mánadagur 13. januar 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5
Føroyskt vinnulív
hevur dýrastu el-
veiting í Evropa
Ein nýggj samanbering, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag
hevur gjørt, vísir, at føroyskar ídnaðarfyritøkur
sum heild gjalda hægstu el-prísirnar í Evropa
Vilmund Jacobsen
- Munurin í el-prísinum
millum Føroyar og út
heimin er øktur munandi
síðan 2011. Hetta ger før
oyskar ídnaðarfyritøkur
minni
kappingarførar,
og hetta ger tað minni
lokkandi at framleiða og
meirvirka í Føroyum.
Tað vita tey í Vinnu
húsinum at siga í dag.
Í Føroya Arbeiðsgev
arafelag vísa tey á, at
landsmyndugleikarnir í
Føroyum mugu gera eina
ætlan fyri, hvussu vit í
Føroyum kunnu skipa el-
framleiðsluna, soleiðis at
ídnaðarprísurin fyri el
verður lækkaður.
Tey vísa á, at neyðugt
er at minka um munin
millum
el-prísin,
sum
føroysku ídnaðarfyritøk
urnar og prísin, sum okk
ara størstu kappingar
neytar hava.
- Ein samanbering av
el-prísunum í Føroyum
og øðrum evropeiskum
londum vísir, at føroysku
el-prísirnir fyri ídnaðar
kundar eru teir hægstu í
Evropa, tá talan er um
eina vinnufyritøku við
stórari ella miðalstórari
el-nýtslu.
Víst verður á, at fyri
kundar við lítlari el-
nýtslu eru føroysku el-
prísirnir eisini millum
teir hægstu í Evropa.
Gongdin í el-prísunum
síðan 2011 vísir, at før
oyska kappingarførið er
versnað við tað, at mun
urin millum el-prísirnar í
Føroyum og øðrum ev
ropeiskum londum er
øktur.
-
Um
samanborið
verður við onnur fiska
vøruframleiðandi
lond
sum Ísland, Noreg og
Danmark, hevur gongdin
verið serstakliga negativ
fyri føroysku ídnaðar
kundarnar, nú prísmun
urin er so nógv øktur
seinastu árini, siga tey í
Føroya
Arbeiðsgevara
felag í dag.
Í áhaldandi
illveðrinum hava
betongklossarnir, sum
nýggju brúgvarnar í
Sørvági eru festar í,
flutt seg. Nú verður
roynt at tryggja, at
hetta ikki hendir aftur.
Sandurin flytir
seg út á lónna
- Øll vitjandi undrast og
fagna tí sjáldsama vakra og
lokkandi sandinum í Koltri
Vilmund Jacobsen
“Sandurin í Koltri flutt
seg út á lónna...”
Soleiðis skrivar fyri
støðumaðurin í Koltri,
Bjørn Patursson, á Face
book-síðuni – Koltur –
um dagarnar.
Hann vísir á, at Koltur
hevur ein sjáldsaman, vakr
an og lokkandi sand.
Á túrum við ferðafólki
eftir Sjógøtuni ein fagran
summardag fortelur Bjørn
Patursson sínum gestum,
at sandurin í Koltri við
hvørt er burtur.
- Fólk hava ilt við at
trúgva mær, at møl kem
ur undan ein slíkan dag.
Men, her er sjón fyri
søgn.
Bjørn Patursson vísir
á, at nú hetta ógvusliga
vestanbrimið hevur leikað
í, bæði vestan fyri og
eystan fyri á oynni, hev
ur
lætti
og
snjóhvíti
skeljasandurin lætt sær
á og hevur flutt seg út á
lónna at liggja.
- Men, kenni eg sandin
rætt, er hann aftur har
um nakrar dagar – vóni
eg, leggur fyristøðumað
urin aftrat.
Ólagaligt
veður tarnar
fiskiskapi
Vilmund Jacobsen
Nú veðrið hevur
verið so óstøðugt og
ólagaligt higartil í
nýggja árinum, hevur
lítil línuveiða - og
lítil útróður - verið
undir Føroyum.
Flestu línuskip hava
ligið, men tey fara
at loysa, tá líkindini
batna. Tó hava
onkur línuskip havt
línuna í sjónum í
hesum árinum.
Onkur hendinga
útróðrardagur
hevur verið síðan
jólahøgtíðina, men
dagarnir hava
verið ógvuliga fáir
higartil í ár.
Streymurin verður
harður í byrjanini
av hesi vikuni, men
hann batnar, sum
vikan gongur.
Veðurforsagnirnar
eru framvegis
ivingarsamar, tó at
henda vikan helst
verður nakað frægari
enn seinasta vika.
Á Fiskamarknaði
Føroya vistu tey
fríggjadagin at siga, at
nøkur partrolarapør
eru farin til fiskiskap,
men skipini eru
nýliga byrjað.
Um onkur
partrolarapør koma
inn at landa hesa
vikuna, verður tað
neyvan fyrr enn í
endanum av vikuni.
Fríggjadagin lógu allir
djúpvatnstrolararnir.
Teir smáu trolbátarnir
lógu eisini fríggjadagin,
og teir ætla sær
eisini út aftur, tá
veðrið batnar.
- Trý garnaskip
fiska svartkalva,
men fiskiskapurin er
smáligur. Væntandi
koma øll garnaskipini
inn at landa í hesi
vikuni, siga tey á
Fiskamaraknaði
Føroya.
MIÐVÁGUR:
Leygarkvøldið 1.
februar verður
hugnaligt kvøld
í bygdahúsinum
í Miðvági,
har Havnar
Harmonikufelag
fer at spæla
til felagssang
og dans.
Myndin av Havsbrún er tilvildarlig