mánadagur 13. januar 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5
Í síðstu viku vórðu
boraðir 84 metrar av
Sandoyartunlinum - 73
metrar á Gomlurætt og 11
metrar í Traðardali. Í
Traðardali eru nú boraðir
1.322 metrar og á Gomlurætt
921 metrar.
Tavan fytir seg eftir vertíðini
Virkið í Leirvík er
rættiliga fleksibult,
og hetta merkir, at
tey, sum arbeiða á
virkinum, eru partur
av nógvum ymiskum
framleiðslum
gjøgnum eitt ár, har
føroyskar fiskavørur
verða meirvirkaðar
til ein krevjandi
útlendskan marknað
Vilmund Jacobsen
Í sildavertíðini í heyst hevur
Tavan í Leirvík arbeitt sild, og í
vertíðini hesaferð tók virkið
ímóti 1000 tonsum, umframt
brislingi og nakað av makreli.
Sigast kann, at framleiðslan
á Tavuni fylgir vertíðini og
gongdini í náttúruni og hav
umhvørvinum.
Gulllaksafars
Í summarhálvuni arbeiða tey
gulllaks til fars, soleiðis sum
virkið hevur gjørt í nógv ár.
Um veturin arbeiða tey
upsa, men seinnu árini hevur
virkið
í
sildavertíðini
um
heystarnar eisini arbeitt sild,
sum verður skorin í bitar og
lakasaltað á virkinum.
Sildabitarnir fara í tunnur,
har høvuðsmarknaður er í
Svøríki.
Men, virkið í Leirvík fevnir
breitt, tá ræður um at gang
nýta og meirvirka okkara til
feingi.
Nú standa so rognini fyri.
Virkið hevur nevniliga í nógv
ár tikið ímóti rognum, og
soleiðis verður eisini í vertíðini
í vár.
Eins og við sildini, er Svøríki
høvuðsmarknaður fyri toska-
og upsarognini.
Rogn í tunnum
Á Tavuni í Leirvík verða rogn
ini sukursaltað í tunnur, og
síðan fara tey til høvuðskund
an, ABBA. Har verða tunnur
nar lagraðar í tunlum í bergin
um í Kungshamn.
Rognini verða lagraði í 12
mánaðar,
áðrenn
svenska
fyritøkan fer undir at fram
leiða tær so vælkendu Kalles
Kaviar tupurnar.
Kalles Kaviar er eitt sera
kent brand í Svøriki, og hjá
mongum svium, vaksnum sum
børnum, byrjar dagurin við
eitt sindur av Kalles Kaviar.
Kaviarurin verður sagdur at
vera heilsugóður og stimbr
andi, og framleiddar verða um
leið 10 miljónir tupur um árið.
Umframt svenska markn
aðin, verður Kalles Kaviar selt
kring heimin.
Keypa øll rogn
Joen
Magnus
Rasmussen,
stjóri í Tavuni, er sera fegin
um, at Tavan í mong ár hevur
verið góðkendur veitari av
rognum til hesa framleiðslu
sum setir sera stór krøv til við
gerð og góðsku.
Hann heldur, at bæði fiski
menn og framleiðarar í Føroy
um eiga at gera tað, sum gerast
kann fyri at gagnnýta alt úr
fiskinum, og hann sigur seg
vóna, at skip og bátar fara at
leggja seg eftir at taka rogn í
vertíðini í vár.
- Vit á Tavuni eru áhugaði í
øllum rognum, leggur Joen
Magnus Rasmussen aftrat.
Ikki so galið
Vilmund Jacobsen
Karl Johann Hansen ringdi
av Norðskála í gekka-spæl
inum fríggjakvøldið. Hann
valdi
at
deila
tær
1,2
miljónirnar, sum høvuðs
vinningurin var, í teir tríggj
ar leyparnar við 400.000
krónum í hvørjum leypi.
Í fyrsta drátti steðgaði
gekka-hjólið á 12.500 krón
um, sum faldað við fimm
hevði givið honum 62.500
krónur. Karl Johann Han
sen helt fyri, at hann vildi
royna einaferð aftrat. Í
øðrum drátti steðgaði hjólið
á
10.000
krónum,
sum
faldað við trý hevði givið
honum 30.000 krónur.
- Nú eri eg komin so
langt, at eg royni einaferð
aftrat, segði hann.
Í triðja og seinasta drátti
kom gekka-hjólið rættiliga
upp í umdreiningar og
hevði slett ongan hug at
steðga aftur.
Hjólið steðgaði at enda
á 10.000 krónum, sum eis
ini gjørdist vinningurin
hjá honum, men Karl Jo
hann Hansen tóktist ikki
vónbrotin.
- Tað er heldur ikki so
galið, segði hann og takk
aði fyri vinningin.
KELDA: Leygarkvøldið 18. januar
verður stórt trettandakvøld-
tiltak á Keldu í Skálavík – við
borðhaldi, føroyskum dansi og
gamlamannadansi. Skipað verður eisini
fyri busskoyring í samband við tiltakið.
Fleiri velja bussleiðina
Tað var við ársbyrjan í 2017, at Sunda kommuna fór
í holt við regluliga busskoyring í kommununi
Vilmund Jacobsen
Talan er um tvær bussleiðir,
harav leið 1 fevnir um syðra
partin av kommununi og leið
2 fevnir um hin norðara part
in.
Nú bussleiðin hevur koyrt
í trý ár, siga hagtølini, at
áhugin fyri hesi koyring hev
ur verið veksandi.
Í 2017 koyrdu 5.614 fólk við
bussunum, í 2018 var talið
6.195 – og í 2019 koyrdu heili
9.213 fólk tilsamans við buss
unum í Sunda kommunu.
Hagtølini yvir hesi trý ár
ini vísa eisini, at tað serliga er
leið 1, sum hevur áhuga mill
um fólk í Sunda kommunu.