hósdagur 9. januar 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
30
SJÚRÐUR HILDARSON HOYDAL
H
óast Føroyar hava
góð minni úr hond
bóltssøguni,
við
fyrst
og
fremst
C-HM og fleiri sigrum í
kappingum sum Emerging
Nations, Challenge Trophy og
í ungdómshondbólti, so hevur
manslandsliðið ongantíð vunnið
ein undankappingardyst. Í EM-
høpi hava Føroyar fingið tvey
stig í søguni. Tað fyrsta kom
í 22-22 javnleiki ímóti Belgia í
Høllini á Hálsi tann 15. januar
2003 og seinna stigið kom í 24-24
javnleiki á útivølli í Montenegro
tann 24. oktober 2018.
Í 1992 var farið burtur frá A,
B og C-HM til at spæla undan
kappingar. Føroyar hava síðani
luttikið í undankappingum til
HM í 2005, 2009, 2011 og 2019,
men ongantíð eru stigini komin.
Tá ið hugt verður eftir lið
unum, ið spælt hevur verið ímóti
er tað eisini skilligt, at tað ikki
hevur eydnast. Føroyar hava
altíð verið í niðasta styrkislagi,
tá ið lutakastini hava verið og
mótstøðan hevur verið sterk.
Tað verður trupult
Til hesa undankappingina vóru
Føroyar styrkismettar í triðja
av fýra løgum, men lutakastið
gjørdist kortini sera trupult.
Litava og Slovakia vóru
ímillum sterkastu tjóðirnar í
ávikavist fyrsta og øðrum lagi,
og Luksemborg mundi vera hitt
sterkasta í fjórða lagi.
Minnast væl Luksemborg
Føroyar hava roynt seg ímóti
Luksemborg áður. Millum annað
í Challenge Trophy í júst somu
høll, sum spælt verður í hetta
vikuskiftið.
Dia Midjord var tá høvuðs
venjari hjá Føroyum, og hann
royndi seg í fleiri førum ímóti
Luksemborg. Nú er hann aftur
her – hesaferð sum hjálparvenj
ari.
Dia Midjord minnist hvussu
Føroyar fingu ein stóran av
smurning fyrstu ferð. Eini tíggju-
tólv mál minnist núverandi
hjálparvenjarin. Men tað gekk
ikki long tíð, so høvdu Føroyar
tikið seg nógv inn á Luksemborg
aftur og í einum seinni dysti var
munurin eini fýra-fimm mál.
- Nú verður spennandi at
síggja hvussu vit hesaferð eru
fyri í mun til teir, sigur Dia
Midjord áðrenn kappingina.
-Skulu menna okkum
Venjararnir arbeiða eisini
fyri at hópurin skal gerast
alsamt betri í mun til komandi
mótstøðuliðini. Sonni Larsen,
landsliðsvenjari sigur, at vónin
er at gerast enn dugnaligari eftir
hesa kappingina.
- Eg vóni vit fáa bygt á okkara
spæl – serliga skjótálopsspælið.
Tað hevur verið okkara tema
seinastu tíðina. Tað fer at krevja
at vit verja sera væl og at vit
standa væl í málinum. Og tað
havi eg eisini eina væntan av at
vit megna, so at vit fáa hægru
góðsku í skjótálopsspælið, sigur
venjarin, ið kortini eisini hevur
sínar vónir til at skapa óvæntaði
úrslitini:
- Vit eru her fyri at spæla
okkum víðari. Vit eru ikki bara
við fyri stuttleikar.
Taka vónandi næsta fetið
Men mótstøðan er hørð, og
tey fæstu munnu vænta at
Føroyar skulu vinna hendan
bólkin, hóast góð avrik ímóti
serliga Montenegro og Ukraina,
sum spæla EM í hesum døgum.
- Serliga Litava er eitt sera
gott lið, sum kanska minnir eitt
sindur um Montenegro. Men eg
haldi at Litava er enn betri, sigur
venjarin og greiðir frá at litavska
liðið er betri samanspælt enn
Montenegro.
- Men sjálvandi bera dystirnir
í seinastu undankappingini til
EM boð um, at vit sum heild eru
komin upp á eitt hægri støði
enn fyri tveimum árum síðani,
og vónandi taka vit enn eitt fet
upp, sigur Sonni Larsen.
SJURDUR@SOSIALURIN.FO
Føroyska manslandsliðið hevur ongantíð vunnið ein undankappingardyst
síðani farið var frá at spæla C-HM. Nú skal tað vera, tá ið Føroyar spæla
ímóti Litava, Slovakia og Luksemborg næstu dagarnar – Sosialurin
hevur hugt eftir hópinum sum skal vinna fyrstu stigini
SKULU KENNA SIGURIN
SKULU KENNA SIGURIN
FYRI FYRSTU FERÐ
FYRI FYRSTU FERÐ
Helgi Hildarson Hoydal hevur verið í stórformi saman við Kjartani Johansen í Norra
Peter Krogh og
Vilhelm Poulsen hava
verið framúr í H71
hetta kappingarárið