Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5 morgunin, fer posturin vanliga yvir í tyrluna, sigur hon. Amalia í Frammistovu sigur, at hetta vísir seg at rigga væl, tó at farleiðin altíð er ein av­ bjóð­ing hjá fólki sum búgva á út­oyggj – við veðri, vindi og brimi. Tyrlan tekur ikki fraktina hjá Rituni, tá strandfaraskipið ikki fær siglt vegna veður ella brim, men bara postin. - Uppgávan hjá tyrluni er í fyrsta lagi at seta ferðafólk av og taka ferðafólk uppí, men tyrl­an flýgur bara ein túr hvønn dagin teir dagar, hon flýg­ur, sigur hon. Í Fugloy eru tey annars rætti­liga fegin um Rituna sum ferða­mannaskip, og tey halda, at hon er eitt óføra gott skip. - Vit hava eina ávísa tilkalli­ skip­an, tá farast skal av oynni, og tá veður er, leggur Ritan at bæði í Svínoy, Kirkju og Hatt­ ar­vík á sama túri. Men, skalt tú úr Hvannasundi við Rituni er bara at møta upp, sigur borg­ arstjórin. Eitt, sum leingi hevur fylt nógv hjá teimum, sum búgva í Fugloy, er vegurin millum bygd­ irnar í oynni, Kirkju og Hatt­ arvík. - Onkrir ábøtur eru gjørdar, men hesar muna alt ov lítið, tí vegurin hevur ligið í órøkt og uttan munandi viðlíkahald og dagføringar í eini 20-25 ár. Borgarstjórin vísir á, at sum árini ganga, og veður, vindur, regn og frost seta síni spor, hev­ur leingi verið harðliga til­ trongt, at vegurin – allur, sum hann er – verður asfalteraður av nýggjum. - Tað hevur verið gjørt burt­ ur úr, at bilar í Fugloy ikki koyra við nummarplátum og tí­skil ikki rinda vektgjald, men so­leiðis er ikki longur. Teir bil­ ar og akfør, sum eru í oynni, koyra nú við nummarplátum, legg­ur hon aftrat. Fólkatalið í Fugloy er rætti­ liga fáment, og tí er tað ikki stórt, sum kommunan einsa­ møll megnar at gera við tí skatta­ grundarlagi sum er. - Vit eru nú færri enn 50 fólk í Fugloyar kommunu, og tað merkir, at hóast kassin eft­ ir okkara mátistokki er fullur, røkka pengarnir ikki langt kort­ini, sigur Amalia í Frammi­ stovu, borgarstjóri. NDINGAR Í KNÚSI Soleiðis sá út á landsvegnum millum Hattarvík og Kirkju, áðrenn Landsverk tók hond um bilverjuna Henda gravmaskinan kemur til Fugloyar um 12 vikur