Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5 Fingu 678 knappanálir á talvuna í fjør Børnini, sum vórðu fødd í Føroyum í fjør, vigaðu tilsamans 2,5 tons, hevur Landssjúkrahúsið roknað út Áki Bertholdsen Í fjør vórðu 678 børn fødd í Føroyum. Tað skrivar Lands­ sjúkrahúsið á Facebook í morgun, haðani myndin eis­ ini er. Tey halda, at hvørt mans­ barn í Føroyum man kennast við talvuna á vegginum, beint sum tú kemur inn á føði­deildina á Lands­sjúkra­ hús­inum. Á talvuni eru nálir, bláar og reyðar knappanálir, og hvør knappanál ímyndar eitt vak­ urt barn, sum er borið í heim farna árið. Tey á Landssjúkra­hús­in­ um halda, at føroyingar eru óførir at fáa børn og aftur í 2019 var talvan á tremur. Til­ samans 678 nálir komu á hana í fjør, 245 bláar nálir, sum eru dreingjabørnini og 330 reyðar nálir, sum eru gentu­børnini. Tey siga somuleiðis, at nógv tey flestu børnini koma í verðina á Lands­sjúkra­hús­ inum, tó at nøkur fá børn eru fødd á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Í fjør vórðu trý børn fødd á Suðuroyar sjúkrahúsið og 675 á Landssjúkrahúsinum. Tey staðfesta eisini, at føroysk børn bera orð fyri at hava góða vekt. Hesi 678 børn­ini sum eru fødd í Før­ oyum í fjør vigaðu tilsamans 2,5 tons. Sostatt var miðal­ vektin stívliga 3.700 gramm. Við ársskiftið verður talv­ an ruddað, og knappa­nál­ir­ nar tiknar av henni aftur, og sosatt er hon klár til at bjóða nógvum nýggjum børnum væl­komin í ár. Uppsagnir eru harðar fyri arbeiðsfólkið Føroya Arbeiðarafelag Bakkafrost hevur áður sagt fólki upp á virkinum í Vági, tíverri hevur virkið valt ikki at virka meir fisk í Suðuroynni, men vónandi verður skjótt hjá arbeiðsfólkinum at finna nýggj størv, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Ar­ beið­arafelag.  Bakkafrost hevur sagt 40 fólkum upp á Kryvjivikrinum hjá Bakkafrost í Vági. Hetta er ikki fyrstu ferð, at fólk vera søgd úr starvi á kryvjivirkinum, og tíverri tykist tað sum, at virksemi ikki fer í gongd aftur í bræði.  Fyri fólkini eru hetta ein ógvusligur smeitur, tað kemur ótrúliga illa við og er hart fyri eitt øki, sum eisini er rættiliga avskorið frammanundan, sig­ ur Georg F. Hansen, og vísir á, at arbeiðstilboðini í Suð­ur­ oynni eru avmarkað í mun til støð­una norðanfjørs.  Vit hava tíbetur sæð, at ar­ beiði hevur verið til flestu hendur, men tá tað er sagt, so síggja vit eisini, at inntøkurnar í framleiðsluvinnuni eru ógvu­ liga svingandi, og framvegis er tað nógvastaðni, at arbeiði ikki er 40 tímar um vikuna javnt gjøgnum árið.  Annars er ikki ókent, at upp­sagnir eru í Bakkafrost, tí tað uppliva tey tíverri við jøvn­um millumbili. Eg hevði viljað, at Bakka­ frost tók betri ábyrgd av starvs­fólkunum og fekk teim­ um onnur størv, so at tað ikki er neyðugt í heilum hjá fyri­ tøk­uni at siga fólki upp, vísur Georg F. Hansen á. Bakkafrost hevur seinastu árini havt metstór avlop, eigar­ arnir hava fingið fleiri 100 mió. kr. í vinningsbýti, men sam­ stundis hevur fyritøkan ilt við at tryggja arbeiðsfólkinum javn­ar og góðar inntøkurnar.  Formaðurin í Føroya Arbeið­ arafelag sigur, at hann hevði ynskt, at Bakkafrost vísiti eitt sindur meir samfelagssinni, serliga eisini tí hann veit, at tey hava ráð til tess. Eisini vísir hann á, at hann ikki hevur sæð somu upp­sagn­ ar­tendensir hjá hinum alifyri­ tøk­unum í Føroyum Nógv at gera í Norðhavnini Orð og myndir: Dávur Winther Norðborg fór avstað 4. januar og hevur ligið sunnarlaga í Føroyskum sjógvi – eini 80 fjór­ðingar suður úr Akrabergi. Teir hava havt ring fiskilíkindi og hava krokað nógv, so teir hava bert roynt eina lítla viku til­samans í tveimum umførum. Teir hava 770 tons í frystum svartkjafti og eini 50 tons mjøli. Teir á Norðborg valdu at koma inn at leggja veiðina upp og skifta onkran lut, áðrenn hildið verður fram við skart­ kjaftaveiðu. Christian í Grótinum liggur í Norðhavnini og bíðar eftir landingartørni í Fuglafirði í morg­in eftir næsta góða túrin í ár vestanfyri Hetland. Teir fóru avstað 2. januar og hava nú verið á tveimum makrel­túrum. Tilsamans hava teir havt 8 tov og fingið í alt 2.500 tons av makreli. Enn er ivasamt, um teir nú fara á svartkjaft ella teir taka ein túr afturat eftir makreli. Borgarin hevur verið á ein­ um makreltúri vestnfyri Het­ land í ár og fingu teir 1.500 tons. Teir skifta nú turki­ spælið, sum kemur at taka nakr­ar dagar. Tað tók nakað av tíð at fáa spælið í land, tí tjúkku vang­ar­ nir máttu skerast í helmingar – Sama er við nýggja spæl­in­ um, sum stendur á Kambsdali hjá KJ-Hydralik. Har mugu vangarnir brennast í helm­ing­ ar, og síðani montera teir um­ borð aftur, tá ið spælið er íkomið. Í dag vóru tað menn frá KJ- Hydralik og Hans Egil við teirra stóra kranabili, sum av­ mont­eraðu gamla turkispælið.