Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5 KJAK Tað er ein trupul­leiki at skúlin er í Suðuroy Bergun Kass, Tórshavnar Býráð Viðmerkingar til borgarstjóran í Tórshavnar kommunu og onn­ur, um heilsufakligu út­ búgv­ingina, heilsuhjálpari og heilsu­røktari. Tað eru røddir frammi um at endurskoða útbúgvingina, - tí taki eg fult undir við. Borg­ arstjórin og fakfelag hava um­ røtt hesa ætlan jaliga, men gera annars ikki viðmerkingar til staðsetingina og leggja held­ur ikki upp til broytingar á hesum økinum. Sjálv haldi eg, at vit ikki kunnu umrøða útbúgvingina, utt­an at umrøða staðsetingina sam­stundis. Sum politikarar hava vit m.a. ta uppgávu at skipa al­ menna tænastustigið, vegna tey fólkini, ið vit umboða. Í hes­um føri umboði eg tey eldru og eri forkvinna í Eldra­ nevndini í Tórshavnar komm­ unu. Eg kann beinan vegin stað­ festa tørvin á útbúgving hjá starvsfólki innan eldraøkið. Ikki tí at verandi starvsfólk ikki gera eitt gott arbeiði, men tí at fakligheitin eigur at styrkj­ast, av so nógvum orsøk­ um. Eg staðfesti eisini, at stað­ set­ingin av Heilsuskúlanum í Suð­uroy, hevur havt beinleiðis ávirkan á, at so fá í okkara øki, tóku hesa útbúgving. Fyri at undirstrika hetta vil eg vísa á, at í Suðuroy hava øll starvsfólkini á eldraøkinum heilsu­fakligar útbúgvingar, með­an tað hjá okkum bara er sløk helvtin av starvs­fólk­un­ um, sum hevur tilsvarandi út­ búgv­ingar. Eisini er miðal­ald­ urin á útbúnum starvsfólki sunn­anfjørðs, nakað væl lægri enn miðalaldurin á útbúnum starvsfólki norðanfjørðs. Samanumtikið, kann ein siga, at staðsetingin av Heilsu­ skúl­anum í Suðri hevur ført við sær, at okkara øki hevur nógv minni fakligheit og nakað væl hægri miðalaldur, enn vit høvdu havt, um skúlin lá nærri miðstaðarøkinum. Eg gjørdi beinanvegin í 2017, vart við henda trupulleika og heitti á landsmyndugleikan um at endurskoða skúla­til­ boðið, við hesum skeivleika fyri eyga. Landsmyndugleikin lat ikki við seg koma. Vit høvdu eisini ynski um at gera eina ‘undirdeild’ ella ein flokk av næmingum, ið kundi tikið partar av útbúgvingini norð­anfjørðs, men henda um­ bøn bleiv eisini sópað av borð­ inum. Men vit vilja ikki gevast á hondum, tí eldraøkið er eitt sera stórt vælferðarøki og eig­ ur at hava fulla og skynsama rað­festing, eisini norðanfjørðs. Tí hevur umsitingin í Tórs­ havnar kommunu arbeitt við øðr­um tankum og tað nýggj­ asta er at gera eina útbúgving, sum beinleiðis vendir sær til eldraøkið, og fundur hevur verið við Mentamálaráðið um hetta. Uppskotið er, at ein kann fara í læru á eldraøkinum og at út­búgvingin innan eldrarøkt verður at líkna við aðrar yrkis­ útbúgvingar, eitt nú hand­ verks­útbúgvingar, har ein er í læru við løn og tekur útbúgv­ ingina samstundis. Hetta hevði knýtt einstaka næmingin nærri til starvsøkið og stovnar, og sum kommunur høvdu vit havt betri útlit fyri, at næmingurin varð verandi í starvi, tá lærutíðin var liðug. Somuleiðis høvdu vit helst eis­ ini fingið fleiri fólk at fara und­ir útbúgvingina. Eldraútbúgvingin skal eisini verða soleiðis hátta, at ein kann byggja víðari á hana, sjúkra­røkt aftaná eldrarøkt, sum d­ømi. Men vit koma ikki uttan um staðsetingina og vit eiga at taka hædd fyri, hvussu vit landafrøðiliga verða sam­an­ tvinna – og lata skúlan liggja, har høgligast verður fyri flest møgu­lig. Hetta verður ein fyritreyt fyri, at skattafíggjaða útbúgv­ingin tænir røttum enda­máli í mestan mun. Greining av løgtingsvalinum  Lasse Klein   Síðani Føroyar bleiv eitt val­ dømi er greitt, at torført var at ímynda sær, hvussu at­kvøð­ur­ nar fóru at fella landafrøðiliga. Men nú ber ivaleyst til at gera ávegis niðurstøður. Hyggja vit eftir úrslitinum frá løgtingsvalinum 31. august 2019 sæst annars, at  16  av teimum 33 tingfólkunum hava fastan bústað í Tórshavnar- og Streymoyarøkinum: A, Fólkaflokkurin 1 av 8 tingfólkum B, Sambandsflokkurin 3 av 7 tingfólkum C, Javnaðarflokkurin 4 av 7 tingfólkum D, Sjálvstýri 0 av 1 tingfólkið E, Tjóðveldi, 5 av 6 tingfólkum F, Framsókn 2 av 2 tingfólkum H, Miðflokkurin 1 av 2 tingfólkum. Tórshavnar- og Streymoyarøkið  resta “bara” eitt (1) tingfólk fyri at hava reinan meiriluta á Føroya Løgtingi. Soleiðis er støðan í dag. Eysturoyggin dýrastu tingfólkini Í mun til tey sum høvdu rætt at velja á løgtingsvalinum 2019 var Eysturoyggin ringast fyri, og kostaði hvørt tingfólk 1.382 atkvøður pr. tingfólk í mun til tey sum høvdu valrætt. Í Suðuroynni  kostaðu tey 5 tingfólkini 704 atkvøður pr. tingfólk, og tey 3 tingfólkini í Vágaøkinum 784 atkvøður pr. tingfólk. Sandoyarøkið fekk ongan tinglim valdan við 969 av teimum sum høvdu valrætt. Eysturoyggin: nógvar atkvøður til onnur økir Í Eysturoynni høvdu 8.297 eyst­uroyingar valrætt. 7.462 gjørdu brúk av hesum valrætti, men staðfestast kann, at 2.925 av veljaranum í Eysturoynni valdu at geva sína atkvøðu til val­evnir uttanfyri Eyst­ur­ oynna. Hetta svarar til at 40,2% av eysturoyingum ikki atkvøddu fyri valevnum búsitandi í Eyst­ ur­oynni. Nógv tær flestu at­kvøð­ur­ nar vóru latnar til valevnir í Tórshavnar- og Streym­oy­ar­ øk­inum (1.845), og til valevnir í Norðoyggjum (572). Hini økini: Vágar, Sandoy og Suðuroy fingu eisini lutfalsliga nógvar atkvøður úr Eysturoynni (512). Hvør fær gagn av skipanini? Soleiðis sum støðan í dag er, fáa trý økir størsta gagn av verandi valskipan í mun til tey sum hava valrætt, tað eru Tórs­havnar- og Streym­oy­ar­ øki, Norðoyggjar og Suð­ur­ oygg­in.  Tað tykist sum um at lokalu áhugamálini viga meira enn áhuga­málini hjá flokkunum.  Vit síggja tað eisini greitt tá fíggjarligar játtanir skulu rað­ fest­ast í almenna geiranum. Játt­anir til almenna geiran, fella fyrst og fremst í Streym­ oy­arøkinum, Norðoyggjum og Suðuroy, meðan hini økini eru eftirbátar á so at siga á øllum økjum tá tað snýr seg um almennar fíggjarligar játtanar. Síðani Føroyar blivu skip­ aðar sum eitt valdømi hevur gongdin verði áleið hin sama, og trupult er at síggja hvussu hendan myndin kann verða broytt. Nógv tær flestu at­kvøð­ur­nar vóru latnar til valevnir í Tórshavnar- og Streym­oy­ar­ øk­inum (1.845), og til valevnir í Norðoyggjum (572).