mánadagur 13. januar 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
BADMINTON
Klaksvíkar
Badmintonfelag
(KBF)
hevur
sett
nýggjan
høvuðsvenjara í starv. Talan er
um 42 ára gamla Mrinmoy Pal
úr India. Hetta veit Norðlýsið
at siga. Fyrrverandi føroyski
landsliðsvenjarin,
Aritra
Nandy, hevur havt venjingar
í KBF einaferð um vikuna, og
tað er hann, sum hevur víst
felagnum í Klaksvík á Mrinmoy
Pal og hjálpt teimum at fáa
samstarvið í lag.
BOGASKJÓTING
Vágaskot skipaði um viku
skiftið
fyri
kappingum
í
Miðvági.
Leygardagin
var
kapping á 12 metra fjarstøðu
fyri børn og ung, og í gjár var
kapping á 18 metra fjarstøðu
fyri vaksin. Hjá teimum ungu
vóru einans tveir skjúttar við,
og dystin teirra millum vann
Jóhanna F. Haraldsen 6-2 ímóti
Honnu Ellefsen. Hjá teimum
vaksnu
í
compound
vann
Jóannes Poulsen 144-143 ímóti
Aleksanduri
Leitisstein,
og
finaluna í recurve vann Eggaba
Andreasen 6-4 ímóti Jógvani
Petersen.
INNIRÓÐUR
Føroyingar gjørdu av álvara
um seg, tá ið teir leygardagin
luttóku í EM í inniróðri í kek
kiska høvuðsstaðnum, Prag.
Fýra føroyingar vunnu gull
og kunnu nú kalla seg evro
pameistarar, og afturat teim
um vunnu tríggir silvur. Sarita
K. Hansen vann gull á 2000
metra teininum fyri kvinnur
30-39 ár, og Elsa Magnussen
vann gull í 500 metra teininum
fyri kvinnur 30-39 ár. Dánjal
Martin Hofgaard vann gull
á 2000 metra teininum fyri
menn 30-39 ár, og Brandur
Kjølbro vann gull á 500 metra
teininum fyri menn undir 23 ár.
Hetta úrslitið var merkisvert, tí
Brandur bara er 18 ára gamal.
Silvurkrónurnar vunnu Elsa
Magnussen á 2000 metrum
fyri kvinnur 30-39 ár, Dánjal
Martin Hofgaard á 500 metra
teininum í opna bólkinum fyri
seniorar og Sarita K. Hansen í
opna bólkinum fyri seniorar.
FLOGBÓLTUR
Fyrstu dystir í ársins steypa
kapping hava verið um viku
skiftið. Hjá monnunum løgdu
greipuvinnararnir úr Mjølnir
frá landi sum ætlað í bólki 1
við 3-1-sigri á SÍ a. Settúrslitini
vóru 25-20, 23-25, 25-18, 25-22.
Hin dysturin í bólkinum var
ímillum B-liðini hjá Fleyr og
SÍ í Høllini á Hálsi í Havn, og
har vóru tað gestirnir úr Sør
vági, sum struku avstað við
einum 3-0-sigri. Í bólki 1 vann
A-liðið hjá Fleyr 3-0 ímóti TB í
Trongisvági við settúrslitunum
25-16, 25-19, 25-21. Á Kambsdali
dystaðust A- og B-liðini hjá ÍF,
og har vann A-liðið 3-1 (22-25, 25-
17, 25-21, 25-19).
Í
steypakappingini
hjá
kvinnum hava tveir dystir
verið. Í bólki 1 spældu KÍF og TB
í Kollafirði, og har vann heima
liðið 3-0 eftir settúrslitini 25-18,
25-13, 26-24. Hin dysturin var
í bólki 2, og tann dystin vann
Mjølnir 3-0 heima í Klaksvík
ímóti Drátti. Settúrslitini vóru
25-16, 25-19, 25-22. Leikandi
venjarin
hjá
Mjølni,
Alina
Ademenya, var við aftur eftir
skaðasteðg og var eyðsýnd í
hesum dystinum.
FÓTBÓLTUR
TB hevur fingið nýggjan for
mann. Tað er Reidar Simonsen,
sum nú hevur tikið við eftir
Hendrik Thomsen, ið valdi at
takka fyri seg sum formaður.
Thorbjørn Hermansen er eisini
valdur í fótbóltsnevndina fyri
Ronni Midjord, og í ungdóms
nevndina eru Maureen Arna
dóttir, Elvis Leo og Hendrik
Thomsen vald.
TALV
Fult umfar hevur verið í 1. deild
um vikuskiftið, og har megnaði
oddaliðið, Sandavágs Talvfelag,
at økja um leiðsluna í deildini
eftir 3-1-sigur á Kollafirði. Teir,
sum
mannaðu
Sandavágs
Talvfelag, vóru Torkil Nielsen,
synir hansara Rógvi og Høgni
Egilstoft Nielsen, og Bernhard
Augustinussen. Orsøkin til, at
Sandavágs Talvfelag økti um
leiðsluna, var eisini at Havnin 1
einans fekk javnt ímóti felags
monnum sínum, Havnini 2.
Triði dysturin í deildini var
ímillum Klaksvíkina og Vest
manna. Tann dystin vann
Klaksvík 3-1. Klaksvík er á triðja
plássi og Vestmanna er aftast.
FÝRA FØROYSKIR EVROPAMEISTARAR
Føroyar hava enn einaferð gjørt um seg uttanlands í inniróðri. Trý gull og fýra silvur blivu vunnin í EM í Prag
Sarita K. Hansen (mitt í) er evropameistari
Inniróður: