Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5 TÍÐINDI Nýggi Klakkur er eitt nýmótans frystilínuskip við dragihol í botninum á skipinum, har línan verður drigin inn. Hetta ger, at alt arbeiði umborð verður gjørt undir dekki. Eigararnir eru spentir at royna tær góðu umstøðurnar umborð Frants Jensen frants@sosialurin.fo – Tað er ein nýggjur háttur at fiska við hesum dragiholinum, og vit skulu venja okkum við tað. Fleiri av nýggju norsku línuskipunum hava dragihol, men vit eru teir fyrstu í Før­oy­ um við dragiholi, sigur Bethuel Johannesen, ein av eigarunum. Skipið roynist væl Seinnapartin fríggjadagin kom nýggi Klakkur, KG 9, á Klaks­vík. Stór mannfjøld tók ímóti og vitjaði umborð. Skipið er keypt úr Ålesund í Norra. Eigararnir koma upp­ runa­liga úr Grytestranda, nakað norðanfyri Ålesund. Frysti­ línuskipið æt áður Geir II, og er bygt í 2010. Brøðurnir Líggjas og Bethuel Johannesen í Klaksvík hava saman við Hanusi Hansen keypt skipið. Skipið hevur eisini flaka­ verk­smiðju og kann frysta fisk­in umborð. – Vit eru sera glaðir fyri skipið, og tað roynist sera væl. Vegna illveður sigldu vit ikki so skjótt, nú vit sigldu heim úr Norra. Vit høvdu jú eisini nøk­ ur ferðafólk við, sigur Bethuel Johannesen og flennir. Alt arbeiði undir dekki Við nýggja Klakki verður ar­ beitt á ein annan hátt umborð. Drigið verður gjøgnum eitt dragi­hol, sum er miðskeiðis í botn­inum á skipinum. Sjó­ menn­inir standa tí allir undir dekki, tá ið drigið og arbeitt verð­ur, og teir kunnu eisini draga í sjaskveðri. Umstøð­ur­n­ ar umborð á hesum fram­ komna línuskipinum eru tískil mun­andi høgligari og tryggari enn hjá flestu øðrum línu­skip­ um. Alda kemur ikki inn í holið í botninum, har drigið verður ígjøgn­um. Vatnstøðan kann tó hækka ella lækka umleið 60 centi­metrar hvønn vegin. – Tað var ódnarveður, nú vilt sigldu heim, men har kom ikki ein dropi inn. Tað einasta, vit upplivdu, var, at tá ið vit sigldu undan, og um skipið høgdi, so kundi eitt sindur av sjógvi koma inn. Men vit hava lensiportur, so tann sjógvin fáa vit beinanvegin útaftur, sigur Bethuel Johannesen. Tveir føroyingar hava verið í fimm vikur í Norra og fiska við skipinum fyri at venja seg við dragiholið og aðrar um­ støð­ur umborð á skipinum. – Norðmenn hava fiskað við dragiholdi í umleið 20 ár, so tað ber til. Vit skulu bara læra okk­ um tað, sigur Líggjas Johanne­ sen. Tríggir minni motorar Brúgvin er stór og flott. Tað mesta kann stýrast frá brúnni, og har eru nógvir skíggjar at fylgja við í. Nýggi Klakkur hevur ein­ stak­lingakahyttir, umframt venj­ingarhøli, felagshøli, eins og um­støður um onkur gerst sjúkur umborð. Klakkur hevur ongan høv­ uðs­motor, men hevur tríggjar FRAMKOMIÐ LÍNUSKIP VIÐ DRAGIHOLI Klakkur hevur dragihol mitt í skipinum, har línan verður drigin inn Mynd: Dávur Winther Eigararnir Líggjas Johannesen, Bethuel Johannesen og Hanus Hansen Mynd: Dávur Winther