Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 13. januar 2020 · Nr. 5 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 røkka við teimum ymisku íðkar­unum. Nøkur vil man hjálpa á eitt høgt støði, men so hevur man eisini onnur mál við nøkrum øðrum. Vit hava nógvar ymiskar íðkarar við ymiskum avbjóðingum, og hóast man kanska er skept­ iskur viðhvørt, so røkkur man langt við hvørjum einstøkum við hørðum arbeiði, sigur Høgni. - At síggja hvussu øll menna seg er tað, sum veruliga gevur mær nakað sum venjari, leggur hann afturat. Góður stuðul Við tíðini hevur Høgni fing­ið fleiri afturat sær sum venj­ar­ar. Fyri at røkka hægstu styrkis­ metingini, svarta beltinum, er neyðugt at íðkarin í minsta lagi hevur hálvt ára royndir sum hjálparvenjari og venjari. Skipanin við at íðkarar fáa størri ábyrgd so hvørt sum teir mennast hevur økt um venjaratalið í felagnum og hjálpt Høgna at hugsavna seg meira um at íðka sjálvur, og so hevur tað eisini verið funnin frens­ur, at danski Mathias Gabrielsen er fluttur til Føroya og er venjari hjá Høgna. Mathias er taekwondo- íðkari á høgum støði og hevur vunn­ið nógvar kappingar kring heimin. TAEKWONDO Høgni Kunoy Dávason Oda Weihe Markus Vazquez Jógvan á Lakjuni Elinborg Dávadóttir Noomi Kunoy Heradóttir Signar Hansen Boas Høgnesen Pætur Albinus Nú leygardagin skulu átta før­oyskir íðkarar luttaka í NM í taekwondo, sum verður í norska høvuðsstaðnum, Oslo. Høvuðsvenjarin í Hwarang Føroyum, Høgni Kun­oy Dávason, heldur tað vera týdningarmikið, at før­ oysku íðkararnir vinna sær altjóða royndir, men hann vil meira enn tað í hesi kapp­ ing­ini. - Málið er at vinna. Tað er tað altíð, staðfestir hann. - Tað er góður møguleiki fyri heiðursmerkjum, men vit mugu bíða og síggja hvus­su nógvar tað blívur til. Tað kann eisini blíva til nøkur gullmerkir, men tað er alt eftir um fólk hava ein góðan dag ella ikki, metir hann. Sjálvur er Høgni norður­ lendskur meistari í aldur­s­ bólkinum 15-17 ár í vekt­bólki­ num -59 kilo. Tað er vert at nevna, at hann einans var 14 ára gamal, tá ið hann vann hetta. Nú er hann 15 ára gamal og skal aftur luttaka í aldurs­bólkinum 15-17 ár, men tó hesaferð í vektbólkinum -63 kilo. - Tað er møguleiki fyri gulli aftur hesaferð, men eg veit, at teir í bólkinum eru øgi­liga góðir. Eg fari tó eftir gulli­num. Tað fari eg altíð, sigur Høgni Kunoy Dávason. albinus@sosialurin.fo Føroyingar til NM: Ætlar sær gull í NM Føroysku íðkararnir ætla sær ikki at smæðast burtur í NM. - Málið er at vinna. Tað er tað altíð, sigur venjarin F.v.: Høgni Kunoy Dávason og venjarin, Mathias Gabrielsen - Tað er hann, sum er grund­ in til at eg klári meg so væl persónliga. Hann gevur mær sparring á høgum støði. Hann er á hædd við meg, men vigar nøkur kilo meira enn eg. Og so er hann eisini bara tað betri enn eg. At hava ein slíkan at berjast ímóti gevur nógv, stað­ festir Høgni. Herfyri var Høgni ein av útnevndu føroysku ítróttar­ fólkunum, ið fáa úrvalsstuðul frá ÍSF fyri 2020. Høgni fær 150.000 krónur í stuðli. - Hesin stuðulin ger allan munin, sigur hann. - Nú kann eg fara til allar tær kapp­ingar og venjingarlegur, sum hini fara til. Eingin familja kann brúka eina hálva millión um árið upp á eitt barn, og tað er tað, sum tað kostar at fara allan vegin, sigur Høgni K. Dávason at enda. albinus@sosialurin.fo Høgni (mitt í) við foreldrunum undir liðini á sær