Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2020síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5 TÍÐINDI Bøndur fara nú at selja ferðir í føroysku náttúruni Jarðir, ið er felagið hjá bóndum og óðalsmonnum, kemur nú við við nýggjari heimasíðu, har ferðir í haga kring alt landið verða seldar Frants Jensen frants@sosialurin.fo – Vit fara at koma við kunning um henda nýggja pallin – eg vænti at tað verður seinni í vikuni, sigur Sigert Patursson, stjóri í Jarðir. Í fleiri mánaðir hava bøndur og óðalsmenn arbeitt við loysnum at bjóða fram og selja ferðir í høgum kring landið. Stjórin vil ikki siga so nógv um innihaldið á nýggja pall­ inum, men hann segði soleiðis við Sosialin seinasta summar: – Ferðavinnan er hjartaliga vælkomin, men tey, ið sita á jørðini, mugu eisini fáa sín part av inntøkunum. Og talan er ikki um smápengar, men pengar í milliardaklassanum. Ferða­vinnan er ikki burð­ar­ dygg, um øll inntøkan endar í Havn. Hon má skaffa inntøkur kring landið, sigur Sigert Pat­ ursson. Alt á einum palli Stjórin í Jarðir talar áhuga­ málini hjá bóndum og óðals­ monnum. Og teir vilja ikki, at tað bara eru ferðasmiðirnir – før­oyskir og útlendskir – ið skulu fáa inntøku av hesum. – Ein stórur partur av ferða­ fólkunum, ið koma hendan­ veg­in, hava goldið nógv fyri ferðir, og ein stórur partur av endamálinum er ganga í før­ oysku náttúruni. Pengarnir enda í lummunum hjá ferða­ smiðunum, men ikki hjá jarð­ areigarunum, sum hava rættin til jørðina. Tað, sum vit ynskja, er at selja allar túrar í nátt­ úruni á einum felags palli, og tá skuldi verið óneyðugt við gjaldsportrum ymsastaðni kring landið, sigur Sigert Patursson. Sum skilst er talan at hava skipaðar útferðir við ferða­leið­ arum ella aðrar loysnir. Full undirtøka fyri ætlanini Sum sagt hevur Jarðir arbeitt við hesum í drúgva tíð, so sam­ bært Sigert Patursson eru flestu bøndur og óðalsmenn samdir í hesi loysnini. – Vit kunnu í hvussu er siga, at vit hava fingið fulla und­ irtøku fyri ætlanini. Teir allar flestu limirnir taka undir við hesum. Tað er tó kanska onkur, sum ikki tekur undir við hes­ um, tí teir hava hava fingið sína egnu skipan ella ynskja at gera tað á sín egna hátt, sigur Sigert Patursson. Hann vísir á, at ætlanin er ikki at hava gjaldstøðir ymsa­ staðni kring landið, men at tað verður skipað gjøgnum henda felags pallin. – Tað eru nakrar gjaldstøðir kring landið, og eg vænti ikki, at tær hvørva her og nú. Vit mugu síggja, hvussu tað verður í framtíðini, sigur Sigert Patursson. Finna loysnir fyri longu seldar ferðir Fleiri ferðasmiðir hava víst á, at ferðavinnan leggur til rættis langt fram í tíðina, og tí eru nógvar ferðir nú í summar longu goldnar. Men Sigert Patursson held­ ur, at til ber at finna loysn á hes­um. – Vit hava tosað um tað, og eg haldi, at vit hava funnið eina loysn, sum ikki ávirkar ta søl­una, sum er farin fram, stór­ vegis. Eg dugi ikki at síggja, at hendan loysnin skal oyðileggja fyri tað, ið longu er avgreitt. Men um Strandfaraskip Lands­ ins broyta feraseðla­prís­irnar, tað fáa vit ikki gjørt nakað við, sigur Sigert Paturs­son. Inntøkurnar skulu ikki enda í París Stjórin í Jarðir vísir á, at tey hava ongar ætlanir um at forða einstøkum føroyingum at fara ein túr í hagan. – Vit hava ongantíð ynskt at steðga einstøkum føroyingum, ið fara í hagan. Tað er tann skip­aða ferðavinnan, ið vit ynskja at gera nakað við. Ferða­maðurin rindar nógv fyri ferð­irnar, men einki endar hjá okk­um, sum umsita jørðina í Føroyum. Tað kann ikki vera meiningin, at inntøkurnar enda í París ella aðrastaðni úti í heimi og einki endar hjá okk­ um. Tað er farið langt av spor­ in­um, og er als ikki burðardygt, segði Sigert Patursson við Sosi­al­in seinasta summar. Hava grundlógartryggjaðan rætt til jørðina Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur ætlanir um at broyta jarðarlógávuna frá 1937, so at ferðavinnan kann skipast betri. Sigert Patursson, bóndi og formaður í Jarðir, sigur, at teir hava grundlógartryggjaðan rætt til jørðina Frants Jensen frants@sosialurin.fo Helgi Abrahansen hevur boðað frá, at hann ætlar at leggja uppskot fram á ólav­ søku, har ein nýggj lóggáva verður gjørd, sum eisini fær ferðavinnuna við. Helgi Abrahamsen segði við Breddan í Kringvarpinum í seinastu viku, at tað eru nógv áhuga­mál innan jørð og ferða­ vinnu í Føroyum. Hann vísti á, at vit hava eina gamla lóggávu, sum als ikki tekur atlit til ferðavinnuna. Hann segði seg eisini hava tosað við fleiri fólk innan økið. Hann ynskti at koma við eini nýggjari lóggávu til ólavsøkutingsetuna, har ferða­vinnan eisini verður tikin við. Landsstýrismaðurin vildi ikki siga so nógv um innihaldið í sjálvari lógini, men hann vísti tó á tvey viðurskifti. – Vit ætla ikki, at føroyingar skulu rinda fyri at fara í hagan, og vit ætla ikki at hava gjald­ støðir ymsastaðir kring landið, segði Helgi Abrahamsen við Breddan. – Vit royna at finna eina loysn. Eg vænti ikki, at øll fara at rópa hurrá fyri henni, men tað verður tó nakað, ið øll kunnu liva við, segði Helgi Abra­hamsen. Grundlógartryggjaðan rætt til jørðina – Onkur av embætisfólkum hjá Helga hava verið á fundi við okkum. Vit halda tó ikki, at neyðugt er at fáa eina nýggja lóg, men at vit kunnu skipa tað innan verandi lógarkarmar, sig­ur Sigert Patursson. – Eg vóni, at vit kunnu tosa saman og finna loysnir í sátt og semju. Okkara ognarrættur er grundlógartryggjaður. Tað ber ikki bara til at broyta eina lóg, sum tekur rættindini frá okkum, sigur Sigert Patursson. – Tað ber ikki til, at onnur eru inni á okkara jørð og kunnu gera akkurát sum teimum lystir, sigur Sigert Patursson, formaður í Jarðir og bóndi á Vatnaskørðum. Mynd: Álvur Haraldsen