mánadagur 13. januar 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Sjúrður Hildarson Hoydal –
Luksemborg
NICHOLAS
SATCHWELL
Fyrsta valið í føroyska málinum
hevur ikki góðar umstøður
ímóti Litava. Tað er trupult
at fáa fatur á fríu litavsku
skjúttunum, sum hugna sær
ímóti føroysku verjuni. Næstu
dagarnar gongur frægari, og
hann finnur stórspælið fram í
avgerandi løtunum. Eyðkendu
stórbjargingarnar
koma
av
álvara til sjóndar, tá ið tær
avgera sigurin ímóti Luksem
borg. Ímóti Slovakia gevur
ein bjarging eisini ein lítlan
møguleika at avgera dystin,
men Nicholas endar dystin í
døpurhuga, tá ið hansara skjót
álopsbóltur verður fangaður.
TÓRALDUR
KOLLSKER
Eftir drúgvar knæskaðar fær
Tóraldur Kollsker sínar fyrstu
landsdystir. Her hevur hann
tað eins og Nicholas ov trupult í
løtum, men eisini hann traðkar
til við góðum bjargingum, sum
geva góðar vónir til komandi
landsdystir.
RÓI BERG
HANSEN
vísir einaferð enn, at hann
leggur einki í um mótstøðan
kemur úr stórum evropiskum
feløgum. Eitt øgiligt sjálvsálit
í sínum renningum og í skot
unum, um tey eru úr spískum
ella eftir skjótálop. Enn eitt
gott avrik frá føroyska vinstra
vonginum, sum skoraði fimm
mál um vikuskiftið, og altíð er
til reiðar at lyfta liðið sálarliga.
LEIVUR
MORTENSEN
Fyrstu landsdystirnir hjá Leivi
Mortensen lupu ikki fjáltur á
unga vinstra vongin. Rennur
skjótálopini eins og hann er
vanur í Føroyum, og tekur av so
skjótt møguleikin kemur ímóti
Slovakia, har hann skorar sítt
fyrsta landsliðsmál.
TEIS HORN
RASMUSSEN
Fær ein størri leiklut enn
tað kanska var væntað, tá ið
Brandur
Halgirsson
verður
sjúkur áðrenn Slovakia-dystin.
Og Teis tekur av í sínum fyrsta
landsdysti. vísir øgiliga styrki
í verjuni, og so ímóti Luksem
borg heldur hann fram og
høggur tvey mál inn í aðru
bylgju. Frálíkt avrik.
HILMAR LEON
JAKOBSEN
Var av landsliðsvenjaranum
útnevndur sum ein lykil ímóti
Luksemborg,
og
kvikleikin,
gjøgnumbrotini
og
hoppi
skotini vísa hví í fyrra hálv
leiki. Í seinna hálvleiki hevur
hann, eins og hinir skjútt
arnir, trupulleikar av mál
verjanum.
Skorar
trý
mál
ímóti Luksemborg og eitt ímóti
Litava.
BRANDUR
HALGIRSSON
Verjuserfrøðingurin, sum er
upplærdur í týskari verju
hugsan, hevur tað eins og lið
felagarnir, trupult ímóti Litava.
Ímóti Slovakia forðar sjúka
honum í at spæla, men ímóti
Luksemborg er hann aftur og
loysir av í miðverjuni, har hann
sleppur at brúka vøddarnar. Er
óheppin at ikki skora tá ið hann
kemur til sín yndismøguleika
ímóti Luksemborg.
JÓNAS
GUNNARSON
DJURHUUS
Ofrar seg sum áður við at
tveita seg ímillum risastóru
leikararnar, men má fleiri
ferðir ásanna at hann ikki fekk
annað enn fríkast. Beklar á
báðum fótum ímóti Litava, og
tað darvar kanska fótskiftinum
eitt vet eftir tað. Skipar kortini
spælið framúr væl og fær
ávikavist fýra, trý og tvey mál
í Luksemborg.
KJARTAN
JOHANSEN
Byrjar kappingina við at høgga
eitt dundurskot inn ímóti Lita
va. Ger fleiri ferðir kynstri eftir
og er stóri leikarin ímóti Slo
vakia við níggju málum.
Skorar fýra í hinum báðum
dystunum, og er vorðin álitið
í málskjótingini hjá Føroyum.
Skorar eisini hvørt einasta
brotskast á tryggasta hátt.
PETER KROGH
Vorðið sum vøddar á hasum
manninum.
Stríðist
og
strevast í bæði verju og álopi.
Hepnast við bæði tungum
gjøgnumbrotum og langskot
um, og hansara evni at spæla
bæði vinstri og høgri bakkur
kann ikki undirmetast tá ið
vit leita eftir loysnum. Skorar
ávikavist fimm, fimm og trý
mál.
VILHELM
POULSEN
Verður tveittur í eldin til sín
fyrsta teljandi landsdyst, tá ið
Jónas beklar ímóti Litava, og
fer beinanvegin í holtur við
eyðkenda
ágangandi
bakk
spælið hjá sær. Finnur ikki
málmøguleikarnar, men herjar
ótroyttandi á verjuna.
NICKLAS SELVIG
Maðurin við langa slanguarmi
num byrjar kappingina við seks
málum ímóti Litava. Er eitt so
deiligt vápn í skjótálopinum
og serliga úr sera spískum, har
skotførleikin gevur møguleika,
tá ið føroyska álopið er trýst.
Gevur seg fult út í verjuni, har
hann bæði fangar bóltar og
bakkar sannførandi upp.
PÆTUR
THOMSEN
Avloysir Selvig í løtum ímóti
Slovakia
og
Luksemborg.
Skorar eitt gott skjótálop ímóti
Slovakia, og ímóti Luksem
borg kemur landsliðsgjøgn
umbrotið. Skorar fýra ferðir
upp á fýra royndir ímóti mál
verjanum, sum argaði allar
aðrar leikarar. Returur, skjót
álop, vongskot og eitt tá ið
hann stjelur bóltin í verjuni og
spelar allan vegin sjálvur.
RÓKUR AKRALÍÐ
Føroyski
landsliðsskiparin
spælir ímóti Luksemborg sín
landsdyst nummar 39 og skor
ar ímóti Litava og Luksemborg
síni 59. og 60. mál. Hevur tað
eins og hinir trupult við litav
ska álopinum, men ímóti Slo
vakia og Luksemborg stendur
verjan aftur stinn kring krút
sterka strikuleikaran. Mótstøðu
leikararnir fáa ilt, tá ið teir renna
seg í royndasta føroyingin.
HELGI
HILDARSON
HOYDAL
- Hetta var mín vánaligast
landsdystur, segði strikuleik
arin um avrikið ímóti Litava.
Kemur
annars
til
frálíkar
møguleikar, men skotini fóru
ikki inn henda dagin, sam
stundis sum heldur ikki hann
fann seg til rættis í verjuni.
Ímóti Slovakia er gongd
á skotarminum við trimum
málum, men so er tað hatta
reyða kortið. Sera bíligt sæð
við føroyskum eygum. Reisir
seg aftur ímóti Luksemborg,
har føroyska verjan koyrir væl.
Hevur eisini gongd í skotunum
aftur
við
trimum
málum
afturat – Tað seinasta til 24-21,
sum avgerð dystin.
RÓGVI DAL
CHRISTIANSEN
Stóra ljóspunktið hjá Føroyum
í dystinum ímóti Litava. Kemur
inn fyri Helga, og Rógvi tekur
av. Stríðir seg til møguleikar –
og skorar tvey mál. Stríðir seg
til at fanga leysar bóltar í álopi
num, og so fær hann eisini fatur
á litavum í verjuni. Fær kortini
ikki so nógva leiktíð teir næstu
dystirnar, men hevur prógvað
at hann er til reiðar til meira.
Breiður føroyskur hópur
stríddist til tað síðsta
Landsliðshópurin, sum var úttikin til hesar dystir í Luksemborg, hevði fleiri broytingar í mun til
seinasta undankappingardystirnar farna summar. Tað mundi vera freistandi at spæla við royndastu
leikarunum fyri tað mesta, men serliga tveir teir seinastu dystirnar fingu allir møguleikan, og
allir tóku av. Ítrottarsosialurin hevur hugt eftir føroysku leikarunum í Luksemborg