Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5 TÍÐINDI minni motorar, sum lata streym til ein generator, sum drív­ur skrúvuna. Størsta part­ in av tíðini er bara neyðugt at hava ein motorur í gongd. Tá ið sett verður, eru tveir í gongd, og um tað er vánaligt ella ringt veður, verða allir tríggir mot­ or­arnir settir í gongd. 17 mans vera við Klakkur er 51,3 metrar langur, 12,4 metrar breiður og tekur 370 tons.  Brøðurnir Líggjas og Bethu­ el Johannesen fara at skiftast at vera skiparar. Teir vera báðir við fyrsta túrin, men fara annars at skiftast. Í summar ella seinni vóna teir at fáa tvær manningar. 17 mans vera við skipinum. Fyrsta túrin vera eisini nakrir norðmenn við fyri at læra nýggju manningina upp. Teir, sum vóru við gamla Klakki, fara yvir á nýggja Klakk, og eru tað tískil royndir línu­menn, ið vera við. – Manningin er ymsastaðni úr landinum, men flestu eru úr Norðoyggjum, sigur Líggjas Johannesen. Nú, skipið er komið, eru ym­ isk smáting, ið skulu gerast, áðrenn skipið fer til fiskiskap. – Vit hava ikki gjørt stórar broytingar umborð. Tað ein­ asta, vit hava gjørt, er at fáa ein avhøvdara umborð, sigur Líggjas Johannesen. Ætlandi fer skipið fyrsta túrin til Flemish Cap. Ætlanin er eisini at royna við Føroyar og undir Íslandi. Jákup B Gamli Klakkur eitur nú Jákup B. Tað er felagið P/F EFHO við brøðrunum Helmari og Óla Lass­en úr Klaksvík, sum keyptu gamla Klakk. Teir eru ávika­ vist skipari og reiðari. Ják­up B fer eisini eftir ætlan á Flem­ish Cap. Fiska fyri 50 milliónir um árið Fyri at bera seg, skal nýggi Klakkur fiska fyri 50 milliónir krónur um árið. Eigararnir meta, at tað skuldi verið væl møguligt Frants Jensen frants@sosialurin.fo – Vit skulu fiska fyri 50 milliónir krónur um árið fyri at tað skal bera seg. Norð­menninir fiskaðu fyri 99 milliónir norskar krónur í fjør og fyri 107 árið fyri. Men teir høvdu fleiri og góðar kvotur, sigur Líggjas Johannesen. 99 milliónir norskar krón­ur svara til umleið 75 milli­ónir danskar krónur. – Við gamla Klakki fisk­ aðu vit fyri umleið 49 milli­ ónir krónur í fjør, og tað er tað besta árið, vit hava havt. Tá høvdu vit bara eina mann­ing, men nú verður hálvonnur, og tí fer skipið at liggja minni við kai, sigur Líggj­as Johannesen, sum ikki vil upplýsa keypsprísin. Bróðurin, Bethuel, sigur tó, at prísurin er rímiligur. Heilfrysta og kunnu skera flak umborð Nýggi Klakkur kann heil­ frysta fiskin og eisini skera hann til flak. Frystiorkan er 35 tons um døgnið. – Skipið klárar at heil­ frysta 22-23 tons um døgnið, og 11-12 tons av flaki. Men um vit skulu skera flak, so krevur tað nógvar hendur at arbeiða flakið. Tí mugu vit hava størri manning, um vit skulu skera nógv flak. So skulu vit eisini hava hava fleiri koyggjur, sigur Bethu­ el Johannesen. Nakrir norðmenn vera eis­ini við fyrsta túrin, nú skipið fer á Flemish Cap, fyri at seta nýggju mann­ ing­ina inn í tingini. Gamli Klakkur, núver­ andi Jákup B, kláraði ikki at frysta so nógv. – Tá ið vit vóru á Flemish Cap kláraðu vit at frysta 20 tons um samdøgrið. Men tá spældi kuldin í sjónum inn. Um summarið kláraðu vit ikki so nógv, sigur Bethuel Johannesen. Klakkur skal fiska fyri 50 milliónir krónur um árið fyri at bera seg Mynd: Dávur Winther Alt arbeiði umborð er undir dekki. Tað er høgligari og tryggari hjá manningini Mynd: Dávur Winther