Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TAEKWONDO Pætur Albinus Nevn­ir tú taekwondo í Før­oy­ um, so nevnir tú eisini Høgna Kunoy Dávason - 15 ára gamla føroyska garpin, sum hóast cystiska fibrosu hevur hertikið tindarnar í taekwondo her um leiðir og er norðurlendskur meistari. Grundarlagið hevur hann sjálvur lagt - ikki bara fyri seg, men eisini fyri onnur - við at seta taekwondo-felagið, Hwa­rang Føroyar, á stovn. - Vit fluttu heim úr Singa­ pore í 2014. Venjarin hjá honum har segði, at tað var umráðandi, at hann helt fram at íðka, og um einki felag var her, so mátti hann bara sjálvur seta eitt felag á stovn, greiðir mamma Høgna, Noomi Kunoy Heradóttir, frá. - Vit hopaðu, at hann fór at byrja upp á okkurt annað, tí tað virkaði so møtumikið at byrja eitt felag, sigur hon. Sjálvur segði Høgni, at hann ikki hevði hevði hug at ganga til nakran annan ítrótt, tí hann helt tað vera nakað seint at byrja sum 10 ára gamal, og tae­ kwon­do dugdi hann. Høgni fekk sín vilja, og einans 10 ára gamal setti hann í mars 2015 sítt egna felag á stovn. Hwarang Føroyar bleiv navnið, og tveir mánaðir seinni vórðu dyrnar gloppaðar fyri øllum, sum høvdu hug at royna seg. - Eg væntaði, at tað fóru at koma eini 10 fólk. Systkinabørn, foreldur og so framvegis, greið­ ir Høgni frá, sum tó skuldi vísa seg at gerast ovfarin av upp­ møt­ingini. - Tað komu 40 fólk, og tað var proppað í høllini. Aðru venj­ingina vóru 60 fólk, og tað var ikki pláss fyri øllum, sigur Høgni og vísir á, at fólk máttu standa úti í gongini. Fyrstu tvey, trý árini var Høgni einsamallur um at undir­ vísa nógvu nýggju limunum í felagnum, men Hwarang Før­ oy­ar hevur ment seg til at vera eitt væl rikið felag, har ábyrgd­ in nú er býtt út á væl fleiri herðar, og har limatalið støðugt liggur ímillum 100 og 120. Tað gevur Taekwondo var ikki fyrsti ítrótturin, sum Høgni byrjaði at ganga til. Sum fýra ára gamal, tá ið familjan búði í Shanghai í Kina, byrjaði hann at ganga til kung fu, sum er ein kinesisk útgáva av stríðsítrótti. Tá ið Høgni saman við familjuni árið eftir flutti til Singapore, var einki kung fu at ganga til, og tað var her, at Høgni á fyrsta sinni fór at ganga til tae­ kwondo. Eitt hálvt ár áðrenn familjan flutti heimaftur til Før­oya byrjaðu foreldrini, Noomi og Dávur, eisini at íðka tae­kwon­ do, og fingu tey tískil nakað av kunnleika um ítróttin áðrenn tey saman við soninum skuldu byrja taekwondo-felagið í Før­ oyum. Runavíkar kommuna út­ vegaði Hwarang Føroyum skúla­høllina í Søldarfirði at venja og kappast í, og har húsast felagið framvegis. - Vit droyma um størri hølir, men eg haldi ikki vit kunnu tilláta okkum at krevja ov nógv, tí kommunan hevur longu giv­ið okkum so nógv, sigur Høgni. At vera 15 ára gamal og longu hava fleiri ára royndir sum venjari er ikki hvørjum beskorið, og Høgni trívist bara væl í leiklutinum. - Mær dámar jú væl at ar­ beiða við fólki, sigur hann. - Serliga dámar mær væl at tað er ymiskt hvat man vil Hann væntaði 10 fólk til fyrstu venjingina, men tað komu 40, og nú eru tey meira enn 100. Blaðungi úrmælingurin, Høgni Kunoy Dávason, er norðurlendskur meistari, men hjálpir eisini øðrum. - At síggja hvussu øll menna seg er tað, sum gevur, sigur hann 10 ára gamal stovnari: MEIRA ENN 100 MEIRA ENN 100 ÍÐKA TAEKWONDO ÍÐKA TAEKWONDO Í FØROYUM Í FØROYUM Nógv fólk til venjing í skúlanum í Søldarfirði