Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fyri 11 árum síðani varð veð­ur­tæn­ ast­an yvirtikin sum føroyskt sermál – 1. apríl í 2009. Síðani tá hava allir flokkar í Før­ oy­um sitið í samgongu. Sambært Degi og Viku fríggjakvøldið, so eru játt­aðir pengar til at fyrireika før­ oyska veðurtænastu í fleiri ár, og 1. jan­uar í 2019 var serfrøðingabólkur klár­ur at skipa eina føroyska veð­ur­ stovu, um pengar vórðu játtaðir. Men tað vóru teir ikki. Heldur ikki, tá fíggjarlógin fyri 2020 var sam­tykt, vóru pengar játtaðir til før­ oyska veðurstovu. Tí keypir Løgtingið veðurtíðindi úr Dan­mark frá donsku veð­ur­stov­ uni fyri fleiri millionir krónur um ár­ið, tilsamans fimm milliónir, har tað mesta fyri til ta DMI. Sambært Hanusi Kjølbro í Degi og Viku fríggjakvøldið, so kost­ar ein før­oysk veðurtænasta um átta mill­ i­ónir krónur. Tað sigur seg sjálvt, at eingin út­ lendsk veðurstova fer at gera gjøllar met­ing­ar um veðrið í Føroyum. Skulu vit hava neyv tíðindi, og so mugu vit sjálvi gera tey, í øllum før­ um eft­ir at veðrið er yvirtikið sum før­oyskt sermál. Tí eitt er at siga, hvussu veðrið er, men tað sum hevur størri týdning er at síggja, hvat slag av veðri fylg­ir hesi ella hasi ættini, sum spátt verð­ ur um – og ikki minst, hvussu ymiskt veðr­ið kann vera ymsa staðni í Før­ oy­um. Og júst tað hevði verið høv­ uðs­dent­ur­in hjá eini føroyskari veð­ ur­stovu. Janus Rein, advokatur og fyrr­ ver­andi flogskipari hjá Atlantsflog greiddi so væl frá, hvussu tørvurin er á neyv­um veðurtíðindum og met­ing­um frá serkønum í Føroyum, tí veðr­ið er so ymiskt, alt eftir hvar í land­i­num, vit eru, hvussu fjøll og berg eru og so framvegis. Flogferðslan er eitt. Strand­ferðsl­ an eitt annað. Útróðrarbátar og onn­ur høvdu kunna planlagt nógv neyv­ari, um vit høvdu eina føroyska veð­ur­stov­u við føroyskum veð­ur­tíð­ ind­um. Vit hava tørv á eini veðurstovu, sum hev­ur føroysk verðurtíðindi sum fremstu uppgávu. Í øllum førum er tað ikki rættur máti at yvirtaka eitt málsøki sum veðr­ið fyri síðani at keypa júst somu tænastu, sum vit fingu fyri einki áðrenn, úr Danmark fyri fimm mill­ i­ónir krónur. Sjálvandi skulu vit hava eina før­ oyska veðurstovu við føroyskum veð­ur­tíð­i­ndum. Tað sigur seg sjálvt. Tá Løg­tingið hevur tikið støðu fyri 12 ár­um síðani, so er bert at koma í gongd. Alternativið er at senda máls­ øk­ið aftur til Danmarkar. Men tað er held­ur ikki ein skilagóð loysn. Fáið nú hasa veðurstovuna í gongd, so skommin ikki verður størri. Allir flokkar hava súltað mál­ið um føroyska veðurstovu Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin VEÐUR MÁ SÆR RÁÐA Thor byggir skriv­ stovu­bygning í Havn Fiskivinnu- og frálandafelagið í Hósvík, Thor Offshore, byggir stásiligan skriv­ stovu­bygn­ing í Havn THOR Offshore í Hósvík fer at byggja nýggjan, nýmótans skriv­stovu­bygn­ ing á Óðinshædd í Havn. Bygn­ingurin verður bygd­ur í tveimum hæddum. Staðsetingin verður eyst­ an fyri Vinnuhúsið við út­ sýni yvir allan Nólsoyarfjørð, Tang­a­fjørð og inn á Skála­ fjørð­in. Líkt er ikki til, at Thor Offs­hore ætlar sær at flyta til Havn­ar, tí felagið hevur lýst skriv­stov­u­bygning til leigu. Í lýsingini verður sagt, at leigu­málið er í niðaru hædd­ini, sum hevur al­skyns hentleikar til skriv­stovu­virk­ semi, sum t.d. fundarhølir, serv­ar­a­rúm, skrivstovur og kan­tin­ur. Sera góð park­er­ ings­við­ur­skiftir eru eisini á øki­num. – Er talan um eitt leigumál, so er nettofermetratalið á leig­u­málinum 428 m², við plássi til uml. 28 starvsfólk. Er tal­an um tvey leigumál, so er tað minna 171 m² við plássi til 12 starvsfólk, og tað størra 257 m², við plássi til 16 starvsfólk. Tað eru Arkitektar 99, sum tekna, og bygningurin verður eftir ætlan liðugur og avhendaður í desember 2021. Trup­ ul­leiki at skúlin er í Suðuroy BERGUNN KASS KJAK SÍÐA 10 Lokal áhugamál viga mest LASSE KLEIN KJAK SÍÐA 10 Tætt samstarv er millum kirkju og skúla Skúlastjórin í Hoyvíkar Skúla, Hans Jón Thomsen, er nýggj­ur deknur í Hoy­vík­ar kirkju. Og var hann deknur við guds­tæn­ast­una í gjár. – Síðan kirkjan varð bygd, hev­ur tætt samstarv ver­ið mill­um kirkjuna og skúl­an, sum eru nærmastu grann­ ar, sig­ur The­od­or E. D. Olsen, prestur, á Face­book­vang­a­ num hjá Hoyvíkar kirkju. – Siðvenja er, at fólk úr skúl­a­num eru kirkjutænarar. Sam­starvið er gott, og skúlin brúk­ar eisini kirkjuna til ym­ isk høvi. Petur Dahl, sum tá var skúla­stjóri, var klokkari frá byrj­an av og Ólavur á Skip­ a­gøtu, sum var vara­skúla­ stjóri, hev­ur alla tíðina síðani ver­ið ein av deknunum. Síðani var Birgit Arge, sum tók við sum skúlastjóri eft­ir Pet­ur Dahl, eisini dekn­ ur eitt skifti, um­framt at Ann­ika Højgaard, lær­ari, eis­ ini hevur verið dekn­ur. Nú er so nýggi skúla­stjór­ in, Hans Jón Thomsen, mill­ um deknarnar. Hans Jón Thomsen nýggjur deknur í Hoyvíkar kirkju Tvey ferðslóhapp vóru í gjárkvøldið Stutt eftir klokkan tíggju í gjár­kvøl­dið fekk løgreglan boð um eitt ferðslu­ó­happ beint sunnan fyri Hósvík. Har varð ein bilurin tikin av eini hvirlu og fór út av. Løg­regl­an sigur, at trý fólk vóru í bilinum, bilførarin og tvey børn, men tey sluppu úr bil­i­num sjálvi. Sjúkra­bil­ar vórðu sendir á stað­ið og tey vórðu øll trý flutt á Lands­ sjúkr­a­hús­ið til kann­ing­ar. Fyrr í gjárkvøldið hendi eis­ini eitt annað, ógv­us­ligt ferðsl­u­ó­happ innan fyri Skip­a­nes á vega­strekk­i­num Skál­a­botn og Undir Gøtueiði. Eisini í tí óhappinum vórðu trý fólk flutt á Lands­ sjúkr­a­hús­ið til kanningar. Seks fólk á Landssjúkrahúsið Skúlastjórin í Hoyvíkar skúla, Hans Jón Thomsen, er nýggjur deknur í Hoyvíkar kirkju