mánadagur 13. januar 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5
TÍÐINDI
Farleiðin er
avbjóðingin
- Farleiðin er altíð ein avbjóðing
hjá fólki sum búgva á útoyggj
– við veðri, vindi og brimi, sigur
borgarstjórin í Fugloyar kommunu
Vilmund Jacobsen
Higartil í ár hevur óstøðuga og
harðføra veðrið í fleiri umfør
um lagt samferðluna kring
landið lamna. Hetta hevur
gingið út yvir bæði koyring hjá
Bygdaleiðum og skipini hjá
Strandfaraskipum Landsins.
Flestu øki, sum eru knýtt at
almennu sjóvegis-ella land
vegis farleiðunum, hava kent
sviðan av nógvu avlýsingun
um.
Amalia í Frammistovu, borg
arstjóri í Fugloyar kommunu,
sigur, at umframt Rituna, sum
røkir farleiðina millum Hvanna
sund, Svínoy, Kirkju og Hatt
arvík, hava tey eisini tyrluna,
sum kemur út til Fugloyar
mikudag, fríggjadag og sunnu
dag í vetrarhálvuni – og eisini
mánadag í summarhálvuni.
- Tá tað er ókyrt, og Ritan
ikki sleppur til bryggju í
Fugloy, sum tað javnan kann
vera á vetrardegi, tekur tyrlan
postin við. Siglir Ritan ikki um
Fugloy
vøkur og
fáment
Fugloyar
kommuna telist
millum smæstu
kommunur í
Føroyum
Vilmund Jacobsen
Bygdirnar eru Kirkja og
Hattarvík, harav Hattarvík
altíð hevur verið fámentari
í fólkatali enn Kirkja.
Oyggin er hin minsta av
Norðoyggjum, stívliga 11
ferkilometrar stór.
Landslagið er høgt, og
smáir møguleikar eru til
havnalag, tí bæði Kirkja og
Hattarvík eru brimpláss
við hvør sínari lending.
Hægsta fjall er Klubbin,
sum er 621 metrar høgur,
og út fyri Eystfelli stendur
Stapin, sum er 47 metrar
høgur.
Í Fugloy er náttúruvak
urt, og oyggin hevur navn
eftir tí nógva fuglinum.
Eins og í øðrum oyggj
um, sum høvdu nógvan
fugl, hevur minkingin í sjó
fuglameinginum
eisini
rakt Fugloynna.
Men, sjálv náttúran er
hin sama og eins vøkur og
áður.
Í dag er fólkatalið í
Fugloy fáment, men fara
vit nógv ár aftur í tíðina,
búðu í 1940-unum umleið
200 fólk í oynni, og í 1950
vórðu 195 fólk skrásett at
búgva í Fugloy.
Tað er meira enn ein
fjórðingsøld, síðan vega
samband gjørdist veruleiki
millum bygdirnar í oynni.
Í fleiri ár hevur Amalia í
Frammistovu, sum eisini
er borgarstjóri í Fugloyar
kommunu og býr á Kirkju,
veitt tænastur til ferða
vinnuna.
Í Hattarvík hevur Uppi
stovugarður,
sum
vara
borgarstjórin í Fugloyar
kommunu, Símun Gullak
sen, rekur, eisini veitingar
til ferðavinnuna.
Ferðafólk vitja í Fugloynni
- Lendingarnar í Hattarvík og
Kirkju eru báðar partvís í knúsi, og
millumbygdavegurin má asfalterast
av nýggjum, sigur Símun Gullaksen,
varaborgarstjóri í Fugloyar kommunu
Vilmund Jacobsen
Varaborgarstjórin og umsiting
arleiðarin í Fugloyar komm
unu, Símun Gullaksen, sigur,
at ongar munandi dagføringar
eru gjørdar á vegin millum
Hattarvík og Kirkju seinastu
20-25 árini.
- Á ávísum vegastrekkjum
var bilverjan dottin, tí pelarnir,
sum skuldu halda verjuni uppi,
vóru bæði rotnir og brotnir. Í
fjør fekk Landsverk umsíðir
reist bilverjuna aftur, har hon
var farin, men síðan er eisini
alt sagt.
Símun Gullaksen sigur, at
eingin verulig asfaltering hev
ur verið, síðan vegurin millum
bygdirnar varð bygdur.
- Onkrar lappaloysnir hava
verið gjørdar, har fylt er í hol
ini á vegnum, men slíkar loysn
ir halda bert í avmarkaða tíð
og eru avgjørt ikki tað optim
ala.
Lendingar í knúsi
Varaborgarstjórin í Fugloyar
kommunu vísir á, at Lands
verk, sum eisini varar av lend
ingunum í Hattarvík og Kirkju,
nú noyðist at taka hond um
hesar.
- Lendingarnar eru partvís í
knúsi og jú longri, Landsverk
bíðar við at gera nakað, sum
veruliga munar, tess kostnað
armiklari verður arbeiðið.
Hann vísir á, at hóast bygd
irnar í Fugloy eru fámentar í
fólkatali, og ferðslan millum
bygdirnar er hareftir, hvílir ein
ávís ábyrgd á myndugleikun
um.
- Tá arbeitt verður við so
smáum tølum í senn, sum
Landsverk higartil hevur gjørt
í Fugloynni, tímir eingin at
taka hesi arbeiði upp á seg.
Hann sigur, at tey í Fugloyar
kommunu leingi hava ynskt,
at Landsverk fór at koma út í
oynna at asfaltera landsvegin.
- Okkara ynski hevur verið,
at vit um somu leið eisini fingu
asfalterað kommunalu vegirn
ar á Kirkju og Hattarvík, leggur
varaborgarstjórin aftrat.
Nýggj gravimaskina
Símun Gullaksen fegnast tó
um eitt samstarv, sum Lands
verk og Fugloyar kommuna
hava gjørt.
- Um 12 vikur fáa vit eina
kombineraða gravimaskinu við
skuffu og gafflum, sum bæði
kann brúkast til kavagrevstur,
vegarbeiði og lyfting. Maskin
an kostar eina slaka hálva milj
ón, har vit rinda ein part – og
Landsverk síðan rindar rest.
Hann heldur, at hetta í løt
uni er ein betri loysn fyri Fugl
oyar kommunu enn at fáa eitt
sløð av pengum til landsvegin,
sum ikki røkkur nakran veg
kortini.
- Tað verður Landsverk,
sum rindar fyri kavagrevstur
eftir landsvegnum, og síðan
rindar kommunan fyri grevst
ur á kommunalu vegunum,
sigur Símun Gullaksen, vara
borgarstjóri.
VEGUR OG LEN
Ledingarnar eru slitnar og brotnar, og betongkantar eru avrundaðir