bara situr omaná einum
lítlum kassa.
Mær rennur í huga, hvat ein
havnargenta segði við meg stutt
fyri jól: ”Nú kennist raktíð hjá
Dimmalætting, tá einki sæst
hatur um J. Patursson”. Bíða nú
– hon grevur okkurt fram undan
løgtingsvalgini. Og so bleiv -
sjálvsagt. Men nú er tað maður,
sum ikki veit av svikum og er so
langt av leið, at hann ikki fær
vart seg, sum skal nýtast til vápn
á Dimmusar sniðgøtum móti
bróður sínum Jóanes Patursson.
Eingin skal siga mær, at hin
reyði blaðstýrari Dimmusar trýr
uppá nakra fráslíting Føroyar og
Danmarkar millum…
Tað eru tíbetur danskir menn,
sum hava meira vit í einum heysi
enn Knútur og blaðstjórin til
samans. Konsul Thomsen sigur
á fundi í Keypmannahavn, har
samkoming er av lærdum og
mentaðum monnum: ”Eitt verk
hevur dr. Berlin útint í hesi sak
(flaggsakin). Hann er nú hataður
um tað heila Ísland.”
Blaðstjórin át fegin tann dag
í dag allar Føroyingar, og svølgdi
teir í sín danska búk. Nakað mat
glaður hevði hann tá verið!
Í sama nr. av “København”,
sum áðurenvnda grein stóð í, fell
míni eygu á orðini:
Tann ”Kultur, sum ikki er
upprunnin av tjóðskaparligari
grund er púra andleysur og
hevur onga rót. ” So dýrmett orð
eru fyri Dimmu sum at rætta
brand fyri hund, og tey kunnu
ikki umskapast henni til svik
og illgerð sum orðini hjá Sigurd
Patursson.
Hvør var Knud Berlin?
Knud Berlin, sum Helena heldur
so hánt um, hevur ikki verið so
nógv kendur í Føroyum. Men
hann var ein gitin løgfrøðingur,
sum var serfrøðingur í statsrætti
og íslendskum rætti. Hildið var, at
hann helt seg vita meira um hetta
enn hann gjørdi.
Eftir øllum at døma hevur
hann arbeitt ímóti sjálvstýris
royndunum í Íslandi og Føroyum.
Millum annað skrivar Tinga
krossur, at Knud Berlin helt, at
tann avmarkaða sjálvstýrsskrá
in hjá Sjálvstýrisflokkinum frá
byrjan av var ”loysing”. So var
tað var ikki so løgið, at Helena og
onnur samsint høvdu ringt eygað
á honum.
Sigert fór á rossabaki til Paris
“Staturin Føroyar”, handritið
Helena tók beiggjan í forsvar