hósdagur 9. januar 2020síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JANUAR 2020
SOSIALURIN 4
31
Málverjar
Nicholas Satchwell
– Neistin
Tóraldur Kollsker
– FIF (DK)
Nicholas Satchwell er kanska
størsti lykilin um tað skal eydn
ast at fáa ein føroyskan sigur
hesaferð. Málverjin hevur
verið ein av besti leikarunum
í Okkaradeildini yvirhøvur í
ár, og er millum annað ḱosin
”Leikarin hesa vikuna” tvær
ferðir í Ítrottarsosialinum
higartil. Í blaðnum mánadagin
varð Nicholas Satchwell eisini
kosin besti málverji fyri fyrru
helvt av kappingarárinum, og
vit søgdu tá millum annað, at
málverjin hevur avgjørt ein dyst
fyri og annan eftir fyri Neistan.
Hann hevur eisini spælt so at
siga hvørt sekund í teimum 13
dystunum hjá Neistanum, sum
fær 24,2 mál ímóti sær í miðal.
Tóraldur Kollsker skal trakka
til tá ið Nicholas hevur tørv
á einum steðgi. 25 ára gamli
málverjin hevur stríðst við
drúgvar knæskaðar seinastu
fýra árini, men í fjør spældi hann
eitt framúr kappingarár við
danska FIF, sum vann allar sínar
dystir og flutti upp í næstbestu
deildina. Í ár hevur hann tíverri
ikki fingið nakra spælitíð, men
hevur spælt við næstbesta
liðnum í 2. deild.
Vinstru veingir
Rói Berg Hansen – FIF
(DK) - 61 mál í 15 dystum
Leivur Mortensen – H71
– 39 mál í 13 dystum
Seinastu landsdystirnar hevur
Rói Berg Hansen verið einasti
vinstri vongurin á landsliðnum.
Tað vitnar um stórt álit frá
landsliðsvenjaranum. Rói Berg
Hansen skrivaði sítt navn í
føroysku hondbóltssøguna, tá
ið hann javnaði til 24-24 ímóti
Montenegro í evstu løtu, og
farna kappingarár var hann
eisini fastur maður á FIF-
liðnum, sum ósigrað vann 2.
deild í Danmark, og hagtølini
siga okkum, at hann framvegis
skorar mál í 1. deild.
Leivur Mortensen hevur
verið ein hin mest spennandi
ungi leikarin í Føroyum seinastu
árini, og Ítrottarsosialurin valdi
hann mánadagin at vera besta
vinstra vong í Føroyum seinasta
hálvárið.
Vinstru bakkar
Hilmar Leon Jakobsen –
H71 – 17 mál í sjey dystum
Teis Horn Rasmussen – HEI
(DK) – 16 mál í 14 dystum
Brandur Halgirsson – AJAX
(DK) 11 mál í 15 dystum
Tað er hevur verið sera málfá
tækt í feløgunum hjá vinstru
bakkunum. Orsøkin er, at
bæði Teis Horn Rasmussen
og Brandur Halgirsson verða
roknaðir sum verjuserfrøðingar
í feløgunum. Brandur Halgirsson
hevur eisini á landsliðnum verið
nýttur í tí leiklutinum, men
okkurt í venjingunum bendir
á, at hann fer at fáa eitt sindur
størri leiklut í álopinum um
vikuskiftið.
Hilmar Leon Jakobsen er
hinvegin vanliga at rokna sum
málslúkur. Eftir at hava verið
róptur risatalent við tilboðum
um at spæla hondbólt í eitt nú
Spania, hevur kviki bakkurin
tó stríðst við truplar skaðar
seinastu tvey árini. Seinasta
kappingarár spældi hann so at
siga bara finalurnar, har hann
prógvaði, at hann framvegis
dugir at skjóta mál. Í ár spældi
hann ikki fimm teir fyrstu
dystirnar í Okkaradeildini, og
er síðani spakuliga slúsaður inn
á H71-liðið aftur. Á vinstra bakki
fara vit óivað eisini at síggja
Peter Krogh, sum stendur sum
høgri bakkur í yvirlitinum, sum
Ítrottarsosialurin hevur fingið
frá landsliðsvenjaranum.
Miðjur
Jónas Gunnarsson
Djurhuus FIF (DK) - 29
mál í 15 dystum
Kjartan Johansen – Viking
(NO) -106 mál í 13 dystum
Tveir av avgjørdu lyklaleikar
unum frá EM-undankappingini
standa sum miðjur, men einki er
at ivast í, at Jónas Gunnarsson
Djurhuus fer at spæla miðja,
við Kjartani Johansen á høgra
bakki.
Jónas Gunnarsson Djurhuus
hevur fingið misjavnt av áliti
í FIF hetta kappingarárið, og
minuttirnir hava ofta verið ov
fáir. Men herfyri spældi hann
ein branndyst og var eisini kosin
dagsins leikari, so hann kemur
til Luksemborg við sjálvsáliti.
Ovurstór ábyrgd liggur á før
oyska
spælskiparanum
í
Luksemborg, sum vónandi aftur
finnur fantastisku avrikini frá
seinastu undankapping fram.
Tað fer Kjartan Johansen
vónandi eisini. Hann kemur til
Luksemborg í stórformi eftir
eitt framúr kappingarár, ið hann
kann leggja afturat fantastisku
avrikini ímóti Ukraina og
Danmark í fjør. Hann er í løtuni
toppskjútti í norsku 1. deild, og
stevnir við liðið sínum ímóti
uppflyting.
Høgru bakkar
Peter Krogh – H71 –
78 mál í 13 dystum
Vilhelm Poulsen – H71
- 48 mál í 12 dystum
Peter Krogh spælir óivað
vinstri bakkur meginpartin av
teimum trimum dystunum í
Luksemborg. Eftir tvey kapp
ingarár, har lesnaður uttan
lands hevur darvað hondbólts
rútmuna hjá Føroya besta
leikara í 2016 og 2017, hevur
hann í ár verið í stórformi í H71.
Kropsliga tykist hann at vera í
toppformi og hann vísti millum
annað í Evropa Cup-dystunum
í heyst, at hann stendur fult í
mát við altjóða leikarar – ofta
meira enn so. Skotini hava
sitið hart og neyvt, og hann
er aftur ein hin besti leikarin í
Føroyum yvirhøvur. Og so skal
tað heldur ikki undirmetast, at
mótstøðuleikarar altíð verða
tiknir á bóli, tá ið Peter Krogh
sínir sínar dygdir at skifta
skotarm.
Ársins stjørnuskot í Okkara
deildini í fjør, Vilhelm Poulsen,
hevur í ár gjørt, at Peter Krogh
fyri tað mesta skjýtur við høgra
armi í H71. Vilhelm Poulsen
tykist at gerast betri og betri, og
vøddarnir bara vaksa og vaksa.
Dygdirnar eru eitt hart knapt
hoppiskot, áðrenn verjan kemur
upp á pláss, og at ongantíð
geva verjuni frið við sínum av
bjóðingum.
Høgru veingir
Nicklas Selvig
Pætur Thomsen
Nicklas Selvig er enn ein sum
kann spæla høgru bakkur – tað
ger hann eisini dagliga í KÍF.
Á landsliðnum er tó eingin ivi
um, at hann fer at spæla vong
ur. Nicklas Selvig spældi eina
framúr undankapping, har
ein sat við kensluni av, at tær
royndirnar hann fann sær í TMS
Ringsted, sum hann førdi upp í
bestu donsku deildina, hjálpa
honum væl í landsdystunum.
Er eisini ein sterkur og klókur
verjuspælari, og kann sum hálv
ur bakkur byrja eitt sera gott
trýst á vonginum – um hann
ikki fintar seg ígjøgnum og
skorar úr spískum við eyðkenda
slanguarminum.
Pætur Thomsen skal loysa
Selvig av tá ið tað er neyðugt.
23 ára gamli hoyvíkingurin
gjørdist serliga víðagitin fyri
síni avrik við U21-landsliðnum í
Algeria á sinni, men hevur síðani
stríðst nakað við skaðar. Serliga
skjótálopini eru serdygdin hjá
kvika høgra vonginum, sum
eisini hevur víst seg sum ein
klókan verjuspælara á vongi
num hjá H71.
Strikur
Rókur Akralíð – HEI (DK)
23 mál í 12 dystum
Helgi Hildarson Hoydal
- Viking (NO) – 54
mál í 13 dystum
Rógvi Dal Christiansen
– Kyndil - 41 mál
í 12 dystum
Rókur Akralíð er væl og virðiliga
royndasti leikarin á føroyska
landsliðnum og hevur eisini
yvirtikið liðskiparabandið
frá Tróndi Kragesteen. 32 ára
gamli Rókur Akralíð fekk sín
fyrsta landsdyst í 2004, men
um jólini í fjør var spurningurin
um hann kláraði at halda fram
á landsliðnum. Tá fekk Rókur
starv sum lækni í Aarhus og
spurningurin hvat fór at henda
við hondbóltinum. Rókur fann
sær liðið HEI í donsku fyrstu
deild, og gjørdist fastur maður.
Tað hevur gagnað landsliðnum
væl, tí Rókur spældi aftur fleiri
framúr landsdystir í vár, har
hann skipaði verjuna ímóti
heimsstjørnunum. Og í HEI
hevur hann eisini endurupp
funnið seg sum álopsleikara.
Í Kyndli seinastu árini var tað
annars Rógvi Dal Christiansen,
sum avloysti Rók í álopinum.
Kyndil bygdi álopið hjá sær
upp um Rógva, sum seinastu
árini hevur verið ein tann
leikarin, sum føroysku liðini
hava hatað mest at spæla
ímóti. Vøddarnir eru øgiligir,
tyngdarpunktið lágt og tað
tykist stundum ógjørligt at
steðga honum uttan at gera
brotskast.
Á landsliðnum má hann
deilast um ábyrgdina við Rók
og Helga Hildarson Hoydal, sum
eins og liðfelagin í Norra, kemur
til Luksemborg í stórformi,
eftir fleiri kappingarár við
knæskaðum. Áðrenn hetta
kappingarárið var hann út
nevndur liðskipari í Viking, og
hann hevur takkað fyri við at
skipa eina krútsterka verju, sum
er á veg at spæla Viking upp í
bestu deildina. Seinastu dyst
irnar hevur hann eisini stuðla
Kjartani í álopinum við fleiri og
fleiri málum.
Spennandi føroyskur
hópur í Luksemborg
Bæði skaðar og natúrlig útskifting hava gjørt broytingar í hópinum. Ítrottarsosialurin
hevur hugt eitt sindur eftir kappingarárinum hjá leikarunum, sum ætla at
vinna fyrsta føroyska undankappingarsigurin um vikuskiftið. Niðanfyri standa
dystir og mál hjá føroysku útileikarunum í feløgunum hetta kappingarárið
Tóraldur Kollsker og Hilmar Leon Jakobsen eru til
reiðar eftir drúgvar skaðar seinastu árini